fríggjadagur 23. desember 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
18
blaðið
at fólk brúka orðið brek ella brekaður í
fleng, tá tey siga tað um onkran persón
ella um nakað sum er býtt ella bein
leiðis kiksað.
– Tá dámar mær munandi betri
vendingina »at bera brek«, tí tað setir
ikki eitt slíkt negativt stempul á ryggin
hjá tær, men ein sær snøgt sagt forbí
tað. Tað sigur faktist bara, hvat tú ert,
men ikki hvør tú ert. Tí innanfyri brekið
bankar altso eitt mannahjarta, sum
hevur somu møguleikar og sama krav
um virðing sum øll onnur menniskju.
– Ja, tað hevur sera stóran týdning at
vit ikki verða gjørd til eitt brek ella ein
trupulleika, men at vit eru menniskju
sum bera eitt brek, og sum kortini ikki
ger okkum øðrvísi enn onnur hóast alt,
sigur Tóra við Keldu.
Hvat er at vera normal?
Heilt frá barnaárum hevur navnið Tóra
við Keldu verið knýtt at svimjing. Hon
luttók saman við Ítróttarsambandinum
fyri Brekað í kappingum bæði heima
og úti, og vann her ein hóp av heiðurs
merkjum. Síðani hevur hon stovnað
familju, lokið prógv sum lærari og er
íðin at gera vart við ymisk viðurskifti
innan hennara yrki í lesarabrøvum.
Fyrr í mánaðinum var hon til eitt
tiltak í Løkshøll, har hon fyrstu ferð
alment segði frá um brek sítt. Fyri at
vísa fundarfólkinum á brek sítt, ella
rættari, hvussu lív hennara hevði verið
uttan eina protesu, valdi Tóra at ganga
upp á talarastólin uttan hesa.
– Hetta gav helst fólki nakað at hugsa
um, nú eg gekk niðan á talarastólin á
ein heilt serstakan hátt. Men eg má,
heilt erliga siga, at hesa løtuna føldi eg
meg virkiliga nakna.
– Hinvegin havi eg ofta hugsað
um tað at vera normal: Er tað at vera
normal at liva eitt lív við eini protesu –
ella kanska nettupp uttan eina protesu?
Ella er hetta bert nakað sum vit fjala
okkum aftanfyri. Tí skal eg vera heilt
erlig, so føli eg meg munandi øðrvísi
uttan hesa protesuna, enn tá eg havi
hana á.
– Fyri meg er tað eingin trupulleiki,
tí so løgið tað enn kann ljóða, so føli eg
meg frælsa við protesuni, og havi stórt
sæð kunnað gjørt tað, sum eg ætlaði
mær.
Eru bæði beinini líka long?
Hóast Tóra hevur kunnað gjørt mong
ymisk ting og hevur havt eitt ríkt lív við
sínum breki, eru tað ikki øll ið duga at
virða líkar hennara.
Í summar las hon eina ógvuliga
skelkandi yvirskrift í einum donskum
blaði, sum vísir nakað av tí, sum kann
gerast veruleiki um nøkur ár. Yvir
skriftin var soljóðandi: »Skjótt verða
børn við Downs Syndrom søga«.
Fyri hana er hetta bert ein staðfesting
av rákinum í dag, har tað ræður um at
vera best, vakrast og klókast, og eitt
samfelag sum bjóðar mammum at
skanna barnið undir barnsburðinum,
fyri at avdúka um alt er í lagi.
– Ja, handan yvirskriftin smakkaði
mær sera illa. Tí, hvat er tað sum vit
vilja – ynskja vit at rudda børn út, tí vit
ikki tíma tey, ella kanska ikki hava tíð
at taka okkum av teimum? Skulu onnur
avgera, um tú ella eg skulu hava rætt
at liva? Hvat við øllum hesum sum ikki
passa inn í okkara rammur – ja, hvussu
hevði verið við mær?
– Eg spurdi einaferð mammu mína,
hvat hon hugsaði, tá hon átti meg. Hon
var sjálvandi fegin um at hava átt eitt
barn aftrat, men eingin ivi er um, at
hon ynskti sær eitt barn uttan brek, eins
og øll onnur foreldur gera.
– Beiggi mín, Pætur er føddur við
klumpfóti, men hóast tað og mítt brek,
høvdu bæði hon og pápi tann eina
standandi eginleikan at kunna vaksa
við uppgávuni.
Tóra hevur sjálvt átt tvær vælskaptar
gentur, og í hesum sambandi vóru tær
báðar eisini skannaðar í móðurlívi.
– Eg minnist væl aftur á tann fyrsta
spurningin eg setti teimum á sjúkra
húsinum: »Eru bæði beinini líka long?«
So tú sært, at hesin óttin hann liggur
har onkustaðni.
– Tí var eg eisini sera fegin um at
sleppa at síggja myndina av fostrinum,
har altso bæði beinini vóru líka long,
sigur Tóra við einum brosi.
Tóra hevur sjálvt átt tvær vælskaptar gentur. – Eg minnist væl aftur á tann fyrsta
spurningin eg setti teimum á sjúkrahúsinum: »Eru bæði beinini á líka long?«
myndir: bárður lydersen
Fakta
Navn: Tóra við Keldu, 37 ár
Gift við Eystein Elttør
Starv: Lærari
Áhugamálini eru mong, men um eg skal
nevna nøkur, so eru tað óivað at syngja,
at svimja, at lesa og at skriva