Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 59

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2011 27 blaðið nógv samband, síðani eg fór úr Tjóð­ veldi. Vit samskiftu nógv um politikk, men tá ið eg nú eri blivin partur av Javn­aðar­flokkinum, so merkir tað sjálv­sagt, at tað eru onnur fólk, sum eg nú samskifti meira við, sigur Sjúrður Skaale. Slaka ella standa fast Ein av sentralu lutunum í ósemj­uni millum Sjúrð Skaale og meiri­lut­an í Tjóðveldi var, hvørt Tjóð­veldi skuldi halda fast um sína av­gjørdu ríkis­ rættarligu støðu í stjórnarskipanar­ upp­skot­inum, ella um Tjóðveldi skuldi slaka eitt sindur fyri at koma longur ávegis ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum. – Endamálið við at verða í politikki skuldi verið at fáa nakað burturúr, men eg upplivdi tað sum, at flokkurin sjálvur kom fram um verulig úrslit og fram um tað, sum var besta fyri landið. Tað var ikki ein nóg sterkur vilji í Tjóðveldi til at geva eitt sindur, so tað bar til at føra veruligan politikk, sum kundi føra Føroyar framá, heldur Sjúrður Skaale. – Eg eri ósamdur við Sjúrð í, at ein flokkur verður eitt endamál í sær sjálvum. Men tað, sum ein flokkur hevur grundað sítt virki á, er týdn­ ingar­mikið. Tjóðveldi kann verða prag­ matiskt í øllum málum, men tað eru nøkur mørk fyri, hvat vit kunnu verða við til – og soleiðis var í sambandi við stjórnarskipanaruppskotið. Eg kann eisini vísa á undirgrundarmálunum, har tað vóru flokkar, sum stóðu fast við, at Føroyar áttu rættin til undirgrundina, og tí endaði tað eisini við at vit fingu okkara rætt. Høvdu vit slakað, so høvdu vit fingið onkra millumloysn, sigur Høgni Hoydal. Valkvøldið Eftir at Sjúrður Skaale var farin úr Tjóð­veldi, umhugsaði hann sína støðu í eina tíð. Hann segði í fyrstu syftu, at hann gavst í politikki, men endin var, at hann fór upp í Javnaðarflokkin og gjørd­ist valevni til fólkatingsvalið. Dramatiska valið endaði við, at Høgni Hoydal, sum hevði sitið á fólka­ tingið, fall, og Sjúrður Skaale vann sessin hjá honum. – Støðan kendist løgin valkvøldið, men eg eri ikki beiskur um, at tað endaði soleiðis. Eg harmist tó um, at vit nú hava tveir samríkjaflokkar á fólka­ tingið. Tað var keðiligt, sigur Høgni Hoydal. Sjúrður Skaale sigur, at tað var ógvuliga óvæntað, at hann skuldi vinna sessin. – Sambandið og Tjóðveldið vóru jú stór­favorittar. Eg var heilt tikin av fót­ um, tá Grækaris Djurhuus Magnussen langaði eina mikrofon upp í andlitið á mær og spurdi hvat eg segði til, at eg var valdur. Eg visti ikki hvat eg skuldi svara – myndin sum kom í hugan var, at tað var sum at standa á Kunoyarnakki eftir at hava gingið smalar røkur og brattar brekkur. Og so tók eg til frálíku regluna hjá abba Høgna, Karsten Hoydal, sum mín góði vinur Djóni Kunoy plagar at sitera, tá vit hava fingið ein tind undir sollarnar: »Kom klúgv hæddirnar saman við mær / vakrast eru blómurnar, har ringast er at ganga.« Tað var soleiðis tað kendist. Eg var farin frá tí, sum var lætt og trygt, men sum eg helt vera skeivt. Í staðin gjørdi eg tað, sum eg helt vera rætt og setti kós uppá eitt sera illgongt fjall. Og valkvøldið stóð eg á toppinum, sigur Sjúrður Skaale Strævið stríð Hvørki Høgni Hoydal ella Sjúrður Skaale angra nakað av tí, sum hendi teirra millum, meðan stríðið leikaði harðast á. Høgni Hoydal heldur tó, at hann skuldi tikið fatt í trupulleikan nakað fyrri, enn hann gjørdi. – Eg skuldi sum formaður fyrihildið meg eitt sindur fyrri til, at hetta fór at blíva ein ósemja millum okkum. Tað vistu vit helst nakað áðrenn, tað gjørdist alment, og eg havi síðani hugsað um, hvussu eg kundi havt gjørt tað øðrvísi. Tí eg haldi ikki, at tað var er so langt millum partarnar. Eg skuldi havt tikið stig til eina viðgerð av hesum málinum í flokk­inum, tí tá vit umsíðir fóru at við­gera tað, so blivu tað nakrir intensir fundir, har vit ikki megnaðu at finna ein loysn, sum Sjúrður kundi taka undir við, sigur Høgni Hoydal. – Tá ið ósemjan so gjørdist almenn, fór eg í eitt músahol, so at málið ikki skuldi blíva til ein trupulleika fyri flokkin. Og tá Sjúrður fór út við nøkr­ um kontant viðmerkingum, so skuldi eg havt svara líka kontant aftur. Eg kundi havt forklárað støðuna hjá flokkinum meira greitt beinanvegin, sigur hann. Sjúrður Skaale heldur fast um, at hann fekk ikki gjørt annað enn tað, hann gjørdi. – Tað var ótrúliga strævið, men eg angri ikki mína avgerð – als ikki. Støð­ an var soleiðis, at flokkurin ikki hevði somu støðu sum eg í einum sera týð­ andi máli fyri meg, og eg kundi ikki gera annað, enn at taka avleiðingarnar av tí. Og hóast tað ikki var lætt, so ivist eg fram­vegis ikki í, at tað var ein røtt av­gerð at taka. Tað kann okkurt orðið gleppa, men eg royndi allatíðina at halda kjakið á einum politiskum stigi og ikki gera tað persónligt. Fólk fataðu tað kanska persónligt, men eg royndi at gera tað so virðiliga sum gjørligt, sigur Sjúrður Skaale. Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal vóru ígjøgnum eitt slítandi stríð, tá ið Sjúrður Skaale fór út Tjóðveldi, men teir tvíhalda um, at stríðið var ikki persónligt mynd: álvur haraldsen