Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004 var kjarnin í teimum politisku hugsjónunum hjá Mossadegh, rímaði væl við hetta støði. Trum- an og Acheson sóu tað sum sína uppgávu at styðja tilafturskomin triðjaheimslond, sum arbeiddu fyri búskaparligum framburði og høvdu fólkaræði í vesturlendsk- ari merking sum mál. Aftrat hesum kom, at Truman sum ríkisleiðari hevði eina meira kompleksa og framskygda polit- iska hugsan, enn vanligt var um hetta mundi. Hugskotið at fella eina fremmanda stjórn var honum ein andstygd ikki minst av teirri orsøk, at ein slík atgerð kundi fáa avleiðingar, sum eingin kundi meta um. Kanska kundi úrslitið í evstu syftu gerast ein vanlukka. EITT PARADIGMUSKIFTI MEN SMÁTT um smátt fekk tað heimspolitiska kaleidoskopið eina fyri Iran og Mossadegh døkkari samanseting. Seint á heysti 1951 fór bretska javnað- arstjórnin frá, og Winston Chur- chill tók aftur um róðrið, við Anthony Eden sum uttanríkis- ráðharra. Fyri bæði Churchill og Eden, sum vóru hjálandapolitik- arar av tí gamla slagnum, var tað um at gera at geva Mossadegh eina skortfleingju. Báðir van- virdu iranar, tí, sum Eden tók til, "teir eru teppihandilsmenn, og so er alt sagt". Hóast Bretland soleiðis strongdi á at fara undir atsóknir móti Iran, vóru hvørki Truman ella Acheson til at vika. Men á vetri 1952 fór fram stjórnarskifti í USA. Dwigt D. Eisenhower, sum var republikanari, varð valdur til forseta og innsettur í sítt embæti tann 20. januar 1953. Henda hending hevði við sær eitt paradigmuskifti í ameri- konskum uttanríkispolitikki. Millum teir sterku menninar í stjórnini hjá Eisenhower vóru brøðurnir John Foster Dulles og Allen Dulles. Tann fyrri gjørdist uttanríkisráðharri, og tann seinni fekk starvið sum stjóri í teirri nýliga stovnaðu njósnaratænast- uni, CIA. KROSSFERÐIN HJÁ DULLES- BRØÐRUNUM BRØÐURNIR DULLES høvdu eitt høvuðsmál: at fara undir eina bæði hernaðarliga, politiska og hugmyndafrøðiliga krossferð ímóti heimskommunismuni. Fyri báðar var málið heilagt, og miðlarnir vóru sjálvsagt hareftir. Longu áðrenn hann bleiv stjóri fyri CIA, skrivaði Allen Dulles frágreiðingar fyri tænastuna, har hann legði dent á, at hennara endamál var at fremja "duldan sálarfrøðiligan bardaga, loyniligt politiskt virksemi, sabotasju og geriljavirksemi". Stjórnarskiftið í USA hevði við sær, at sjálv próvgrundin fyri eina atsókn móti Mossadegh broyttist. Fyri Bretland hevði próvgrundin upprunaliga verið búskaparlig. Anglo-Iranian skuldi fáa sítt oljuloyvi aftur, og Bretland skuldi framvegis njóta ágóðan av iranskum tilfeingi. Við Dulles-brøðrunum fekk próv- grundin geopolitiskt og hug- myndafrøðiligt innihald. Tað ráddi nú um at forða fyri, at Iran - sum hevði ein rættiliga sterkan kommunistiskan flokk - bleiv partur av tí kommunistiska heiminum ella, uppaftur verri, bleiv hertikið av Sovjetsamveld- inum. KERMIT ROOSEVELT FYRIREIKINGAR TIL eitt komandi kvett vóru byrjaðar, longu væl áðrenn Eisenhower gjørdist forseti. Til at samskipa kvettið vórðu valdir Kermit Roosevelt, sum var royndur amerikanskur njósnari, og Christopher Montague ("Monty") Woodhouse, stjóri í tí ensku njósnaratænastuni í Teheran. Roosevelt var abba- sonur Theodore Roosevelt - ið var amerikanskur forseti 1901-09 - og sostatt úr góðum imperialistiskum bergi brotin. Um hetta mundi hevði Mossa- degh fingið frænir av, at bretar