fríggjadagur 23. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jólaaftan verður Eyðun
á Borg, á Borg á Argjum,
seksti. Eyðun er kendur
sum lærari, men eisini
sum málsligur við
merkjari í bløðunum.
Við sínum serliga stíli
og serliga máta at bera
síni málsligu sjónarmið
fram, er onkur, sum øsist,
onkur sum smílist, og fleiri,
sum taka til sín. Kjak um
mál og málsligar spurn
ingar er altíð áhugavert og
kveikjandi – eisini tað kjakið,
sum øsir, tí tað elvir til enn
fleiri spurningar, sum geva
enn fleiri svar.
Eyðun á Borg er sum nav
nið sigur av Borg á Argjum.
Pápin var John Simonsen úr
Hoyvík, og mamman Anna,
ættað av Borg. Eyðun er gift
ur Jonu, fødd Joensen, úr
Skopun.
Eyðun hevur altíð havt
stóran áhuga fyri máli, og
málsligu
lærugreinarnar
eru eisini tær, sum hava fylt
mest. Hann er eisini óførur
við gittaranum, og tað hevur
verið ein stórur partur av
hansara uppgávum at spælt
undir til morgunsang, jóla
hald og aðrar hugnaløtur, so
sum flaggdagshald á Argja
skúla, har hann við gittaran
um hevur undirhildið øllum
skúlanum. Her hevur hann
víst serliga ábyrgd á Argja
Skúla seinastu 30 árini.
Náttúran
hevur
altíð
staðið Eyðuni nær. Tí var tað
eisini eyðsæð, at tað var hann
sum skipaði fyri, tá skúlin
fyri nøkrum árum síðani
fór at planta trø. Hetta var,
tá skúlin lá niðri í bygdini.
Men eisini nú nýggi skúlin
varð
reistur
»oman
fyri
Argjagarð«, tá hevur hann
eisini verið úti í haganum og
plantað trø við næmingum.
Hetta hevur hann eisini
fingið virðisløn fyri frá Eik
Banka fyri nøkrum árum
síðani, sum stuðlaði ætlanini
fíggjarliga.
Eyðun tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1981 og
hevur verið lærari á Argjum
síðani tá.
Eftir lokið studentsprógv
í 1971 var hann vikarur í
Sandoyar Meginskúla í 1971-
72, á Trøllanesi veturin 1972-
73 og í Kollafirði 1973-77.
Stríðsmaður
málsins seksti
TØKK
Jóladag verður Finn Kjølbro
70 ár. Hann er klaksvíkingur
og hevur – burtursæð frá tá
ið hann var undir útbúgving
– alla sína tíð búð á Biskups
støð.
Foreldrini vóru Turid fødd
Thomsen og ættað av Vágs
heygnum og Poul Nolsøe
Kjølbro
vanliga
nevndur
Nølli, sum var yngri sonur
J. F. Kjølbro. Turid og Nølle
eiga fimm børn: Finn, Karin,
Sjúrður, Poulina og Katrin.
Karin og Poulina búgva í
høvuðsstaðnum,
og
hini
búgva í Klaksvík.
Hann, sum nú fer um dust-
sins ár, er hendinga góður
eygleiðari og frásøgumaður,
og hann hevur nógv at oysa
av, um tað so hevur at gera við
uppvøksturin á Biskupsstøð,
familjuviðurskifti,
vinnu,
politikk, mentan í breiðum
týdningi og samfelagsviður-
skifti annars – heima og
burturi.
Hinumegin vegin búðu
omman og abbin, Karin og
Jógvan, og norðanfyri barna
heimið var fjósið hjá Kjølbro.
Tað er sonn frægd og nógvur
lærdómur í at sita undir, tá ið
Finn lýsir yðjandi lívið, hann
minnist frá barnaárunum
og ikki minst hjá ommuni
og abbanum, sum framvegis
vóru væl fyri og høvdu
ábyrgdina av størstu vinnu
fyritøkuni í landinum, tá ið
Finn vaks upp.
Eftir
barnaskúlan
í
Klaksvík, var Finn í høv
uðsstaðnum, har hann tók
preliminerprógv í Studenta
skúlanum, sum tá helt til
í VBV bygninginum. Aft
urkomin til Klaksvíkar fór
hann í starv í pf. J. F. Kjøl-
bro. Eitt skifti var hann í
krambúðini á Stongunum,
har miðdepulin fyri virk
seminum hjá Kjølbro var.
