fríggjadagur 23. desember 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
12
blaðið
Hetta er tíðin, har karamellur, piparnøtir, sjokuláta
og annað søtt er at fáa í ovurmáti. – Skulu børnini
vera væl fyri jóladagarnar, er umráðandi at
velja rætta góðgætið til børnini, sigur Gyða í
Gongini, kostfrøðingur hjá Fólkaheilsuráðnum
heilsuráð
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Sjokulátakalendari, mandarinir, pipar
nøtur, karamellur, smákøkur og annað
góðgæti hoyra jólunum til og eru hjá
teimum flestu ein partur av hugnanum
um høgtíðina. Men eta børn ov nógv
av tí søta, kunnu jóladagarnir gerast
ein sonn marra fyri bæði børnini og
foreldrini, tí sukur hevur stóra ávirkan
á børn.
Sukur ger børn illa fyri
Tað er ymiskt, hvussu stórar nøgdir av
sukri børn kunnu hava:
– Tað er ógvuliga individuelt, hvat
børn tola av sukri, men vanliga skulu
børn ikki hava meir enn tvær súpiskeiðir
av sukri, sigur Gyða í Gongini og legg
ur afturat, at tað verður frámælt, at
vøggustovubørn fáa sukur. Tað munnu
vera nógv foreldur, ið halda, at børnini
eta ov nógv góðgæti um jólini, og tað
nógva sukri hevur eisini avleiðingar.
– Trupulleikin er tann, at ov nógv
børn eta seg mett av sukri og tómum
kalorium. Tí gerast tey troytt, grenjut
og kunnu eisini fáa kvalma, sigur Gyða
í Gongini. Hóast ongar vísindaligar
kanningar enn hava prógvað, at børn
gerast ovurvirkin av góðgæti, so veit
mann, at alt tað søta ávirkar blóðsukrið
hjá børnunum. Tey gerast tá í ringum
lag og kunnu merkja órógv í kroppinum
og verða ørkymlað.
– Fyri at blóðsukrið skal haldast
støðugt gjøgnum dagin, er tað umráð
andi, at børnini eta seg mett í heilsu
góðum kosti ístaðin fyri góðgæti. Gev
teimum ein góðan morgunmat, soleiðis
at tey leggja ein góðan botn, og lat tey
fáa fleiri, smærri máltíðir gjøgnum
dagin, greiðir Gyða í Gongini frá.
Góðskan er umráðandi
Ein donsk kanning vísir, at eitt barn
vanliga etur 342 sukurmolar upp á
tríggjar dagar á jólum. Sambært al
mennu tilráðingunum er hetta fýra
ferðir meir enn tað, sum eitt barn í
skúlaaldri eigur at eta. Børn í skúlaaldri
skulu ikki hava meir enn 40-50 gramm
av sukri um dagin, og hesa nøgdina fáa
tey lættliga.
– Nógv børn vilja hava eitt sindur
av sukri á havragrýnið um morgunin,
og drekka tey so eitt glas av saft seinna
partin, ja so er sukurkvotan fyri tann
dagin uppbrúkt, sigur Gyða í Gongini.
Út frá hesum er lætt at síggja, at nógv
børn fáa alt ov nógv sukur í desembur,
men júst tí er tað eisini umráðandi, at
foreldrini hugsa um góðskuna á tí søta,
sum børnini eta.
– Sjálvandi skulu børnini hava okk
urt søtt um jólini. Tað skal bara ikki vera
so, at tey eta seg mett av tí søta. Eg vil
viðmæla foreldrum at geva børnunum
til dømis marsipan, turkaða frukt og
myrka sjokulátu, tí tað hevur ikki so
stóra ávirkan á blóðsukrið, sigur Gyða í
Gongini. Hon vísir eisini á, at ein stórur
partur av teimum drykkjuvørunum,
sum børnini drekka jóladagarnar, bert
eru flótandi kaloriur, sum ofta fáa blóð
sukrið at svinga ov nógv. Tað er tó ikki
alt, sum hoyrir jólunum til, ið er líka
ósunt.
– Tað er eitt gott hugskot at geva
børnum mandarinir, sum nógv hava
liggjandi í eini skál heima við hús.
Mandarinir eru nokk tað besta, mann
kann velja nú um jólini, tá mann skal
hugna sær, tí mandarinir innihalda eina
rúgvu av c-vitaminum, greiðir Gyða
frá og mælir annars bæði vaksnum
og børnum til at hugsa um at eta eftir
teimum átta kostráðunum eisini um
jólini.
Hugsið um
góðskuna á
tí søta
Góð ráð um jól,
sukur og børn:
• Vel ein kalendara við smáum gávum
heldur enn sjokulátakalendara
• Vel góðgæti av góðari góðsku.
Hetta kann vera marsipan ella myrk sjokuláta
• Et tað søta beint eftir eina høvuðsmáltíð,
soleiðis at blóðsukrið verður hildið støðugt
• Et øll sløg av nøtum
(ansa eftir at smábørn ikki seta í hálsin)
• Syrg fyri at barnið er væl fyri við at hugsa
um tess kost, svøvn og vitaminískoyti
Tá børn eta seg mett av sukri og tómum kalorium,
gerast tey troytt, grenjut, kunnu fáa kvalma,
gerast ørkymlað og kenna órógv í kroppinum.
Gyða í Gongini,
kostfrøðingur hjá
Fólkaheilsuráðnum