ætlaðu at fremja eitt politiskt kvett í Iran. Gitingarnar gjørdust til vissu, tá tað varð greitt, at bretskir njósnarar høvdu fundir við iranskar politikarar. Tann 16. oktober 1952 kunngjørdi Mossa- degh, at Iran kvetti tað diplomat- iska sambandið við Bretland. Sostatt máttu allir bretskir diplomatar og njósnarar fara úr landinum. Á henda hátt fekk USA ein høvuðsleiklut í tí komandi kvettinum - og Kermit Roosevelt bleiv kvettskútunnar loyniligi skipari. BRØÐURNIR RASHIDIAN SKAL EIN kvettroynd eydnast, er neyðugt, at neyvt samstarv er millum tað útlendska valdið og innlendskar klæðseksdreingir, sum eru til fals fyri pening. Avgerandi týdning fyri ætlanina fekk samstarvið við brøðurnar Seyfollah, Asadollah og Qodra- tollah Rashidian, tríggjar rík- menn, sum átóku sær fyri amerikanskar pengar at mutra iranskar politikarar og skipa fyri konstrueraðum kravgongum og rumbulátøkum. Roosevelt fekk seinni samband við tveir aðrar agentar - Ali Jalili og Farouk Keyvani. Teimum varð álagt at skapa "svartar" múgvur av óflýggjakroppum, sum skuldu gartera í gøtunum, bróta vind- eygu, leggja hond á ósek fólk, skjóta eftir moskum og fáa hampafólk at halda, at teir tóku undir við Mossadegh ella kommunismuni. Tá ið Jalili og Keyvani aftraðu seg, fingu teir valið millum at fáa 50.000 dollarar ella verða skotnir. Teir valdu tann fyrra kostin. Serligan týdning hevði tað í hesum sambandi, at Rashidian- brøðurnir fingu tann máttmikla Abolqasem Kashani ajatolla - sum eisini var politikari og tinglimur - til at venda sær ímóti Mossadegh-stýrinum. Kashani fór nú undir í skrift og talu at øsa fólkið upp í varg móti Mossadegh og at fáa sínar egnu búrkroppar at leggjast á meira hóvligar tingmenn. GRØNT LJÓS FYRI KVETTI TÆR POLITISKU leiðslurnar í USA og Bretlandi, t.e. Eisen- hower og Churchill, góvu í mars- apríl 1953 grønt ljós fyri kvett- royndini. Bretar róptu hana upp- runaliga Operatión Styvla, men hon fekk at enda tað almenna heitið Operatión Ajax. Ætlanin var í trimum pørtum. Í fyrsta lagi skuldi fólkið og tingið øsast upp ímóti Mossadegh og hansara stjórn. Í øðrum lagi skuldi herovastin Fazlollah Zahedi, sum í krígsárunum hevði samstarvað við nazistarnar, vera til reiðar at taka við sum nýggjur forsætisráðharri. Í triðja lagi skuldi Mohammad Reza shahur skriva undir eitt skjal, har hann koyrdi Mossa- degh frá, og eitt annað, har hann gav boð um, at Zahedi fekk hansara starv. Hetta seinasta stigið var ímóti lógini. Sambært iranskari lóg kundi forsætis- ráðharrin ikki koyrast frá, uttan so at tingið samtykti hetta. Men kvettmenninir roknaðu - av røttum - ikki við, at nakar fór at gáa um slíkar smálutir. ATGERÐIN Í STAKLUTUM TEIR SUM í staklutum løgdu ætlanina til rættis vóru bretski njósnarin Norman Darbyshire og amerikanski njósnarin Donald Wilber. Ætlanin kann samanfatast í fimm høvuðs- táttum: (A) Loyniligir ørindasveinar skuldu, á ymsan hátt, mani- pulera fólkahugsanina og venda so mongum iranum sum gjørligt ímóti Mossadegh. Hetta átak, sum 150.000 dollarar vóru settir av til, skuldi "skapa, víðka og vaksa um fólksligan fíggindaskap, illtanka og ótta mótvegis Mossadegh og hansara stjórn". Tað skuldi avmynda Mossa- degh sum ein korruptan, vinstrahallan mann, sum hevði illvilja til Islam og ætlaði at forkoma hersins stríðshugi. (B) Meðan iranskir boðfretar breiddu hesar lygnir út, skuldu ótangar