leygardagur 21. februar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004
Orð og myndir: Jón Brian
Hvidtfeldt
jonbrian@kallnet.fo
Fryntligi eigarin av gallarí Sct
Gertrud, Kurt Svendsen, bjóðar
kaffi og wienarbreyð. Klokkan er
farin um hálvgum tólv henda
leygarmorgun í Keypmannahavn.
Við runda borðið í gallarínum
sita tríggir fuglfirðingar. Lista-
maðurin Øssur Mohr, tónleikarin
Stanley Samuelsen, ið skal spæla
til ferniseringina, og blaðmað-
urin. Um góðan tíma lata dyrnar
upp.
Øssur er spentur.
– Jú, eg má viðganga, at eg
havi summarfuglar í búkinum.
Hvør fernisering er sum ein
próvtøka fyri mær, sigur 42 ára
gamli listamaðurin.
Málningarnir vóru sendir til
Danmarkar í góðari tíð, og nakrir
teirra vóru við á stórari lista-
stevnu í Herning um mánaðar-
skifti. Hósdagin fór listamaðurin
úr tí nú heldur tómliga atelierin-
um heima við hús í Fuglafirði til
Keypmannahavnar fyri at hanga
málningarnar upp og vera við til
ferniseringina.
– Tað er ikki frítt, at tað kenn-
ist løgið at ganga í atelierinum,
tá flestu málningarnir eru burtur.
Tað er sum at senda ein part av
tær sjálvum avstað, greiðir Øssur
frá.
Men tá ein sum Øssur hevur
valt at gerast listamaður burturav,
so er tað ein veruleiki, ið ikki
kemst uttanum.
– Skal eg vera púra erligur, so
havi eg onkuntíð verið glaður
fyri at fáa onkran málning heim-
aftur eftir eina framsýning. Bæði
tí eg havi viljað broytt hann, men
eisini tí at eg eri vorðin so góður
við hann.
Málar hvønn dag
Aftan fyri málningarnar hjá
Øssuri Mohr, ið flest allir taka
støði í nærumhvørvinum í Fugla-
firði, liggur nógv og drúgt
arbeiði. Nógv tíð fer við at mála
umaftur og umaftur, mála útyvir
og skava burtur.
– Tað er ein kunstur at vita,
nær ein skal gevast - at duga at
steðga á og siga, at nú er máln-
ingurin liðugur.
Øssur greiðir frá, at hann fleiri
ferðir hevur oyðilagt ein máln-
ing, tí hann ikki hevur dugað at
steðga á.
– Eg kann hava fingið eitt-
hvørt serligt fram í einum máln-
ingi, men í míni roynd at gera
hann enn betur havi eg síðan
oyðilagt hann. Og hvussu eg so
royni, so fái eg ikki hetta serliga
fram aftur. Tað er sjálvandi
óheppið, men tað lærir ein eisini
nakað av, metir Øssur.
– Eisini plagi eg at spyrja
konuna. Hon er erlig, og so er
tað upp til mín, um eg lurti,
leggur hann smílandi afturat.
Øssur Mohr greiðir frá, at fyri
hann er týdningarmikið, at
nærumhvørvið og gerandis-
dagurin er í lagi. At familjan og
børnini hava tað gott og at einki
átrokandi liggur á láni. Tá kemur
mest burturúr í atelierinum.
Seinastu trý árini hevur Øssur
verið listamaður burturav. Og
sjálvandi eru dagar, tá einki ber
til - tá ikki fæst tað fram í
málningunum, sum listamaðurin
ynskir sær.
– Eftir mínum tykki er tað sera
týdningarmikið at vera í gongd
alla tíðina, at royna. Sjálvandi er
gott at leggja pensilin eina løtu,
fara úr atelierinum, kanska spáka
sær ein túr. Men hjá mær nyttar
einki at ganga og bíða eftir in-
spiratiónini.
Hetta er ein av orsøkunum til,
at Øssur altíð er í holt við fleiri
málningar í senn. Sum oftast
standa tríggir til fimm málningar
í ymiskum støddum í atelierin-
um, sum hann arbeiðir við.
Øssur samanber tað við ein
ítróttarmann, ið eisini hevur tørv
á at venja alla tíðina, eisini tá tað
kanska ikki gongur so gott í
kappingum. Hann leggur afturat,
at tað til tíðir kann vera tungt og
kennast møtimikið at mála, men
tá so gongd kemur á og alt riggar
- tá eru keðiligu løturnar langt
síðan gloymdar.
