fríggjadagur 23. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Býarskipanardeildin hjá
Tórhavnar
kommunu
hevur nú havt nakrar
fundir við limirnar í
staðbundnu
nevndini
fyri Kaldbak, har ymiskar
møguligar broytingar í
byggisamtyktini
hava
verið umrøddir. Semja
var um at gera uppskot
um
nakrar
smærri
broytingar
fyrst,
og
samstundis at gera eitt
uppskot til heildarætlan
fyri Kaldbak, við fleiri
økjum, sum kunnu leggj
ast afturat byggisam
tyktini tá ið hetta verður
neyðugt.
Ætlaðu broytingar
nar av byggisamtyktini
eru, at markera nøk
ur økir uppat verandi
býlingum
á
Gørðum
og við Á, sum kunnu
útstykkjast til sethús.
Talan er um uml. 15-
17 grundøkir. Eisini er
ætlanin at leggja eitt
D-øki
til
miðstaðar
bygging á uml. 9.500 m
vestan- og norðanfyri
B-økið við skúlan. Har
afturat
eru
nakrar
smærri
broytingar
gjørdar í tekstinum til
byggisamtyktina.
Í heildarætlanini er
ætlanin at leggja eitt øki
til uml. 10-12 grundøkir
millum á Skriðubakka og
Mjólkargøtu og eitt øki
upp á uml. 15 grundøkir
eystan fyri útstykkingin
á Fløtum.
30 nýggj grundøkir
í Hoyvík
Samstundis var einmælt
samtykt í byggi og býar
skiparnarnevndini og í
býráðnum, um at gera
ein útstykking uppá 30
grundøkir í Djúpagili/
Millum Gilja í Hoyvík
uppá 300 fermetrar.
Nú hava vit avgreitt
hesi
bæði
útstykk
ingarmálini í byggi og
býarskipanarnevndini
og tey vóru einmælt
samtykt og mikukvølið
samtykti eitt samt bý
ráð omanfyri nevndu
ætlanir í Kaldbak og
í Hoyvík. Hetta er at
fegnast um og tí nú vera
fleiri grundøkir tøk í
kommununi. Vit hava
framvegis ein langan
biðilista til grundøkir í
Tórshavnar kommunu.
Næsta stigið er ein
útstykking í Kollafjørði,
sum er um at vera klár
at leggja til støðutakan
hjá byggi og byarskipar
narnevndini.
Fleiri
grundøkir í
Kaldbak og
í Hoyvík
Levi Mørk
formaður í byggi og
byarskiparnarnevndini hjá
Tórshavnar kommunu
Kjak
Bóndafelagið stendur spyrj
andi um broyting í játtan
til djóralæknatænasturnar
frá 973.000 kr í 2011 til heilt
at fella burtur í uppskoti til
fíggjarlóg fyri 2012.
Henda játtan fer til vakt
arhald
eftir
vanliga
ar
beiðstíð, og at javna ferða
kostnaðin kring landið.
Avleiðingin av, at henda
játtan verður tikin burtur
verður, at djóralækni bert
er tøkur gerandisdagar í
vanligari arbeiðstíð, og at
kostnaðurin at fáa djóra-
læknahjálp út um landið,
verður tengdur at frástøðuni
frá miðstaðarøkinum, har
djóralæknarnir húsast.
Ein
sera
óheppin
og
ótolandi støða fyri land
búnaðin í Føroyum og ser
liga fyri bøndur, sum kunnu
koma í ta støðu, at noyðast at
avlíva neyt ella onnur djór,
sum eru bóndans vinnu
tól, vegna vantandi djóra
læknahjálp.
Als
ikki
ein
hóskilig
støða fyri eitt framkomið
samfelag.
Í øðrum føri verður av
leiðingin,
at
kostnaðurin
fyri hjálp verður so stórur,
at bóndin, sum einhvør
góður vinnurekandi, sendir
rokningina til næsta liðið
føroysku
familjuna,
sum
keypir mjólk og kjøt.
Tí í veruleikanum er
stuðulin til landbúnaðin ein
brúkarastuðul
at
tryggja
kundanum eina keypandi
vøru.