og búrkroppar fyri løn seta í verk "álop" á trúarleiðar- ar og fáa fólk at halda, at boð- ini um hetta vóru komin frá Mossadegh og hansara stuðl- um. (C) Ímeðan skuldi Zahedi her- ovasti við mutri og føgrum orðum yvirtala so mangar her- yvirmenn sum gjørligt til at vera fúsar at fremja tær her- atgerðir, sum kravdust til at fremja kvettið. Fyri hetta skuldi hann fáa 60.000 doll- arar, sum seinni var hækkað til 135.000 dollarar, til at "fáa fleiri vinir" og "ávirka fólk í lyklastøðum". (D) Eitt átak av sama slag, sum varð fíggjað við 11.000 dollarum um vikuna, skuldi setast í verk til at mutra limir í Majlis (tinginum). (E) Kvettmorgunin skuldu lønt mótmælisfólk í túsundatali seta í verk ein velduga kravgongu móti stjórnini. Tjóðartingið, sum nú var væl og virðiliga mýkt, skuldi svara við eini "kvasi-lógligari" atkvøðu- greiðslu, har Mossadegh varð frákoyrdur. Um hann gjørdi mótstøðu, skuldu herdeildir undir Zahedi handtaka hann og hansara høvuðsstuðlar og síðani taka herstøðir, løgreglu- støðir, telefon- og telegrafstøð- ir, útvarpshús og tjóðbanka. EITT LÍTIÐ ÓHAPP DAGIN TÁ kvettið skuldi fremjast - tann 15. august 1953 - hevði tann ovasti fyriskiparin Kermit Roosevelt alla orsøk til at vera nøgdur. Ætlanin var, í øllum staklutum, klár at seta í verk. Fazlollah Zahedi ovasti var fúsur at taka við sum stjórnarleiðari. Mohammad Reza shahur hevði undirskrivað skjølini - firman - har Mossadegh varð frákoyrdur og Zahedi tilnevndur sum forsætisráðharri. Men í seinastu løtu hendi eitt óhapp. Av avgerandi týdningi Framhald av síðu 9 John Foster Dulles, uttanríkisráðharri og Allen Dulles, stjóri fyri CIA, settu sær sum fremsta mál at fella Mossadegh Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004 11 fyri kvettið var, at tann ovasti herstjórin í Iran, Taqi Riahi, varð handtikin. Men tá ið Nasiri, sum stóð fyri keisarahirðini, kom at handtaka Riahi, var hann ikki heima. Tað vísti seg, at Riahi hevði hoyrt graml um ætlanina og gjørt fyrireikingar til at seta fót fyri hana. Nú var líkt til, at alt fór at mis- eydnast. Úr USA komu boð til Roosevelt um at gevast við ætl- anini og koma heim. Shahurin, sum ongantíð heilhugaður hevði tikið undir við ætlanini, og sum annars ikki var djarvur til, fleyg í bræði við Sorayu keisarinnu til Bagdad. Eftir øllum at døma hevði Mossadegh eina ferð enn vunnið. Men Roosevelt vildi ikki geva skarvin yvir. Hann legði nú eina nýggja ætlan. Í sínum uppruna- sniði var hon meinlík tí fyrru: fyrst skuldi fólkið øsast upp í varg, síðani skuldi herurin taka valdið og seta "lóg og landaskil" í verk, og endiliga skuldi Mossa- degh verða frákoyrdur og Zahedi tilnevndur. Sum nýggjan kvett- dag valdi Roosevelt mikudagin tann 19. august 1953. RUÐULEIKI Í IRAN MÁNADAG OG týsdag tann 17. og 18. august 1953 vórðu so fyrstu rumbulstigini í Operatón Ajax sett í verk. Í øgiligum harkaliðum tustu fólk, lønt av amerikumonnum, út á gøturnar í Teheran. Tey róptu rakstrarróp, rændu handlar, sorlaðu myndir og herjaðu skrivstovur. Tey gjørdu samstundis greitt, at tey antin vóru viðhaldsfólk hjá Mossadegh ella kommunistar. Sum vitiligt var, tóku onnur fólk, sum hildu misnøgdina vera ektaða, undir við kravgongunum, teirra millum eisini fólk, sum styðjaðu Mossadegh ella vóru kommunistar. Samanumtikið vóru kravgongurnar sostatt ein samanseting lutvís av løntum ørindasveinum og