Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sum tinglimir hava tit 19, sum umboða samgonguna á tingi, eina sera stóra ábyrgd. Takið hana í álvara. Eg má siga, at teir tónar eg havi hoyrt úr samgonguni, síðan samgonguskjalið var undir­skrivað, eru ræðandi. Alt fleiri fólk boða frá, at tey ikki trúgva uppá skatta­ lættarnar til tey ríku og pensiónsvanvitið. Men sam­ stundis goyma tey seg aftan fyri umberingar, sum at tað er betur at vera innanfyri og royna at ávirka, enn at vera uttanfyri og slett ikki ávirka. Hetta er nakað ræðu­ligt tvætl og vísir ófatiligt ábyrgd­ arloysi. Tit ætla at broyta okk­ara vælferðarsamfelag so grundleggjandi, tí tað er frægari enn at standa uttan­ fyri. Lurti eftir tykkum sjálv­ um! Fokk nei, er tað frægari! Tað er frægari at standa uttan fyri og steðga ørskap­ in­um. Tit eiga at minnast til at standa bara trý av tykk­um uttanfyri, so verður hasin ørskapurin ikki til nakað. Jenis er farin at rilla, og tað skiji eg væl. Hann er ikki dummur, og veit hvørjar avleiðingarnar eru av at viðtaka eina flat­ skattaskipan. Vit hava so nógv dømi í heimssøguni, har fólk valdu ikki at stilla seg upp ímóti tí sum tey vistu var skeivt, og sum á tann hátt hava verið við til at gjørt heimin til eitt verri stað. Ikki tí tey vildu tað, men tí tey ikki vildu enda uttanfyri. Øll tit sum stuðla hesari samgonguni, tit hava ábyrgd- ina, og um tit atkvøða ímóti tykkara sannføring í so álv­ arsligum málum, so er tað bara tykkara ábyrgd. Tit kunnu ikki goyma tykkum aftanfyri, at tit bara eru ein av 19 atkvøðum. Tit eru vald at umboða okk­um Føroya fólk, og velja tit at avmontera væl­ferðar­sam­ felagið, so verður hetta tykk­ ara eftirskrift. Miðflokkurin tosar ofta um glíðibreytir, og her er veruliga talan um eina glíðu­ breyt, tá ein tílík høgra­vend kemur inn í politikk, so breiður hon seg sum krabba­ mein út í alt samfelagið. Velja tit at fara eftir hesari leiðini, so velja tit at gera Føroyar til eitt kyniskari samfelag. Hvør hevur veruliga hug til, at vera nevndur í Føroya søgu, sum ein av teimum, ið valdi, at Føroyar skuldi bróta frá norðurlendska mo­ dellinum. Sum tann, ið tveir dagar fyri jól, valdi at prioritera sjálvsøkni framum sam­ halds­festi. Sum tann, ið valdi at senda rokningina fyri tykk­ ara skatta­lættar til kom­andi ættar­lið, í størsta ørskaps­ projekti, síðan Peter Brixtofte seldi almennu bygningarnar í Farum, fyri at leiga teir aftur, og brúkti pengarnar til eitt fótbóltsfelag, dýrt vín til seg og umsitingina og uttanlandaferðir til pen­ sionistarnar í kommununi. Hetta handlar ikki um floksdisiplin, tí í so álv­ arsligum málum ber ikki til at goyma seg handan flokkin. Tit 19, sum mynda samgonguna á tingi í hesum døgum: Ábyrgdin fyri at av­ montera næstrakærleikan er tykkara. So havi eg størri virðing fyri teimum, sum beint út meina handan politikkin. Fólkaflokkurin hevur sum aðalmál at stiðja undir eitt sjálvsøkið samfelag, og tað er ein erlig søk. Men tit onnur eru ikki, um tit velja at fara frá einum samfelagsmodelli, ið tekur atlit til tey veiku. Eg minnist nógv av tykkum, sum lovaðu at verja tey. Dagurin í morgin er ein tann týdningarmesti í politisku søgu Føroya, og tit hava ábyrgdina fyri, um hann gerst tann svartasti dagurin. Hygg í spegilin og spyrji tykkum sjálvi: "Hvat fyri eitt menniskja havi eg hug at vera?" Hvør einasti av tykkum 19 hevur ábyrgdina Niels Uni Dam Cand. Comm Nú eiga Annika, Bjarni, Hanus, Elsebeth og onnur í samgonguni, sum eg meti eitt sindur av skili er í, koma undan dýnuni og steðgað hesi ætlan við hesum lógum í núverandi líki. Nógv tann størsti part­urin av føroysku veljarunum eru ímóti hesum lógum í núver­ andi líki, bæði tey sum hava valt samgonguna og andstøðuna. Sjálvt teir flestu veljararnir, ið valdu fólkaflokkin, eru ímóti