Hvítvín og djús
Klokkan stívliga eitt koma fyrstu
vitjandi á gátt í Sct Gertrud, og
løtu seinni fer at fyllast í lítla,
men hugnaliga gallarínum í
Hyskenstræde 9, ið er ein síðu-
gøta til Strøget.
Á runda borðinum verður
hvítvín og djús sett fram til
gestirnar, ið eru komnir at heilsa
uppá listamannin og málningar
hansara. Bæði føroyingar og
danir koma á gátt. Nøkur teirra
kennir Øssur, onnur eru fremm-
and. Men lítillætni og róligi lista-
maðurin gevur sær stundir at
heilsa uppá og práta við øll. Tað
er týðiligt, at hann kennir seg
væl millum sínar málningar, ið
prýða hvítu veggirnar.
Øssuri dámar væl at sýna fram
– at longu dagarnir í atelierinum
heima við hús síggjast aftur í
eini framsýning.
– Ein kann gott mála í nógv ár
uttan at koma fram við síni list,
men sjálvur hevði eg ikki dugað
tað. Ikki tí, eg havi nógvar
málningar, sum ikki koma úr
atelierinum, antin tí at eg eri
vorðin so glaður fyri teir, ella tí
teir ikki eydnast, greiðir Øssur
frá.
Øssur hevur á hvørjum ári
síðan 1991 havt málningar við á
Ólavsøkuframsýningini, hevur í
10 ár luttikið á Várframsýningini
í Listaskálanum, og seinastu
árini hevur hann eisini sýnt fram
einsamallur.
Harumframt hevur Øssur í
miðal havt tríggjar framsýningar
í Danmark um árið seinastu
árini. Sum longu nevnt var hann
við á stóru listastevnuni í Hern-
ing um mánaðarskiftið, nú er
hann í Keypmannahavn, og
seinni í ár gongur leiðin til Vest-
urjútland. Harumframt skal hann
vera við á stórari norðurlendskari
listaframsýning í Schlesvig í
Norðurtýsklandi í juni.
– Hvor ligger Fuglefjord i
forhold til Torshavn?
Fleiri ferðir fær Øssur spurn-
ingin frá vitjandi dønunum í Sct
Gertrud. Ein av gestunum sigur
seg ivast í, hvørt heimstaður
Øssurs ikki liggur á Fugloy.
Felags fyri flestu teirra er, at tey
antin hava verið í Føroyum ella
hava ætlanir um at vitja oyggj-
arnar í útnorður. Men spurning-
arnir røkka longur enn til landa-
læruna. Róliga greiðir Øssur frá,
hvussu hann málar, um litspælið
í málningunum og um motivið,
ið er Fuglafjørður.
Grundmotivið í teimum útvið
tríati málningunum hjá Øssuri er
tað sama. Bygdin, fjørðurin,
fjøllini hinumegin og luftin, so á
tann hátt líkjast teir hvør øðrum.
Og tó.
Øssur hevur gjørt tað til sín
stíl at síggja nógvu og skiftandi
litirnar í náttúruni. At fanga
ljósið og mála spælið millum
litirnar.
– Eg má siga, at eg við hesum
havi funnið mín stíl, og eg haldi
ongantíð, at eg verði troyttur av
honum, tí eg síggi so nógvar
ymiskar litir í náttúruni.
Øssur greiðir frá, at hann til
dømis ikki kundi hugsað sær at
málað andlitsmyndir, hóast
hansara listarliga byrjan í áttati-
árunum júst vóru málningar av
fólki, millum annað av børnun-
um. Men eitt skeið á listaskúla í
Holbæk í 1993-94 gjørdi, at
hann fór at mála náttúruna og
landsløg.
Reyð klisturmerki
Fólk koma og fara, práta og eyg-
leiða málningarnar, meðan bleyt-
ir og róligir tónar frá gittaranum
hjá Stanley Samuelsen seta sín
dám á. Hinumegin smølu gøtuna
eru hárfríðkanardamurnar lidnar
fyri í dag og kunnu halda
vikuskifti.
Á stóra skriviborðinum hjá
Kurt Svendsen, ið stendur beint
innan fyri dyrnar, liggur eitt ark
við smáum reyðum klisturmerkj-
um. Svendsen skrivar í blokkin,
leggur pípuna frá sær og reisist
úr stólinum. Ein av málningun-
um á innasta vegginum skal hava
eitt klisturmerki.