lutvís fólkum, sum harmaðust um ta fyrru kvettroyndina og bóru ótta fyri, at Iran aftur fór at gerast eitt einaræði. FELLAN MEÐAN IRAN soleiðis við ferð sakk niður í anarki, fekk Kermit Roosevelt eitt nýtt hugskot. Hann fann upp á at fara at brúka sjálvan forsætisráðharran sum amboð. Ávísir eginleikar hjá Mossadegh - eitt nú kurteisi og natúrlig hjartagóðska - kundu nýtast til at gera kvettið til eitt rættiligt listaverk. Sostatt fekk Roosevelt yvitalað amerikanska sendiharran í Iran, Loy Hender- son, til at biðja um eina samrøðu við forsætisráðharran. Henderson fór nú til forsætis- ráðharrin og gramdi seg um tað valdandi óskilið, at amerikumenn vórðu illa viðfarnir í Iran, og eitt nú uppringdir og undirdíktir í ókvæmisorðum. Lesarin eigur her at hava í huga, at - við tað at Operatión Ajax var loynilig - vistu hvørki Mossadegh ella hansara stjórn, at USA stóð aftan fyri ta fyrru kvettroyndina, at ein nýggj roynd var í gerð, ella at ein maður sum Kermit Roosevelt yvirhøvur var til. Sostatt var - hvat vitan um ta sonnu politisku støðuna viðvíkir - asymmetriskt lutfall millum kvettmenninar og Mossadegh. Mossadegh, ið kundi vera til- tikin bleythjartaður, øtaðist um hesi tíðindir og gav nú - fyri fyrstu ferð - løgregluni boð um at leggja upp í kravgongurnar. Samstundis setti hann sínum egnu viðhaldsfólkum bann fyri at luttaka í kravgongum og øðrum atgerðum. Um hetta mundið høvdu Roosevelt og hansara skutil- sveinar sett nýggj kravgongu- herðindir í verk, hesa ferð við mótsettum fortekni. Tey nýggju harkaliðini, sum tustu út á gøturnar, við levint og gang, og sorlaðu og brutu fyri hond, kravdu, at Mossadegh skuldu koyrast frá, og shahurin fáa valdið aftur. Við tað at Mossa- degh nú hevði noktað sínum egnu fólkum at luttaka, áttu hesi nýggju harkaliðini vígvøllin einsamøll. SUM EFTIR ÁNNI NÚ GEKK alt sum eftir ánni. Framtíðin hjá Iran lá í hondunum á gøtunnar uppøstu mannamúgv- um, og so var bara at bíða eftir, at herurin tók um endan. Mossa- degh og hansara stjórn komu at vera í eini sera veikari støðu, tí at teirra egnu viðhaldsfólk, sum longu nevnt, sótu heima. Aftrat hesum kom, at limirnir í Tudeh, tí stóra kommunista- flokkinum, eisini sótu heima henda dagin. Stalin var deyður tíðliga sama várið, og ráðaloysi og maktstríð í Kreml høvdu við sær, at kommunistar í Iran eingi boð høvdu fingið úr Moskva um, hvat teir skuldu gera. Hinvegin høvdu Roosevelts skutilsveinar fingið mullar og ajatollar til at fara upp í kravgongurnar og soleiðis økja um ruðuleikan. Eftir at herurin nakað út á seinnapartin tann 19. august hevði fingið tamarhald á at kalla øllum her- og løgreglustøðum í Teheran, var Zahedi útnevndur til forsætisráðharra. Sama dag var Riahi herstjóri handtikin. FRYSTISKÁP FYRI 36 DOLLARAR MOSSADEGH SJÁLVUR sjálvur vildi ikki geva seg yvir beinan vegin. Sostatt stóð í tveir tímar bardagi uttan fyri húsini hjá honum. Tá ið verjan at enda mátti lúta, og ótangar brutu inn, var forsætisráðharrin rýmdur. Harkaliðið gjørdi seg nú inn á húsini, eldur varð settur á, vind- eygur og hurðar vórðu skrødd úr sínum karmum, og meðan login leikaði hátt aftan fyri teir, fóru menn undir - úti á gøtuni - at pranga og selja ognirnar hjá Mossadegh. Frystiskápið hjá forsætisráðharranum fór fyri ein prís svarandi til 36 dollarar. Ikki fyrr enn dagin eftir - tá eingin ivi longur var um út- gangin av