fríggjadagur 23. desember 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggja
lýsingin
fyri
handverkaraskeiðið, sum
ALS skipar fyri, fær meg
at stúrsa við. Snøgt sagt
undrist eg á, hvat ALS
vil við hesi lýsingini. Á
lýsingarmyndini er ein
kvinna í belti við am
boðum og borimaskinu í
aðrari hondini. Kvinnan
vendir sær móti hyggj
aranum og hyggur við
komandi í eyguni. Hon er
í atsitandi niðurringaðum
toppi, og er sostatt ber um
armarnar og á bringuni
uppi
yvir
bróstunum.
Mín spurningur er: Hvat
er
sambandið
millum
myndina og handverkara
skeiðið hjá ALS? Vit vita,
at handverkarafakið er
mansdominerað. Hevur
ALS valt at hava eina
kvinnu á lýsingini fyri
at fáa kvinnur at koma
á skeiðið? Um hetta er
ætlanin, undrar tað meg,
at vit ikki síggja eina
arbeiðandi
kvinnu
á
myndini. Harafutrímóti
sæst ein kvinna við am
boðum uppiá sær, men
sum hon ikki brúkar.
Heldur ikki er hon í
“arbeiðsklæðum”. Sostatt
arbeiðir
kvinnan
ikki,
men poserarar, og er til
framsýning. Á henda hátt
er kvinnan í lýsingini hjá
ALS til áskoðan og sostatt
eitt objekt. - Soleiðis sum
hon er ílatin og poserar, er
hon eitt sexobjekt.
Slíkar
myndir
av
kvinnum eru vit von at
síggja. Vit verða yvir
floymd av teimum hvønn
dag. Er hetta so nakað at
gera vart við? Tað er tað
avgjørt eftir mínum tykki.
At ALS, sum almennur
stovnur og sostatt alment
umboð, hevur eina slíka
lýsing, er nevniliga átalu
vert. Sum alment umboð
eigur stovnurin at hugsa
seg væl um hvørjum
tey lýsa við, og á hvønn
hátt hetta verður gjørt.
Serliga stúrsi eg við lýs
ingina, tí hetta er ikki
tann fyrsta lýsingin hjá
ALS av slíkum óhepnum
og niðurgerandi slag. Á
flogvøllinum í Vágunum
hevur ALS eisini havt eina
lýsing við mynd av einum
kvinnuandliti í sólbrillum,
og sostatt kvinnu, sum
sólar sær. Lýsingin er ein
áminning á arbeiðsleys
um fráboðanarskylduna,
tá tey fara uttanlands.
Eg havi mangan hugsað,
at henda lýsingin kann
geva óheppnu myndina
av arbeiðsoysi, og støðuni
sum
arbeiðsleysur,
sum tað sama sum at
vera á feriu. Eisini havi
eg undrast á, at ein
almennur stovnur, sum
er ein trygdarskipan og
ikki
ein
sølufyritøka,
hevur eina stóra lýsing
á flogvøllinum á ljós
skýggja, og sostatt nýtir
nógvan pening uppá at
fáa eini boð fram, sum
ikki
viðkemur
øllum
føroyingum
men
ein
um avmarkaðum og for
holdsvís lítlum bólki. Og
eisini á myndini í lýsingini
hjá ALS á flogvøllinum er
ein kvinna. - Kvinnur eru
sostatt
afturvendandi
í lýsingunum hjá ALS.
Og við hesi myndini við
lættklæddari
kvinnu
sum lýsing fyri handverk
araskeiðið, er tað eftir
mínum tykki nú vorðið
ovboðið. Lýsingin er eitt
tekin um, at ALS sum
stovnur eigur at rannsaka
og taka støðu til hvørja
kvinnu-
og
kynsfatan
stovnurin hevur, og í
sínum “smartu” lýsingum
miðlar, og í framtíðini
ynskir at miðla.
ALS og
kvinnu
objektini
Marsanna Petersen
Fólkalívsfrøðingur
Kjak
Hetta er tann spurningur,
ið stendur eftir, nú fíggj
arlógaruppskotið fyri 2012
og lógirnar um flatskatt
og pensjónsskatt frá sam-
gonguni hava verið til 1.
viðgerð á Løgtingi.
Øll hesi vísa tíverri, at
okkara samfelag í løtuni
siglir uttan greiða kós, og
verða ætlanirnar framdar í
verki, gerast avbjóðingarnar
í framtíðini enn størri.
Vaksandi hall
á fíggjarlóg og
útsettar íløgur
Hóast samgongan í fíggjar
lógini inntøkuførir heilar
274 mió. kr. í sokallaðum
”nýggjum inntøkum” – harav
234 mió. kr. í framskundaðum
pensjónsskatti og 40 mió. í
avleiddum inntøkum – so
hækkar samgongan und
irskotið á fíggjarlógini fyri
2012 í mun til í ár.
Hetta er óskiljandi og vil
bert vera við til at hækka
almennu skuldina og økja
um rentubyrðina komandi
árini. Harvið verður enn
minni játtan tøk til væl
ferðartænastur okkara.
Í komandi fíggjarlóg velur
samgongan hartil at hækka
rakstrarútreiðslurnar
og
í staðin útseta virksemis
skapandi og týðandi íløgur í
eitt nú miðnámsskúladepilin
í Marknagili, Tjóðleikhús og
havrannsóknarskip. Hetta er
ómetaliga harmiligt.
