fríggjadagur 23. desember 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
10
blaðið
samrøða
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í skjótt fimm mánaðir hevur 19 ára
gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði
verið fullkomiliga óhjálpin.
Alt byrjaði við, at hann kom heim
til skyldfólk í Klaksvík á Summar
festivalinum og fall í óvit.
Hildið varð fyrst, at Emil hevði
fingið onkur rúsevni í seg, men tað
varð ikki prógvað.
Staðfest var, at hann í øllum førum
hevði havt ein blóðtøpp, men spurn
ingurin var hví?
Emil varð fyrst fluttur á sjúkrahús
í Føroyum, síðan á Ríkissjúkrahúsið í
Keypmananhavn. Haðani fór hann á
sjúkrahús í Jyllandi, og nú í longri tíð
hevur hann verið á neurosentinum í
Hammel stutt frá Århus.
Hóast Emil situr í koyristóli og fær
hvørki gingið ella staðið, er lagið gott
á honum, sigur mosturin Mariann
Petersen, sum fyri stuttum var í fleiri
vikur og vitjaði systirsonin.
Gongur rætta vegin
Emil lá leingi í koma og útlitini vóru
vánalig. Men tíbetur kom vend í, og
nú ger hann framstig, hóast tað gongur
ógvuliga seint. Familjan sær tó, at tað
gongur rætta vegin.
Nú er hann komin somikið langt, at
hann fær flutt fýra fingrar, fær strekt
høgra arm, og meira lív er eisini komið
í beinini.
Emil fær ikki tosað, men tey hava
eina stavitalvu við stavum at peika á,
og soleiðis kann hann samskifta við tey,
sum eru um hann.
Síðani august hevur Emil bara fingið
flótandi føði, men nú hevur hann eisini
fingið eplamorl og sós, og tað dámdi
honum, tá ið hann herfyri fekk turran
fisk í gazebindi at leggja út í kjálkan og
súgva smakkin úr.
Hóast fleiri helst høvdu fallið í fátt
av støðuni, so hevur Emil ikki mist
mótið. Tvørturímóti fegnast hann um
allar smáar upplivingar og øll smá stig,
sum bera hann rætta vegin.
Hugnar sær í jólamánaðinum
Síðani tilburin í august hevur Emil
verið á ymsum sjúkrahúsum, og sein
astu tíðina hevur hann verið á neuro
centrinum uttanfyri Århus. Alla hesa
longu tíðina hava foreldrini verið hjá
Emil. Onkuntíð eru tey farin heim, men
tá hava skyldfólk avloyst. Mosturin
hevur verið hjá honum í tvey longri
tíðarskeið, og Emil hevur sostatt ongan
tíð verið einsamallur. Tey royna eftir
førimuni at geva honum onkrar upp
livingar.
– Hann hevur nakrar ferðir
verið ein túr í býnum eitt nú
fyri at klippa sær, og fyri
tveimum vikum síðan vóru vit í
býnum við Emil í koyristóli. Tað
var so hugnaligt, tí býurin var
so jólaligur, sigur mosturin.
Nú til jóla er øll familjan
farin niður at halda jól saman
við Emil. Umframt foreldrini
eru eisini báðar systrar hansara,
Petra, sum er 27, og Sandra, sum
er 14, farnar niður at halda jól
saman við honum.
Hann var so hjartans fegin, tá ið
systurin við síni lítlu dóttir kom at
vitja, tí lítla systurdótturin er hansara
eitt og alt.
Foreldrini hava nú fingið eina íbúð
at búgva í í Hammel, men Emil heldur
seg ikki til at fara heim til teirra á jólum.
Í staðin er skipað so fyri, at familjan fær
eina stovu á neurosentrinum at eta jóla
døgurðan í, og tey eru fegin um, at tey
øll fáa verið saman jólaaftan.
– Tað er heilt vist, at Emil kundi ikki
fingið eitt betri stað at verið til upp
venjingar, sigur mosturin, sum gleðir
seg til tann dag, tá ið Emil kemur heim
aftur.
Nær tað verður, veit eingin. Tað
kunnu ganga ár, men tað veldst alt um,
hvussu Emil kemur seg. Stríðsandin er
í øllum førum góður.
19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði kemur seg sera spakuliga
eftir blóðtøppin, hann fekk á Summarfestivalinum fyrr í ár.
Framstigini eru smá, men hann stríðist og lagið er gott. Í hesum døgum
fegnast hann um at hava alla familjuna rundan um seg á jólum
Emil heldur
familjujól
Stuðlið Emil
Tað er ein fíggjarligur smeitur fyri familjuna at skula
vera heimanifrá so leingi og onga inntøku hava.
Pápin er sjómaður, men hevur ikki verið til
sjós síðan fyri summarfestivalin.
Mamman arbeiddi sum heimahjálp, men hon er
søgd úr starvi eftir so langa fráveru.
Tey, sum vilja stuðla Emil, so hann kann fara til onkur tiltøk,
kunnu flyta eina peningagávu á konto 3655840 í Eik.
Emil ynskir gleðilig jól
Eg vil gjarna senda eina heilsan hiðani frá
neurosentrinum í Hammel í Danmark.
Eg vil takka tykkum øllum, sum hugsa
um meg, og sum hava biðið fyri mær.
Við ynski um eini gleðilig jól.
Heilsan
Emil Bjarnaskor
Við stavtalvuni
hevur Emil sett hesa
jólaheilsanina saman