Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” Luk. 2, 10 – 11. Vit gleða okkum til jólini; hesa vælsignaðu hátíð, sum hevur sín serliga dám, við tað at alt er prýtt við glitrsndi jólaprýði innan so væl sum uttandurða. Øll vilja gera tað so hugnaligt sum gjørligt og eru so blíð hvør við annan tað er alt í lagið við øllum hesum; men hvar er Jesusbarnið? Tað er jú Jesusbarnið ið vit skulu minnast um jólahalguna, hann sum lat lívið og keypti okkum dýrt við blóðið sínum á Golgata, hann mátti tøma skálina beisku, í okkara stað, soleiðis at vit kunnu verða frelst og frí. Hetta er tann jólagávan, sum allur heimurin hevur fingið frá Gudi, soleiðis sum tað er skriva í Jóhs. 3, 16. Latum okkum tí taka ímóti hesum jólunum við takksemið í hjørtum okkara, soleiðis at vit opnað okkara hjørtu fyri hesari dýrabæru gávu, sum Gud hevur givið heiminum. So vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Gudi signað nýggjár í Jesu navni, við tøkk fyri árið sum brátt er komið at enda. Og vil eg enda við einum jólasálmi sum eg havi yrkt til jólini 2011. Kjartan Stakksund, 3. november 2011 Jólasálmur Lag: Eg gleðist so hvørt jólakvøld. Hj. 85. 172. Jólini Stóru gleðiboðini Jólanáttin sæl og góð, vit gleðast enn í dag; um sæla vakra einglaljóð, og vakra jólalag. Ein eingil boðar hirðum frá, tað fyrstu jólanátt; teir sótu seyðum sínum hjá, eitt undur sælt og gott. Ein frelsari nú føddur er, hann grøðir syndasár; hann út um allan heimin fer, og turkar burt hvørt tár. Tað Jesusnavnið ljóðar enn, og ei útstrikast kann; tað reisur upp djúpt falnar menn, á Golgata hann vann. Enn jólaboði ljóðar her, á Føroya klettum við; tað út um allan heimin fer, tað boðar sælan frið. Gud gevið oss her friðfull jól, hann signi hvørt eitt heim; hann verið oss Guds náðarsól, við sælum miklum gleim.