Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 21. februar 2004 33 12 Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004 Lógin hjá Murphy ("If anything can go wrong, it will") hevur eina útgávu fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving: Tá búskaparfrøðingarnir eru samdir um tilmæli, hava teir minst ávirkan. Tá teir vita minst og eru ósamdir, verður lurta eftir teimum. (mín um- seting) Hetta galdar nokk eisini fyri fiskifrøðingar og nógvar aðrar frøðingar. Hetta síggja vit kanska serliga í valstríði, har búskap- arpolitisk og onnur uppskot kunnu verða væl undirbygd við endurgevingum frá búskaparfrøðingum og øðrum serfrøðingum, samstundis sum atfinnararnir eisini endurgeva sínar serfrøðingar. Eitt aktuelt dømi er upp- skotið hjá samgonguni um ein skattalætta og samstundis at hækka inngjaldið til Arbeiðs- marknaðareftirlønargrunnin (sum fyrr æt "Samhaldsfasti"). Tað var kanska eitt PR-mistak av teimum stóru, tá samgong- an almannakunngjørdi hetta saman, men uttan samstundis at almannakunngera hvussu stóra øking í útgjaldinum frá Samhaldsfasta, økingin av inngjaldinum fór at hava sum beinleiðis avleiðing. Tí tá atfinnararnir fóru at rokna, var inngjaldið til Sam- haldsfasta tikið við sum skattahækking. Men útgjaldið úr Samhaldsfasta var als ikki rokna uppí. Tí gjørdist sosiala slagsíðan so ógvuslig í útrokn- ingunum. Hvussu nógv prosent aftrat lønini hevði Føroya Arbeiðara- felag skula havt í eftirlønar- grunn fyri at teirra limir við eftirlønaraldur skulu fáa eitt eftirlønarútgjald sum svarar til økingina, sum nú kemur í útgjaldinum frá Samhalds- fasta? Var tað henda øking av útgjaldinum, sum gjørdi at- finningarnar frá fakfeløgunum so nógv veikari eftir kunnandi fundin við landsstýrismannin í fíggjarmálum og løgmann um broytingarnar og avleiðing- arnar? PowerPoint er ikki so galið. Sannleikin man vera, at tað er hvørki so gott sum sam- gongan sigur, ella so ringt sum atfinnarar siga. Tí er tað skilabesta nokk at gera sum Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum, mælti til og lurta eftir óheftum serfrøðingum, áðrenn broyt- ingarnar verða framdar. Men um lógin hjá Murphy fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving heldur, verður tað ikki gjørt. Eitt grovt dømi um misbrúk av serkunnleika er mátin stjórnirnar hjá George W. Bush og Tony Blair brúktu fregnar- tænastufrágreiðingar til at grundgeva fyri at fara í kríggj í Irak. Metingarnar hjá fregnartæn- astunum vórðu valdar burturúr sum Bush og Blair lysti, og veruleikin varð snaraður. Og listin við ítøkiligum lygnum hjá Bush í røðum fyri kongressini, í sjónvarpsrøðum og á tíðindafundum er langur. Colin Powell, uttanríkis- ráðharri, var í ST við følskum prógvum fyri vandanum frá hópoyðingarvápnum í Irak. Við teimum ræðuligu avleiðingunum, sum eru av kríggi, er avgerðin um kríggj á skeivum ella følskum grundar- lag kanska skeivasta avgerð hjá nøkrum amerikanskum forseta í hvussu er í fimmti ár. Irakar verða helst fegnir í longdini, hóast eisini teir hava mist. Kanska var avgerðin um kríggið røtt, men grundarlagið má vera í lagi, og fólk má fáa sannleikan at vita. Politikkur sum ikki er umhugsaður og fyrireikaður og er grundaður á holla vitan kann gera størri skaða enn gagn. Tá talan er um búskapar- politikk kunnu avleiðingarnar gerast ringast fyri júst tey, sum politikkurin skuldi hjálpa. Politikkur sum í stóran mun er grundaður á serfrøðinga- tilmæli er kanska minni spennandi, men hann heldur kanska betur í longdini. Tað er kanska besta argu- ment fyri at gera breiðar semjur, eisini tá man hevur smalan meiriluta. Lógin hjá Murphy TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, flovin@oek.dk Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lesandi á Københavns Universiteti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ikki beinleiðis ljóðføri. Tó hevur pápi mín spælt í Havnar Hornorkestri sum ungur og syngur nú í kóri, eins og mamma mín ger. Familjurnar hjá foreldrum mínum eru annars rættiliga musikalskar. Spælir tú nakað ljóðføri? – Bert guittar til heimabrúk. Úr grønu songbók. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, bæði syngi og lurti at tónleiki í senn. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Hóast eg sum heilt ungur sá upp til mammubeiggjar mínar í Frændum, havi eg kortini ikki havt, nakrar dreymar um at gerast tónleikari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Heilt nógv. Humørið kann broytast fullkomiliga bert av einum sangi eins og minnir vekjast av songum. Lurti nógv eftir tónleiki, og einki er so gott sum góður tónleikur afturvið góðum balli. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Umleið 80 fløgur, 5 bond, men tíverri onga plátu! Hvat er tín yndisfløga? – Tað varierar frá degi til dags. Men ´The very best of Elton John´ blívi eg ikki troyttur av, og 70´ara rokkfløgan ´Machine Head´ hjá Deep Purple er eisini knasandi góð. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Eg hevði runnið langt vekk frá einari fløgu av hasum ever- greens-gubbunum úr Noregi, ið kalla seg Vikingarna! Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – ´Den Røde Gummibåd´ hjá dansktopp drotningini, Birthe Kjær. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Má siga, at eg eri so heppin at kunna standa fult inn fyri øllum tónleikinum eg eigi. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Seinast eg sang Karaoke var í einari duet (velji av trygdar- orsøkum ikki at nevna navnið hjá hinum persóninum), har vit sungu Hvalen Hvalborg hjá Shu- Bi-Dua. Sleppi eg eina ferð aftrat framat, hevði eg viljað sungið sangin betur! Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Sting hóskar seg væl. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Helst ikki tann sama tónleikin sum eg lurtaði eftir kvøldið fyri! Um tit hugsa góðan timbur- manstónleik er Kári P. ein góð byrjan uppá dagin. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Punk tónleikur. Tó dámar mær væl tekstirnir í føroyska punk orkestrinum, 200. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Hundraðtals av songum. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Sum 5 ára gamal elskaði eg fyrstu útgávuna hjá Frændum, "Saman við tær". Minnist at eg serliga fall fyri sanginum "Kuffert". Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Haldi at einastu upptøka, eg havi verið við til, var beint undan Ólavsøku í fjør. Tá sungu vit í ólavsøkukórinum vælkendu Ólavsøkukantatuna frá 1930 hjá J. Waagstein og E. Mitens á band í Eysturskúlanum. Løtan við ólavsøkukórinum á tinghús- vøllinum Ólavsøkudag varð fyri meg stórsligin. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Spyr meg aftur tá eg eri 79 ár, tí eg vænti at blíva minst 80. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Elton John í Parkini í Keyp- mannahavn í mai 2002 og Frændur saman við Symfoni- orkestrinum í Norðurlanda- húsinum á heysti 1999. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Sting og/ella Sir Paul McCartney. Teirra lívsleið og lívsáskoðan er stimbrandi. Bjarnoyarvegur 18, matr. nr. 893 aa, Tórshavn Grundøki: 323 m2. Byggiár: 1971. Húsini hava kjallara og miðhædd, uml. 100 m2 hvør hædd. Húsini eru innrættað soleiðis: Durur, lítil gangur, køkur, stova, 3 kømur, wc og baðirúm. Kjallari: trappu-uppgongd, vaskirúm/fýrrúm, durur,gangur,inngongd,3 kømur,køkur,stova og baðirúm við wc. Urtagarður og gyrðing eru kring húsini. ––––––––––––––––––––––––––– Eldri sethús í Skopun Matr.nr. 741, Skopun. Grundøki: mett til uml. 280 m2 Húsini hava lágan kjallara, miðhædd og loft. Miðhædd: stova, kamar, gangur, baðirúm, køkur. Loft: gangur, 3 kømur (eitt er kvistur), wc. Gjørt er rundanum húsini. Hjallur og fjós eru á stykkinum. Húsini liggja væl fyri í gomlu bygdini við sera góðum útsýni. Nærri upplýsingar um ognirnar fáast frá undir- ritaðu. Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av. Vegna Føroya Skiftirætt verða niðanfyristandandi ognir lýstar til sølu: Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: 311145 Telefax: 311525 e-mail: advlaw@advlaw.fo E-roknskapur pdf Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 569, Sp/f Hornabúðin, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini sum formaður: Sólveig Samuelsen, J. Dahlsgøta 2, 100 Tórshavn. Innkomin sum formaður: Alvilda Samuelsen, á Frælsinum 6, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Joan Neshamar, Flatnagerði 7, kj., 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 19. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1878, P/F S. V. Transport, 530 Fuglafjørður. Nevnd: Farin úr nevndini: Astrid Karla Huberta Celinda Vørðhamar, 530 Fuglafjørður. Innkomin í nevndina: Trúgvi Hansen Nesá, Grønatúgva 14, 530 Fuglafjørður. Skráseting Føroya tann 19. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1019, P/F Byggitek, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 30.10.2003 Kapitalur: Hækking við kr. 15.000,00 til kr. 516.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 15.000,00 við grunshækking. Skráseting Føroya tann 19. februar 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3055, P/F Far-Trade, 460 Norðskáli. Viðtikið 17.03.2004 at lækka partapeningin við kr. 750.000,00 til kurs 100 við útgjalding til partaeigarar, eftir at proklama er runnin. Skráseting Føroya tann 19. februar 2004 Kristin Balle _______________________ C M Y K 33 32