Framtíðar pensjons
skattainntøkur
koma at mangla
Pensjónsskattaætlanin hjá
samgonguni merkir eisini,
at skattast skulu pensjóns
inngjøld heldur enn pen
sjónsútgjøld. Ætlanin er, at
taka inn framtíðar skatta
inntøkur nú og nýta hesar
til skattalættar til hægri
inntøkurnar. Ein sera stutt
skygd loysn, tí harvið vilja
vit
mangla
hesar
pen
sjónsinntøkur
seinni,
tá
eldraútreiðslurnar fara at
økjast (úr mettum 1,3 mia.
kr. nú uppí 2,6 mia. kr. í
2040) og skattainntøkurnar
gerast
lutfalsliga
minni,
so hvørt vit fara frá 4 á
arbeiðsmarknaðinum
fyri
hvønn pensjónist, til 2 á ar
beiðsmarknaðinum
fyri
hvønn pensjónist. Hvør kann
tryggja, at pensjónistar ikki
koma at rinda nýggjar skattir
og brúkaragjøld seinni ?
Kommurnar missa 100
tals mió. kr. yvir tíð
Hartil kemur, at kommun
urnar kring landið fara at
missa allar framtíðar skatta
inntøkur frá pensjónum. Í dag
fáa kommunurnar 40-50% av
pensjónsskattainntøkunum,
men í framtíðini fáa komm
unurnar 0%. Hetta vil yvir tíð
merkja ein miss hjá komm
ununum á 100-200 mió. kr.
árliga í nærmastu framtíð.
Hetta fer serliga at ganga
út yvir tær kommunur, ið
hava lutfalsliga nógvar pen
sjónistar. Útjaðarin fer uttan
iva at verða harðast raktur.
Ófíggjað marginal
skattalækking á
15% skapar ójavna
og størri hall
Skattauppskotið hjá sam
gonguni merkir sum heild,
at 265 mió. kr. verða latnar
føroyingum við hægri inn
tøkum. Mánaðarlig inntøka á
20.000 kr. fær mánaðarligan
skattalætta á 115 kr., inntøka
á 50.000 kr. fær 4.000 kr. og
inntøka á 100.000 kr. fær
8.000 kr. Øll undir 300.000
kr. árliga fáa stórtsæð ongan
skattalætta. Hetta vil skapa
munandi størri ójavna í Før
oyum. Ætlanin er, at margi
nali landsskatturin lækkar
við 15% - úr 35 % (2011)
niður í 20% (upp til 600.000
kr.) í einum. Hetta hendir
uttan nýggjar inntøkur til
landskassan – bert flyting
av framtíðar inntøkum - og
samstundis sum landskassin
hevur ófatiliga stóran tørv á,
at fáa til vega fleiri inntøkur
fyri at minka hallið og
lánibyrðuna nú og framyvir.
Stuttskygdar loysnir
fram um langtíðar
nýskipanir
6Vit hava sjáldan havt
størri tørv á greiðum málum
og ítøkiligum nýskipanum
fyri at fáa okkara samfelag
framá. Í staðin hava vit
fingið eina samgongu, ið
stevnir fram móti einum
meira
ósjálvbjargnum
og
ójøvnum samfelag, har ein
røð
av
nýskipanum
eru
steðgaðar. Millum málini hjá
samgonguni eru: tina ríkis
veitingina, frysta stjórnar
skipanararbeiðið og ongin
fiskivinnunýskipan.
Eftir gyltu lyftini undan
valinum fyri stuttum tykist
verandi
støða
óskiljandi.
Hvussu kundi tað ganga so
galið, so skjótt ?
Mest av øllum stendur
hesin týðandi spurningur
eftir, ið eigur at verða grund
arlagið undir øllum tí framda
politikkinum: Hvør er kósin
fyri okkara land og fólk ?
Hvør er kósin fyri
okkara land og fólk?
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
Tá ið flatskattur er settur
í verk, so verður tað huga
ligari at arbeida, eftirsum
skatturin
verdður
lægri.
Hettar fer at hava við sær,
at
bruttotjóðarúrtøkan
veksur, treytadð av, at eftir
spurningur er eftir arbeiðs-
megi (mótsatt verandi skipan,
har mong arbeiða parttíð ella
als ikki fara til arbeiðis, sjálvt
um tørvur er ella skuldi blivið
á arbeidsmegi).
Við
lægru
skattingini
– flatskattaskipanini – so
verður tøka inntøkan eisini
størri, og keypiorkan og
harvið forbrúkið fara eisini
at vaksa. Við ødrum ordum:
Samfelagsframleiðslan
veksur, og sostatt eisini
skattagrundarlagið, og for
brúkið veksur og harvið MVG-
inntøkur landskassans.
Soleiðis havi eg skilt flat
skattauppskotið. Um hettar
er rætt skilt,
1) hvussu stór er væntaða
meirinntøkan av skatti
hjá landskassanum í 2012
og árini framyvir?
2) hvussu stór er væntaða
meirinntøkan av MVG
hjá landskassanum í 2012
og árini framyvir?
3) hvørjar útrokningar eru
grundarlagidð undir svar
inum upp á spurningarnar
1 og 2?
4) hvørjar
ætlanir
hevur
samgongan um, hvussu
ein møgulig meirinntøka
skal nýtast?
Spurningur til Kaj Leo Johannesen
Ólavur Waag Høgnesen