Her var handil og fiskavirki,
her løgdu langfarðarskipini
veiðina upp, og her var mið
støðin fyri útróðurin. Finn
plagar at siga, at tað var síðst
í fimmti árunum og fyrst í
seksti árunum, at útróðurin
toppaði, og allir klaksvíkingar
andaðu og livdu við í, hvussu
tað vignaðist við fiskarínum,
og hvussu tað hilnaðist við
søluni, tá ið útróðrarfiskurin
varð seldur á aktiónunum í
Bretlandi.
Eftir at hava lokið prógv
á Niels Brocks handilsskúla
í Keypmannahavn í 1962,
fór Finn í starv fyrst í ný
stovnaðu heilsøluni og síð
ani á skrivstovuni hjá J. F.
Kjølbro, og har var hann í
næstan eina fjórðings øld.
Arbeiðið bar við sær, at
innlit fekst í allar tættirnar
í virkseminum hjá Kjølbro,
og at hann kendi allar klaks
víkingar og norðoyingar og
so ógvuliga mong onnur.
Seinni fór Finn at arbeiða
fyri seg sjálvan. Saman við
øðrum hevði hann heilsøluna
Norðvág í nøkur ár, og síðani
hevur hann havt bókhald
og reiðinskap fyri virkir og
bátar.
Í 1965 giftist Finn Apo
loniu fødd Joensen og ætt
að úr bóndahúsinum í Tof
tum í Fuglafirði. Tey bygdu
niðanfyri barnaheim hans
ara og dygst sunnanfyri
hjá gamla Kjølbro. Børnini
hjá Apoloniu og Finn eru
Turið, sum býr á Velbastað,
Hanus, sum býr á Viðareiði,
Eyðun og Øssur, sum búgva
í Klaksvík, og Ólavur sum
býr í Keypmannahavn. Fyri
Finn var tað ógvuliga stórur
smeitur, tá ið hann 21. februar
2003 misti konuna, sum var
rakt av herviligari sjúku.
Finn er konservativur í
øllum lívsins viðurskiftum.
Hann
virðir
familjuna,
kristna boðskapin og føði
landið, og tað er synd at siga,
at hann leypir á leistum fyri
tí nýggjasta. Hann er fólka
floksmaður,
hevur
verið
nevndarlimur og formaður
í lokala felagnum og limur í
líkningarnevndini, tá ið hon
var politiskt vald.
At Finn er ein álitismaður,
sæst eitt nú aftur í, at hann
í nógv ár var formaður í
valnevndunum – bæði tí
kommunalu og til løgtingsval
í Norðoya valdømi. Finn
Kjølbro var í mong ár nevnd
arlimur í Norðoya Sparikassa.
Hann var í ritstjórnini, tá
ið 2. bind av Klaksvíkar
søgu varð lagt til rættis og
skrivað. Hetta bindið snýr
seg um tíðarskeiðið frá frí
handlinum og fram til 2.
heimsbardaga, og tað kom
væl við, at Finn hevði ein
fingur við í spælinum. Hans
ara innlit og evni at seta
tingini í rætta høpið vóru
sera kærkomin. Nú er hann
í gøtunavnanevndini og í
varðveitingarbólkinum hjá
kommununi.
Millum mongu nevndar
sessirnar, sum Finn hevur
verið við til at manna, eru
60 milliónagrunnurin ella
íleggingargrunnurin
fyri
Føroyar og Atlantsflog.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
hevur átt góðan vin í Finn
Kjølbro, sum var ein av
stuðlunum, tá ið tað í seksti
árunum varð farið undir
arbeiðið at fáa bygdini ítrótt
arhøll, og hann er limur í mest
sum øllum áhugafeløgum í
Klaksvík.
Tey eru so mong, sum
hava roynt, hvussu greiður
og nágreiniligur Finn er. Tá
ið bøkur og rit, sum hava við
Klaksvík og klaksvíkingar at
gera, verða fyrireikað, so er
Finn ofta ein teirra, ið verður
nýttur sum kelda og at søkja
sær ráð hjá.
Finn hevur seyð norðuri
á Strond og úti á Oyri, har
hann vitjar dagliga, honum
dámar væl at putlast við
húsini, hann lesur nógv, og so
fegnast hann um familjuna
og abbabørnini.
Hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og takk fyri
gott samstarv.
Jóannes Hansen
Finn Kjølbro 70 ár