Sjálvur er Øssur Mohr nøgdur
við ferðirnar, hann hevur sýnt
fram í Danmark. Hann dugir ikki
at seta tal á, hvussu nógvar
málningar hann hevur selt, men
tað hevur gingist væl.
Henda seinnapartin má Kurt
Svendsen fleiri ferðir eftir reyðu
klisturmerkjunum. Men hóast
framsýningar og ikki minst søla
av málningum er ein fortreyt fyri
at kunna liva sum listamaður
burturav, so er tað ikki einasta
endamálið við at sýna fram.
Øssuri dámar væl at hoyra,
hvørji skotsmál fólk hava til
málningarnar.
– Sjálvandi verði eg glaður,
um skotsmálið er positivt. Men
tað er gott, tá tú merkir at fólk
eru erlig og ikki bara siga
okkurt. Eisini um teimum ikki
dámar málningarnar. At sýna
fram er inspirerandi og gevur
nýggjan íblástur, metir Øssur
Mohr.
Hann greiðir frá, at tað eru
dømi, har onnur hava sæð okkurt
í hansara málningum, sum hann
ikki sjálvur hevur sæð.
– Tað taki eg ikki sum nakað
negativt. Eg kann hava arbeitt
leingi við at fáa nakað ávíst fram
í einum málningi, og tað kann
gera, at eg ikki síggi, at aðrir
partar av myndini kunnu tulkast,
so teir vísa eitthvørt, ið eg ikki
upprunaliga havi hugsað um. Tað
kann vera nokkso stuttligt
viðhvørt, leggur Øssur afturat.
Eftir ferniseringina gongur
leiðin hjá Øssuri heim aftur í
atelierið í Fuglafirði. Gerandis-
dagurin byrjar aftur, og nýggir
málningar koma undan kavi.
– Tað tekur nakrar dagar at
koma í gongd aftur, og tað kann
vera eitt sindur tungt, serliga nú
gomlu málningarnir eru burturi
úr atelierinum. Men ein ferni-
sering sum henda gevur íblástur
og orku til at halda fram, sigur
ein væl nøgdur Øssur Mohr.
Framsýningin hjá fuglfirðing-
inum í gallarí Sct Gertrud í
Keypmannahavn er opin til 6.
marts.
Hvør
fernisering er
ein próvtøka
Fyri viku síðan lat Øssur Mohr upp framsýning í
Keypmannahavn við útvið tríati nýggjum
málningum. Sosialurin hitti fuglfirðingin til
ferniseringina í gallarí Sct Gertrud
- Fyri mær er hvør fernisering sum ein próvtøka, sigur fuglfirðingurin Øssur Mohr, sum í hesum døgum sýnir útvið
30 nýggjar málningar fram í gallarí Sct Gertrud í Keypmannahavn
Triði partur
Eftir Hanus Kamban
FYRI DÓMSTÓLIN Í HAAG
SUM NEVNT í seinastu grein
varð Mohammad Mossadegh við
demokratiskari avgerð og av
einum at kalla einmæltum tingi
tann 28. apríl 1951 valdur til
forsætisráðharra í Iran. Hansara
fyrsta stóra politiska stig var at
ognartaka tað enska oljufelagið
Anglo-Iranian.
Atburðurin hjá Bretlandi yvir
av hesi avbjóðing er áhugaverdur
sum dømi um eitt hjálanda-
politiskt paradigma. Mangir
bretar, teirra millum serliga
høgravendir politikarar sum
Winston Churchill og Anthony
Eden, vóru enn sannførdir um, at
Britannia ráddi yvir "aldunum"
og kanska altíð fór at gera tað.
Teirra vanvirðing fyri politikar-
um úr fátækum triðjaheims
londum var at kalla uttan mark.
Hvat mundi Mossadegh hugsa
fyri sær?
Bretland valdi í fyrstu syftu at
royna tvær atgerðir, eina løg-
frøðiliga og eina av búskapar-
ligum slag.
Hvat ið viðvíkir løgfrøði,
royndi Bretland at fáa altjóða
dómstólin í Haag at gera av, at
teir av røttum áttu oljuvirkið í
Abadan og oljumráðið á leiðini.
Yvir av teirra dugnaligu sakfør-
arum stóð eitt lið av iranskum
løgfrøðingum, sum sær til
hjálpar høvdu tann navnframa
belgiaran Henri Rolin, ið var
professari í altjóða rætti.