hesum lógum. Um flestu fólkafloksveljar­ arnir tóku undir við lóg­ ini um flatskatt, hevði for­maður floksins fingið væl fleiri atkvøður enn tær 386 atkvøðurnar, heldur 1500 ella nógv fleiri. Tingmaðurin Helgi Abramahsen skrivar í Dimmalætting hósdag­in, at partur av pengun­um, ið verða settir í eftirløn­ argrunnar, er ogn lands­ kassans. Men hetta er ikki sannleikin, tí øll tey uml. 13-16% eru partur av løn lønmóttakarans, og landskassin eigur ikki skatt av pengunum, fyrrenn eftirlønin verð­ ur útgoldin. Anskar Hansen í Sosialinum fríggjadag­ in hevur somu meining sum Helgi, at lands­ kassin eigur part av eftirlønarinng jaldin­ um beinanvegin, tá teir verða inngoldnir í eftir­ lønargrunnin; men hetta er ikki rætt. Um ein hevur eitt sindur av skili fyri rokning, so veit ein, at bæði tann eftirlønti og landskassin hava ongan fyrimun, um eftir­lønin verður skattað forút. Tann eftirlønti fær nógv minni í eftirløn. Trupul­ leikarnir verða stórir, bæði peningaliga hjá teimum, sm skulu fáa eftirløn, og hjá lands­ kassanum, sum fær minni inn í skatti seinni um nøkur ár. Vit vita øll, at skatta­ trýstið í Føroyum er ov høgt, men hetta kann loysast á ein meira skyn­saman hátt. Hetta er ikki rætta tíðin at geva skattalætta, nú tá ið undirskotið á fíggj­ar­ lógini er so stórt, uml. 1 1/2 milliard. Men vil løg­ tingið hava hesa lóg nú, skulu helst tey flestu fáa ein lætta, t.d. kundu tey, sum fáa 20-25 túsund um mánaðin, fingið einar 500-1000 kr. minni í skatti um mánaðin, og tey hægst løntu 2000- 3000 kr. Um lættin kom í gildi eftir t.d. 8 árum, hevði landskassin ikki mist so nógva pening í einum. Fyrsta árið fingu fólk 1/8 part av skatta­ lættanum, næsta árið 2/8 partar osfr. Tá hevði ikki verið neyðugt at skatta inngjaldið til eftirløn­ar­ uppsparingina hjá løn­ takarunum. Vit eiga at gera um­ støður soleiðis, at øll hava hug at liva í hesum landi. Um flatskatt og skatting av eftirlønar­ inngjaldi Jens Pauli í Dali Leynar Samgongan hevur gjørt avtalu um, at frá 1. januar 2012 verður barnafrádrátturin hækkaður við 1.000 krónum. Hetta fer at gera tað lættari hjá teimum familjum, ið dagliga hava torført við at fáa pengarnar at røkka. Sum tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin fegnist eg um, at vit megnaðu eina semju um at hækka barnafrádráttin við kr. 1.000 fyri hvørt barnið í komandi ári. Hetta er við til at gera tann skattalættan, ið so nógv hevur verið kjakast um, eitt sindur meira sosialan. Barnafamiljan er tann bólkur í samfelagnum, sum ber tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum. Tískil er tað umráðandi, at hesi eisini fáa ein munandi lætta við komandi skattaumlegging. Við hesum kann ein familja við trimum børnum fáa kr. 3.000 meiri at liva fyri um árið. Hetta, saman við komandi skattaskipan, fer at geva familjum við inntøkum undir kr. 250.000 ein lætta, ið kemur at merkjast. Í menniskjum góður tokki Mánamorgunin var Anlis Bjarkhamar, leiðari fyri “Í menniskjum góður tokki”, í morgunsendingini hjá útvarpinum. Hon vísti á, at fortreytirnar fyri at pengar skuldu latast til persónar var, at tey høvdu børn. Hon vónar eisini, at núsitandi løgting fer at gera nakað, soleiðis at tað kundi gerast lættari hjá hesum samfelagsbólki. Við at hækka barnafrádráttin og við at leggja skattin um, far hesin bólkur betri fortreytir fyri at liva í okkara samfelagi. Einlig foreldur við tveimum børnum og einari inntøku á kr. 250.000 fara við hesum at fáa ein lætta á í alt kr. 3.500,- Sjálvandi høvdu fleiri ynskt sær ein størri lætta, men hetta er veruliga ein hjálp. Sjálvstýrisflokkurin er farin í hesa samgonguna fyri at fáa ávirkan, og tað fara vit eisini at gera alt fyri at hava. Ein lætti til barnafamiljurnar Jógvan Skorheim Løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin