Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kom av tilvild at síggja eina tíðargrein sum hevur staðið í Sosialinum fyri einum mánað síðani, har ein yvirlækni á Landssjúkrahúsinum met­ir tað verða neyðugt enn eina­ ferð, at leggja í hern­að móti Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað eru fleiri mánaðir síðani, at seinasta skolan kom frá Landssjúkrahúsinum. So tíð­in varð í øllum førum búgv­in. Hetta við at yvir­ lækn­ar á einum størri sjúkra­húsi regluliga og al­ ment niður­gera virksemið hjá hinum sjúkrahúsunum er ser­føroyskt og er, sum so mangt annað, undir tí støði okkara grann­ar liggja á. Hesuferð er tað so Guð­ mundur Harri Guðmundsson, skurðlækni, sum hevur loftað stafettstavinum í endaleysu herferð Landssjúkrahúsins mótvegis Klaksvíkar Sjúkra­ húsi. Hví so er vita vit ikki. Sam­ stundis sum tosað verður um samstarv stríðast yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum sum úlvur á skóg, at forkoma øll­ um samarbeiði. Tómar skurðstovur á Landssjúkrahúsinum Hesuferð kemur undan kavi, at hóast Landssjúkrahúsið seinastu árini hevur fingið størstu játtanarhækkan í før­oyskari søgu, so standa skurðstovur tómar, bíðilistar leingjast og deildir hava ov lítið at takast við. Ella við øðrum orðum – skatta­borg­ arins peningur fer flúgvandi út gjøgnum vindeyguni. Hetta átti ikki at verið nakað at reypa av. Betri hevði verið at tagt. Men hesir yvirlæknar liva helst í eini aðrari verð. Meiri at kalla í einum vardum verkstaði. Trygd og dyggd í føroyska sjúkrahús­ verkinum Gumundsson rør framundir, at Landssjúkrahúsið er betri fyri at kanna og við­gera sjúklingar enn hini sjúkra­ húsini, nú tað gerst alt van­ lig­ari at miðsavna. Her fer hann skeivur. Grannalondini hjá okkum miðsavna ikki til upp­tøkuøkir upp á 50.000 fólk. Teir miðsavna til 500.000 fólk. Um so varð, at Lands­ sjúkra­húsið lá í Danmark ella Svøríki so varð tað niðurlagt í stundini. Møguliga hevði tað fingið ein útfasnings tíð, har tað hevði hevði fingið undantaksloyvi at fremja smærri ætlaðar skurð­við­ gerð­ir so sum brokk og æðra­ knútar. Men so er ikki í Føroyum. Landssjúkrahúsið tekst í stóran mun við kanning og viðgerð sum í okkara granna­ londum er miðsavnað til eitt fólkaundirlag upp á 500.000. Og her hava vit ein av størstu trupulleikunum í føroyska heilsuverkinum, sum sjálv­ andi ikki kann fylgja við í tí rúkandi ferð sum okkara grannar (og heimurin) hava. Tað er ikki til stuttleikar, at okkara grannalond savna stóran partin av viðgerðini til stór­sjúkhús upp á 500.000 sálir. Tað bjargar nógv­um lívum og gevur eina sikkur­ heit og kvalitet, sum Lands­ sjúkrahúsið ongantíð kann koma í nánd av. So Guð­ munds­son, nú tá tú skalt út at kasta grót. Ansa eftir, at tú ikki sjálvur stendur mitt í einum glashúsi. Mín meining er so, at vit eru komin hartil, sum kanning og viðgerð sum átti at verið gjørd uttanlands í alt ov stóran mun fer fram her heima til skaða fyri sjúklingarnar. Og sum eg plagi at siga við sjúklingarnar: »Fært tú at vita, at tú hevur krabbamein. Set teg í stundini í ein flúgvara. Tá eru møguleikarnir hjá tær munandi betri«. Hetta bert fyri at taka eitt dømi. Hugleiðingar um sjúkrahúsverkið Greinin hjá Guðmundsson hevur sum yvirskrivt »hug­ leiðingar um føroyska sjúkra­ húsverkið 2011«. Flogið verður høgt, men inni í greinini endar tað í urtagerðinum hjá Guðmundsson. Hann byrjar við, at smá sjúkrahús hava trupulleikar við kvalitat og sikkurheit, og at tað gerst alt truplari at fáa serlæknar á smá støð har teir skulu duga »alt«, tí teir eru farnir at eldast og nýgjir koma ikki í teirra stað. Og hetta er so sætt sum tað er sagt. Vit hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum, og øll trý merkja henda trupulleika. Tó er tað tann munur, at Landssjúkrahúsið heldur seg verða stórt og sostatt er til vanda fyri sjúklingarnar. Klaksvíkar Sjúkrahús hev­ur fyri langari tíð síðani funnið útav, at tað er lítið og hevur innrættað seg eftir hesum veruleikanum. Hetta vil m.a. siga, at yvir­læknarnir á sjúkra­hús­ inum regluliga uppdatera seg uttanlands einar tríggj­ ar mán­aðir árliga. At sjúkra­húsið hevur ítøki­ligt samarbeiði við sjúkra­hús, og deildir í norðan­lond­um, har ávís for- og eftir­við­ gerð verður gjørd á sjúkra­ hús­inum og tann serligi parturin gjørdur á stórdeild uttanlands. At læknar frá hesum deildum regluliga vitja sjúkrahúsið, og vit vitja tey, fyri at halda støðið høgt. Hetta hevur til dømis ført til, at tað er ikki bara eg, sum myndi ortopediina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Orto­ pediin er bygd upp í tøttum samarbeiði við deildir og sjúkrahús í okkara granna­ londum. Samarbeiðið við Rigs­ hospi­talet, har eg havi ar­ beitt í 2 ár á ortopedisku deild, er so mikið gott, at sjúk­lingar sum verða sendir av Lands­sjúkrahúsinum til Ríkis­sjúkra­húsið av og á bert venda á Ríkis­sjúkra­húsinum og verða sendir víðari til Klaks­víkar Sjúkra­hús til víðari kann­ing og viðgerð. Men tað er ikki bert Ríkis­ sjúkrahúsið, vit hava tætt samarbeiði við. Eg og 5 aðrir ortopedar sum regluliga inn­ganga í planløgdu orto­ pedi­ina á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi koma eisini frá øðrum norðanlondum og serliga Svøríki, sum er sera framma­ laga á hesum øki. Hetta er tað, sum eyðkennir arbeiðsháttin hjá sjúkrahúsinum og tryggj­ ar dygd, trygd og eitt støði sum nærkast tí norður­ lendska. Tá tað kemur til tað meira ítøkiliga fer Guðmundsson inn í sín egna urtagarð. Tað snýr seg sjálvandi um skurð­ viðgerðir. Tað standa 6 skurðstovur á Landssjúkrahúsinum, men bert 3 verða brúktar. Verður ein tikin í nýtslu afturat (tað vil siga ein øking uppá 25%) skuldið tørvurin í Føroyum verið nøktaður. Her rokni eg við, at í hvussu er nakrir av føroysku politikarunum reisa seg úr stólinum. Er hann rættsiktaður? Skulu vit til at skera niður? Síðani verður tørvurin hjá hesum økta virksemi (25%) lýstur. Tað snýr seg um 5 sjúkrasystrar á skurð­gong­ ini. Við øðrum orðum koma sjúklingarnir flúgvandi væl vaskaðir og í skurðklaðum inn gjøgnum vindeygað á skurðgongini og fara sama veg út aftur, tá skurð­við­ gerðin er lokin. Onki for- og eftirambulatorium, ongar blóð­royndir, ongar sengur, ongin seingjardeild, ongin ergo- fysioterapi, ongin røkt, ongin flutningur, ongin mat­ ur, ongin fyrisiting, ongin skriving, onki vask o.s.fr. – o.s.fr. Vit kunnu sjálvandi ikki taka hetta í álvara. Lat meg so taka upp aftur, at hóast Landssjúkrahúsi seinastu árini hevur fingið størstu játtanarøking í Før­ oya søgu og harafturat fing­ið kommunulæknarnar at passa skaðastovuna og minkað um upptøkuøkið, so brúkar tað enn sum áður mun­andi megi til at svína hini sjúkra­húsini til. Fari eisini at gleðast um, at hóast Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið minstu játtana­ røking seinastu árini, so hevur tað eydnast at halda støði og produktivitet. Eg kann eisini gleðast um, at vit samtundis hava økt um upptøkuøkið. Vanliga hava vit tikið sjúk­lingar frá øllum Før­oy­ um, og tað halda vit áfram við. Harafturat eru alt fleir sjúklingar frá Eystur­ oy komnir til Klaks­víkar, nú tey mistu komm­unu­ læknavaktina og Norð­oya­ tunnilin opnaði, og tað hevur verið eitt sera positivt upp­ livilsi. Hinvegin hava vit hvørki tíð ella hug at leypa á Landssjúkrahúsið. Men tá álopini frá Lands­sjúkra­hús­ inum gerast til beinleiðis lygu­søgur, gitingar og igno­ rantar eru uppií, ja, tá noyðast vit út at verja okkum. Gleðilig jól og gott nýggj­ ár! Sjúkrahúsverk Føroya anno 2011 Jakup Petersen Fyri hesa virðisløn vil eg fegin takka øllum teimum mongu, ið eg havi havt sam­ skiftið við.   Tað verið seg við samrøðu, skriving, rættlestur ella út­ gávu. Tíverri hava nakrir feilir snýkt seg inn í bókina. Her vil eg vísa til, hvar teir eru at finna, so at tit, ið hava ognað tykkum bókina, kunnu rætta hetta. Á síðu 49 stendur staðar­ navnið Ternuryggur, hettar er ikki rætt, staðarnavnið er Eystari Ringvegur 9. Á síðu 68 stendur drigin broddur. Føroysk ull. Á siðu 69 stendur nappað várull. Føroysk ull. Hetta er fyrsta flokks føroysk ull frá Hilmar Kass ár 2001. Á síðu 119 stendur í fót­ notuni Finnur Lüztsen, hetta skal vera Finnur Kjølbro, Klaksvík. Á síðu 127 stendur í fót­ notuni Jenny Samuelsen, hetta skal vera Jenny Simon­ sen. Á síðu 372 standa somu­ leiðis nøvnini Finnur Lüztsen og Jenny Samuelsen. Mentanarvirðisløn  M. A. Jacobsen fyri  bókina »Seyður Ull Tøting« Nicolina Jensen Beder Kjak