Men royndirnar hjá bretum
miseydnaðust. Orsøkin var tann
prinsipielt sera týdningarmikla -
sum Rolin ferð eftir ferð vendi
aftur til - at dómstólurin í Haag
einans hevði rætt til at døma í
sakarmálum millum ríkir. Men
spurningurin um tjóðartøkuna av
Anglo-Iranian var hinvegin ein
sak millum eitt ríki og eitt felag.
Tann 22. juli 1952 vísti dóm-
stólurin í Haag málið frá sær.
SABOTASJA
ÓLÍKA BETUR eydnaðust tey
búskapar- og handilsligu tiltøk-
ini. Longu í august 1951 setti
Bretland t.d. í verk bann fyri at
flyta út sukur og stál til Iran.
Bretar gjørdu umframt tað av
lutvís at fáa onnur lond at nokta
oljuserfrøðingum útferðarloyvi
til Iran, lutvís at leggja trýst á
møguligar oljukeyparar og í
evstu syftu at brúka vald móti
tangaskipum. Men allarfyrst
brúktu teir sabotasju.
Tá ið iranar skuldu fara til
verka á tí tjóðartikna oljuverkin-
um við Abadan, vísti tað seg ferð
eftir ferð, at maskinurnar gingu
fyri. Sambært tí bretska aðal-
stjóranum Eric Drake høvdu
bretskir stjórar, áðrenn teir fóru
avstað, við vilja syrgt fyri, at
tólini skuldu vera í ólagi.
Ivaleyst hevði borið til at
vunnið á hesum vansa, um Iran
kundi seta fólk við tøkniligum
kunnleika til at væla um maskin-
urnar. Men tá ið søkt varð eftir
teknikarum og verkfrøðingum,
og játtandi svar komu úr mong-
um londum, fingu serfrøðingar-
nir ikki útferðarloyvi. Bretland
hevði rætt og slætt yvirtalað lond
sum Svøríki, Eysturríki, Frak-
land, Sveits, Týskland og USA til
at nokta fakfólkum útferðarloyvi
til Iran.
HANDILSBANN
HÓAST HESAR atgerðir lukk-
aðust væl, bóru bretar ótta fyri,
at okkurt hol fór at vera í teirra
stongsli, ella at Iran fór at kunna
flyta út óviðgjørda ráolju. Anglo-
Iranian setti nú lýsingar í bløð
kring heimin, har hótt varð við
"neyðugum atgerðum" móti
londum, sum keyptu iranska
olju.
Men ikki øll lond vóru fús at
akta bretar. Eitt nú eydnaðist í
fyrru helvt av 1952 tangaskipum
úr Argentina og Japan hóast tann
bretska stongsulin at føra olju úr
Abadan. Nú var bretum greitt, at
brúk var fyri dyggari atgerðum.
Um hetta mundið, á sumri 1952,
beyð eitt italskt oljufelag sær til
at keypa 20 milliónir av iranskari
ráolju tey komandi tíggju árini.
Iran var um hetta mundið um
at fara á húsagang. Men kom
hesin handilin í lag, var landsins
búskapur bjargaður.
Tað italska felagið leigaði
tangaskipið Rose Mary til at føra
oljuna til Italia. Á heimleið varð
skipið tikið av bretska herflotan-
um og tvingað inn í havn í tí
bretska varðlandinum Aden.
SKARPARI LÚTUR
HENDA VALDSGERÐ var ein
lemjandi vanlukka fyri Mossa-
degh og hansara stjórn. Einki
oljufelag tordi nú at keypa ráolju
úr Iran. Brátt var landsins
høvuðsinntøka horvin. Inntøkan
av oljuinnflutningi fyri 1950 -
sum fevndi um 70% av landsins
útflutningsvirði - var 45 milliónir
dollarar. Árið eftir var hon mink-
að niður í helvt. Og í 1952 kom
hon niður ímóti null.
Meðan bretar soleiðis, við
handilsbanni og valdsgerðum á
sjónum, táttaðu kjaftbandið um
Iran, vórðu land og stjórn hótt av
vaksandi ruðuleika. Búskaparliga
nærkaðist Iran húsagangi. Í
tjóðartinginum harðnaði orða-
skiftið. Misnøgdin við Mossa-
degh var vaksandi. Varligir
politikarar ávaraðu um, at
stjórnin koyrdi landið út av egg-
ini. Bløðini, sum høvdu fingið
meira frælsi enn nakrantíð fyrr,
leikaðu í við ákærum og spá-
dómum um undirgang.
