fríggjadagur 23. desember 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
11
blaðið
Ein 19 ára gamal maður hevur ligið á Landssjúkrahúsinum uttan vit síðani
sunnumorgunin, og familjan heitir nú á almenningin um at hjálpa sær.
Talan er um Emil Bjarnaskor av Viðareiði, sum hevði verið
á Summarfestivali, men fall í óvit, tá hann kom aftur til
skyldfólkini, hann búði hjá í Klaksvík, meðan festivalurin var.
Sambært familjuni hjá Emil Bjarnaskor, sum Portalurin hevur tosað
við, hevur Emil helst tikið rúsevnir av onkrum slag. Ógreitt er, um hann
sjálvur hevur tikið rúsevnini ella onkur hevur lumpað tað í hann.
– Vit vita heldur ikki, hvat slag av rúsevni talan er um, og áðrenn vit
vita tað, fáa læknarnir einki gjørt, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen.
Hon heitir tí inniliga á fólk, sum hava sæð ella vita
okkurt, um at seta seg í samband við seg.
– Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt
samband við hann, síðani sunnumorgunin.
Einaferð í dag opnaði hann eyguni, men tey fóru
aftur beinanvegin, fortelur Mariann B. Petersen.
Familjan hjá Emil Bjarnaskor hevur sitið hjá honum, síðani
hann var fluttur á Landssjúkrahúsið sunnumorgunin. Tey
vóna, at onnur kunnu hjálpa teimum við upplýsingum, um
hvat Emil Bjarnaskor kann hava tikið av rúsevnum.
Tey, ið halda seg vita okkurt, sum kann hjálpa Emil Bjarnaskor og
familjuni, kunnu ringja til mostur hansara, Mariann B. Petersen á 27 41 68.
Tað varð ongantíð staðfest, hvørt Emil hevði tikið rúsevni ella ikki, men hann
hevur í øllum førum havt ein blóðtøpp, sum hevur havt álvarsamar fylgjur.
Brot av portalinum 8. august 2011