hesum leiki - gav Mossadegh seg yvir til teir nýggju valdsharrarnar. EIN ÓPERSÓNUR OPERATIÓN AJAX endaði sostatt sum ein út í odd og egg væleydnað atgerð. Á ameri- konsku sendistovuni í Teheran varð dansað. Heima á sínum skrivstovum í London og Wash- ington kundu Winston Churchill og brøðurnir Dulles fegnast og tváa sínar hendur. Hinvegin kundi okkurt bent á, at Eisen- hower kanska innast inni skammaðist. Mohammad Reza shahur kom heim at taka við valdinum, ikki sørt skamm- fuktaður um, at hann, tá ið á stóð, var flýddur. Dagsins maður av Kermit Roosevelt. Meðan kvettið varð fyrireikað, hevði hann brúkt drúgva tíð til - á loynifundum - at fáa shahin at taka undir við ætlanini. Áðrenn hann fór úr Iran, fór hann at heilsa upp á Mohammad Reza fyri seinastu ferð. Í tí hann fór, gav shahurin honum sum souvenir eina sigaretteskju úr gulli. Dómurin yvir Mossadegh og hansara stjórn og viðhaldsfólk var ymiskur. Teir flestu av hans- ara ráðharrum vórðu handtiknir. Seksti heryvirmenn og nakrir studentaleiðarar vórðu skotnir. Tudeh og tann tjóðskaparliga samgongan vórðu forboðin og teirra leiðarar fongslaðir ella skotnir. Uttanríkisráðharrin hjá Mossadegh - Hussein Fatemi - kom fyri rættin, varð dømdur fyri landasvik og skotin. Hann var tann einasti av monnunum rundan um Mossadegh, sum var ættaður frá Muhammed profeti. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í Teheran uppkallað eftir honum. Um Mossadegh sjálvan er at siga, at hann fekk trý ára fongsul og síðani húsavarðhald fyri lívið. Shahurin gav boð um, at hann nú - eftir orwellskari fyrimynd - var ein "ópersónur", sum tað var ósømiligt at taka upp á tunguna. Var hann onkuntíð nevndur, var tað vanliga við niðrandi orðum. Tá ið Mohammad Reza shahur í 1962 loyvdi tí tjóðskaparligu samgonguni at halda ein fund, var treytin, at hvør talari bara skuldi nevna Mossadegh eina ferð. Mannamúgvan, sum kom á fund, taldi 100.000 fólk. Tey vistu um treytirnar, og hvørja ferð navnið Mossadegh varð nevnt, dundu fagnaðarrópini sum toran. Eksperimentið varð ikki endurtikið. VEGAMÓT Í MIÐEYSTRI MEN OPERATIÓN Ajax var sjálvsagt annað og meira enn eitt vanligt politiskt kvett. Hetta var fyrsta ferðin USA beinleiðis legði upp í innanlands viður- skiftir í einum fremmandum landi, sum tað ikki var í kríggi við. Uppíleggingin var sam- stundis dømi um eina loyniliga atgerð, sum fólkavaldir ameri- kanskir politikarar einki vistu um. Atgerðin var fyrsta fetið á amerikonsku leiðini frá fólka- ræði í orðsins sonnu merking til imperium, har fólkaræði í ávísan mun er eitt eiti. Men fyrst og fremst gjørdi henda atgerð væl og virðiliga enda á tí demokratisku tilgongd, sum var byrjað í Iran í 1891, og sum hevði havt við sær, at landið í 1906 fekk sítt fyrsta ting og sína fólkaræðisligu stýrisskipan. Í fjórðu og seinastu grein í hesi greinarøð - sum samstundis er niðurstøða - verður greitt meira gjølla frá, hvørjar avleiðingar Operatión Ajax fekk fyri - ikki bara Iran og alt Miðeystur - men eisini USA og heimin. Ríkmaðurin Asadollah Rashidian var saman við brøðrum sínum skutilsveinur hjá USA. Hann fekk við mutri politikarar, mullar, blaðkongar og ovastar í harkaliðum til at styðja kvettið Kashani ajatolla, islamskur fundamentalistur, gjørdi sítt ítarsta fyri at øsa iranar upp í varg. Dagin fyri kvettið fekk hann 10.000 dollarar frá amerikumonnum C M Y K 31 30