Eitt er vist, at djóralækn
arnir ganga ikki ólønta vakt
ella ferðast uttan gjald til
útjagaran, sum enn einaferð
er við sviði soð.
Vit undrast, um hetta
er ein liður at niðurlaga
landbúnaðin
í
Føroyum.
Vælsignaðu
landsstýris
menn, gevið okkum so greið
boð, um ta er ætlanin.
Vónandi er hetta eitt
mistak, sum tit báðir Jo
han Dahl og Jákup Mikk
elsen finna eina semju um
og játtanin kemur á fíggjar
lógina aftur.
Bóndafelagið stendur spyrjandi
Anna Rubeksen
forkvinna
Vegna Bóndafelag Føroya
Haldi allir politisku flokk
arnir í valstríðnum vóru
samdir um, at tað er alt, alt,
alt ov dýrt at liva í Føroyum,
og at okkurt má og skal
gerast við tað. Og eg haldi
eisini, at semja var um, at
marginalskatturin
er
ov
høgur.
Men tað er heilt vist, at
borgarliga skattakollvelting
in hjá BADH-samgonguni
loysir ikki trupulleikan – ikki
uttan so at endamálið bert
er at gera tað liviligari hjá
teimum ríkastu her á landi.
Og tað er flaggandi líka
mikið, um flati skatturin
er eitt sindur progressivur,
sum
samgongulimir
og
teirra viðhaldsfólk í almenna
kjakinum nú brúka alla
orku upp á at argumentera
fyri. Ikki so býtt, sæð við
teirra eygum, tí fokus er
flutt frá høgraradikala og
ósamhaldsfasta
substans
inum í hesi nýggju skatta
skipan. Nú snýr kjakið seg
bert um, HVUSSU flatur ella
brattur flatskattastigin er.
Men tað er eitt faktum, at
nýggi skatturin skapar størri
ójavna millum fólk, tí hann
ger tey ríku nógv ríkari og tey
minni ríku fátækari. Hetta
seinna, tí prísirnir heilt vist
hækka enn meira, tá tey ríku
verða ríkari, so tey - og bara
tey - kunnu keypa meira.
Tað er tað, tað snýr seg
um!
Fyri tey lágløntu verða
Føroyar tí eitt upp aftur
dýrari land at liva í. Sam
stundis verður eisini teirra
pensjónsskattur, sum skuldi
brúkast at fíggja vælferð
artænasturnar við, tá pen
sjónsaldurin einaferð verð
ur rokkin, nú hækkaður
og brúktur at loysa akutta
likviditetstrupulleikan, sum
stendst av at geva teimum
ríku ovurhonds skattalætta.
At
neoliberalistiska
Vinnuhúsið jublar um kapp
við samgonguna, undrar als
ikki, hóast onki fantilsi er á
argumentasjónini. Fólk fara
at tíma at arbeiða eyka nógv
nú, siga tey. Well, hvar eru tey
arbeiðsplássini, har tað ber
til at arbeiða so nógv meira,
at tað munar? Mær vitandi
er torført yvirhøvur at fáa
arbeiði í landinum í hesum
búskaparligu afturgongds
tíðum, og yvirtíð plagar at
verða tað fyrsta, ið spart
verður upp á.
Ein onnur tragedia er,
at í lívd av skatta- og pen
sjónskjakinum
arbeiðir
samgongan í frið og náum
og við fullari ferð við at
privatisera ognarrættin til
okkara livandi tilfeingi í
havinum niður í lummarnar
á útvaldum aktørum í fiski
vinnuni.
Har fer “ogn Føroya fólks“,
og tá tað er hent, vendst
ikki aftur. Tí ein drenaður
landskassi fer ikki at verða
førur fyri at rinda tey end
urgjøld, tað fer at kosta, um
tað skal takast aftur, sum
einaferð er latið.
BADH – asosiala jólagávan
til Føroya fólk
Ingolf S. Olsen
Sørvágur
Orðadrátturin um, hvørt flatskatturin er púra flatur sum ein
pannukøka ella bara nokkso flatur, er onkisigandi. Tað stutta av tí
langa er, at hann er ófíggjaður, bert tænir teim vælbjargaðu og fer at
gera tað enn dýrari at liva hjá teimum lágløntu og pensjonistum.