fríggjadagur 23. desember 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
30
blaðið
lagt til rættis: Inna Törnroos
Njót lívið og tak
eina pausu á jólum
Jólini í ár eru stutt. Tað vil siga, at tað enn
eru tríggir dagar, men frídagarnir kring jólini
eru fáir. Tí er týdningamikið at njóta teir
dagarnar jólini vara sum best. Her eru nøkur
hugskot til eini hugnalig og rólig jól
Hygg at einum jólafilmi
Ein klassikari er »It's a wonderful life« frá 1946, sum
er vorin ein siður hjá nógvum at hyggja eftir á jólum.
»Love actually« við Hugh Grant, Emma
Watson og nógvum øðrum kendum er
ein frálíkur og stuttligur jólafilmur
»The Holiday« við Jude Law, Cameron Diaz og
Kate Winslet er bæði jólaligur og romantiskur.
Les eina góða bók
»Valið og valdið« eftir Høgna Reistrup og Stefan í Skorini er um valið í
heyst. Kanska ikki tann besta bókin at slappa av við, men áhugavert at
lesa hvat teir 17 viðmerkjararnir og serfrøðingarnir siga um valúrslitið.
»Niceville« av Kathryn Stockett er bæði
spennandi og lærurík. Søgan er um lívið
hjá littu húshjálpini Aibileen, og hennara
vinkonur í 1960-unum í USA.
Les eina bók fyri
børnunum. Emil er altíð
stuttligur at lesa!
Spæl eitt spæl
Føroyski Orðálvur – tú hevur tað stuttligt
og lærir teg føroyskt samstundis
Trivial Pursuit – eitt frálíkt spæl,
tá øll familjan er savnað, og øll
kunnu royna sín kunnleika.
Tak eina pausu
Tak eina pausu frá telduni og
teimum sosialu miðlunum.
Bæði høvd og likam hava gott av, at vit ikki sita við
telduna dag og dagliga. Vinirnir á Facebook klára
seg heilt víst ein dag ella báðar tveir uttan teg.
Seinnapartslúr
Fá tær ein seinnapartslúr.
Besti háttur at løða battaríini og
kanska orka betur annað jólakvøld …
Gakk ein túr
Brenn nakrar kaloriur, áðrenn tað
er tíð at seta seg við næsta borð.