Nakrar dagar var líkt til, at
bretar fóru at fáa sín vilja. Nívd-
ur bæði av handilsbanni og vaks-
andi innlendis misnøgd legði
Mossadegh í juli 1952 frá sær.
Men eftirmaður hansara
Ahmad Qavam sat einans fýra
dagar. Her eiga vit at minnast til,
at stjórnin hjá Mossadegh hevði
framt ein hóp av tiltøkum, sum
høvdu framburð við sær, eitt nú
lógir og samtyktir um arbeiðs-
loysisstuðul, trúarfrælsi, javnrætt
fyri kvinnur og frælsi í skúlum
og á lærdum háskúlum. Tá ið
iranar av álvara skiltu, at teirra
fyrsti demokratiski leiðari var
fráfarin, vaknaðu teir til dáð.
Eftir kravgongur til fyrimunar
fyri Mossadegh varð hann tann
21. juli 1952 afturvaldur til
forsætisráðharra.
Bretum var nú greitt, at hati-
fuglurin var ikki so lættur at
syfta. Hvørki tann handilsliga
klípitongin, fótonglar frá undir-
brotligum europeiskum londum
ella valdstiltøk frá The Royal
Navy vóru nóg mikið til at fella
tann gamla demokratin úr
Khorasan. Skarpari lútur skuldi
til.
INNRÁS ELLA KVETT?
LONGU STUTT eftir at
Mohammad Mossadegh hevði
tjóðartikið ta iransku oljuna, var
hugskotið at fella hann og hans-
ara stýri við makt borið fram á
fyrsta sinni. Bretar høvdu upp-
runaliga hugsað um at gera inn-
rás í Iran. Men hetta varð hildið
at vera ov sjónskt og klombrut.
Tískil var kvettloysnin vald.
Kvettætlanin, sum sjálvsagt
skuldi vera loynilig, skuldi vera
løgd til rættis í Bretlandi og
USA. Men sjálv tann ítøkiliga
atgerðin skuldi verða framd í
samstarvi við ørindasveinar í
Iran, sum skuldu yvirtalast við
stórum pengaupphæddum.
Nakað lítið mál var hetta ikki.
Mossadegh varð valdur til for-
sætisráðharra av einum at kalla
einmæltum tjóðartingi. Tann
fylking, sum stuðlaði hann,
hevði breiða undirtøku bæði á
tingi og millum fólk. Undir
hansara leiðslu var eitt stórt land
í Miðeystri, við einum av heim-
sins elstu mentanum, á veg fram
ímóti einum vesturlendskt
dæmdum fólkaræði, har sjónskt
skilarúm var millum øðrumegin
ta islamsku trúnna og hinumegin
stýrisskipan, borgaralig rættindir
og lógir.
ATTLEE OG TRUMAN ÍMÓTI
UPPÍLEGGING
TA FYRSTU tíðina høvdu hesar
ætlanir kortini ikki undanvind á
hægri stigi, hvørki í Bretlandi
ella USA. Í Bretlandi valdaði um
hetta mundið ein javnaðarstjórn,
við Clement Attlee sum forsætis-
ráðharra. Uttanríkisráðharri
hansara Herbert Morrison tók av
fullum huga undir við hugskot-
inum at leggja upp í innlendis
iransk viðurskiftir.
Attlee himpraðist í fyrstuni,
men vendi sær so ímóti hesi
ætlan. Hansara egna stjórn hevði
fá ár frammanundan tjóðartikið
eitt nú kolídnað og jarnbreytir.
Hvussu kundi ein slík stjórn
loyva sær at herja á lond, sum
valdu at ganga somu leið?
Í USA var uppaftur verri byrur
fyri uppílegging. Forsetin Harry
S. Truman og uttanríkisráðharri
hansara Dean Acheson bygdu
hugsjónarliga á somu frælsis-
tankar, sum upprunaliga høvdu
skapt USA.
Tann samanrenning av
nationalismu og fólkaræði, sum
Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004
9
KVETTIÐ MÓTI MOSSADEGH
OPERATIÓN AJAX
Mossadegh var á vitjan í USA í 1952. Her sæst hann heilsa upp á forsetan Harry Truman, sum var hart ímóti at
gera kvettroynd í Iran
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
29
28