Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2011 26 blaðið Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Teir hava í nógv ár arbeitt tætt saman í politikki. Hava samstarvað í landsstýrinum, í løgtinginum, á fólkatinginum og í politiska lands­ lagnum ann­ars. Hava verið við til at mynda full­veldis­vongin í føroysk- um politikki. Hava tosað hugsjónar- liga og sannførdir um einar frælsar Føroyar. Hjálptu og stuðl­aðu hvørjum øðrum. Men so slitnaði bandið teirra mill­ um. Politisk ósemja millum Sjúrð Skaale og meirilutan í Tjóðveldi, har Høgni Hoydal eisini var ein partur, gjørd­ist so stór, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóð­veldi. Hann hevði eina hugsan um stjórnar­skipanina, sum flokkurin ikki vildi taka undir við. Og so tók Sjúrður av­leiðingarnar av hesum og takkaði fyri seg sum tjóðveldismaður. Í fyrstu syftu segði hann seg gevast í politikki, men nakrar vikur seinni steig hann innaftur á politiska pallin – nú sum javnaðarmaður og fremsti kandi­daturin hjá Javnaðarflokkinum til fólka­tingsvalið. Brotið við Tjóðveldi og Høgna Hoydal gjørdist partur av valstríðnum til fólka­tingsvalið, og endin var, at Sjúrður Skaale vann sessin í fólkatinginum frá Høgna Hoydal. Vit hittu Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale til eitt jólaprát um teirra politiska stríð, brotið teirra millum, av­ leið­ingarnar av tí og hugsaninar, teir hava, nú ein tíð er fráliðin. Varð gjørt persónligt Bæði Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale leggja dent á, at tað var ein verulig politisk ósemja, sum hevði við sær, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi. Tað var ikki nøkur persónlig uppgerð teirra millum. – Tað var eitt politiskt brot okk­ ara millum, men tað bleiv eitt sindur persónligt í valstríðnum til fólka­tings­ valið. Eg og Sjúrður hava arbeitt tætt saman, og tá mann blívur politiskt ósamdur, sum vit gjørdu, so er tað ein erlig søk. Men í miðlunum og millum mann­að bleiv tað kanska gjørt til eitt meira persónligt stríð millum okkum, og tað eri eg harmur um. Tað vóru onkr­ir pástandir um lygnir førdir fram, og tað var keðiligt, men tað hava eg og Sjúrður eisini samskift um síðani, sigur Høgni Hoydal. Sjúrður Skaale tvíheldur um, at hann kom í eina støðu í flokkinum, har hann ikki longur kundi verða við. – Meirilutin í Tjóðveldi hevði eina aðra hugsan enn eg um stjórnar­skip­ an­ina, sum eg hevði arbeitt nógv við. Eg helt, at tað var ein so stórur feilur av flokkinum at gera, at eg mátti taka avleiðingarnar av hesi ósemju og fara úr flokkinum. Ein ósemja sum hendan er heilt øgiliga strævin, tí tað er so nógv fokus á hana. Mín støða kann ikki samanlíknast við, at onk­ur verður ósamdur við leiðsluna í einari fyritøku og fer úr starvi. Tað er so stórur almennur áhugi fyri eini politisk­ari ósemju, og tí blívur tað øgiliga trupult. Øll hava eina meining um eitt slíkt stríð, og tí má tað verða ein sera væl umhugsað avgerð, tá ið mann fer úr einum flokki. Men eg kom til ta niður­støðuna, at tað einasta rætta fyri meg var at fara úr Tjóðveldi, og tað gjørdi eg so, sigur Sjúrður Skaale. Eingin bardagi Hóast ósemjan var av politiskum slagi, so bleiv tað ført fram nógvastaðni, at hetta var eitt stríð millum Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale. – Tað, sum bleiv persónligt hjá mær, var, at tað bleiv gjørt persónligt. Eg og Sjúrður hava arbeitt tætt saman í nógv ár, og tað var ikki knappliga so­ leiðis, at nú bardust vit í einum rúmi. Í fjølmiðlunum var tað gjørt til eitt stríð millum okkum báðar. Men hetta var eitt mál, sum varð viðgjørt væl og virðiliga í flokkinum, og niðurstøðan var, at meirilutin í flokkinum var ikki samd­ur við Sjúrð. Eg beri ikki nakað per­sónligt agg av hesum. Men hetta var ein keðilig tíð, tí ósemjan gjørdist ein partur av valstríðnum til fólkatingið og framstóð eisini har sum eitt persónligt stríð millum okkum, sigur Høgni Hoydal. – Tá ið tað er ein politisk ósemja, har tveir persónar blíva eksponentar fyri hesa ósemjuna, so er tað á ein hátt eitt stríð millum tveir persónar. Men tað merkir ikki, at tað er persónligt. Tað var tað ikki, og eg beri ikki nakað per­són­ ligt agg yvirhøvur eftir hesa ósemjuna, sigur Sjúrður Skaale. Nógv minni samband Síðani Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi, er sambandið millum hann og Høgna Hoydal blivið munandi minni, hóast teir framvegis eru væl og samdir um nógv politisk mál. – Eg sakni samstarvið, sum eg hevði við Sjúrð, og eg harmist um, at vit ikki hava tað samstarvið longur. Men tá ið alt kemur til alt, so vóni eg, at tað ber til at skilja tey persónligu og politisku ting­ini frá hvørjum øðrum. Men sjálv­ andi hevur avgerðin hjá Sjúrði havt við sær, at vit ikki hava tað sama samskifti longur, sum vit plagdu at hava, sigur Høgni Hoydal. – Eg og Høgni hava ikki havt so Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale vóru í áravís tættir politiskir samstarvsfelagar, tosaðu mest sum dagliga saman um politikk og vóru virknir bæði í løgtingi og á fólkatingi. Men ein politisk ósemja hevði við sær, at Sjúrður Skaale rýmdi úr Tjóðveldi, og stutta tíð seinni vann hann fólkatingssessin frá Høgna Hoydal. Vit hittu teir báðar til eitt jólaprát og spurdu, um stríðið teirra millum gjørdist persónligt, um Høgni er beiskur um avleiðingarnar, og um Sjúrður angrar nakað í stríðnum Hvørki agg ella angur