leygardagur 21. februar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 36 - 21. februar 2004
Nr. 36 - 21. februar 2004
35
Skeið í grundleggj-
andi PLC-teknik,
EFU nr. E0147
Skeiðið er ætlað elektrikkarum, maskinmeistarum
o.ø. Skeiðið gevur luttakaranum eina grundleggj-
andi vitan og møguleika fyri at koma ígongd við
PLC-stýringar.
Tíð
1 vika, 8.-12. mars 2004, 5 dagar, 37 undirvísingar-
tímar.
Endamál
Luttakarin kann – á elektrikkarastigi – greiða frá
hvar og hvussu PLC-skipanir virka.Hartil er luttakar-
in førur fyri at seta upp, leggja inn, seta ígongd og
forrita smærri industriellar PLC-skipanir. Umframt
verður luttakarin førur fyri at forrita broytingar í ver-
andi skipanum.
Innihald
Innleiðsla, Alment um PLC-skipanir, Virkisháttur,
Diagram og forriting, Uppseting og innlegging.
Undirvísari
Åge Thordal Mortensen, Skive Tekniske Skole.
Kostnaður
Kr. 5.500,- Møguleiki er fyri at søkja um fullan ella
partvísan stuðul sambært reglugerð um »Stuðul til
eftirútbúgving av yrkislærdum«.
Stað
El-deildin á Tekniska Skúla í Klaksvík
Freist
Seinasta freist at boða frá luttøku er 27.februar – á
telefon nr. 45 63 11 ella telefax 45 73 11.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Grundstykkir
í Funningsfirði
Við hesum verða trý grundstykkir í góðum byggi-
lendi í Funningsfirði lýst til sølu.
Stødd:
uml. 500 m2
Prísur:
kr. 15.000,00
Nærri upplýsingar fáast frá borgarstjóranum
á tlf. 441348 ella 223762.
Elduvíkar kommuna
tlf. 441348
Snarskivan skrivari
pdf
Bingjupláss í Vági
Frá og við mánadegi 23. februar 2004 eru upplat-
ingartíðirnar á bingjuplássinum í Vági hesar.
Dagur
Upplatingartíðir
Mánadag
Frá kl. 14.00-18.00
Týsdag
Stongt
Mikudag
Frá kl. 14.00-18.00
Hósdag
Frá kl. 14.00-18.00
Fríggjadag
Frá kl. 14.00-20.00
Leygardag
Frá kl. 14.00-19.00
Í nevndu tíðarskeiðum er eftirlitsfólk á bingjupláss-
inum og skipar fyri, hvar ruskið skal beinast.
Vágs Býráð
Teniska nevnd
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
C
M
Y
K
35
34
Ráðhúsið
Stjórar kommununnar, tað
er borgarstjórin,
kommunustjórin,
trivnaðarstjórin og tekniski
stjórin, fara í næstum allir
at húsast í Ráðhúsinum.
Í hesum sambandi er eitt
felags sekretariat og
móttøka gjørd í
ráðhúsinum, ið
umsøkjarin verður partur
av.
Hinar deildirnar í
Ráðhúsinum eru
mentamáladeildin og
starvsfólkadeildin.
Tórshavnar kommuna er
uppbygd við trimum
fyrisitingum: trivnaðar-
fyrisiting, tekniskari fyrisiting
og miðfyrisiting.
Hjá Tórshavnar kommunu
starvast umleið 1000
løntakarar, ið taka sær av
ymisku kommunalu
uppgávunum.
Tórshavnar kommuna,
fevnir um Tórshavn,
Hoyvík, Argir, Kolla-fjørð,
Kaldbak, Hvítanes,
Norðradal og Syðradal.
Í kommununi búgva 18.000
borgarar.
Skrivari
Av tí at skrivarin hjá borgar- og kommunustjóranum hevur tikið við nýggjum avbjóðingum, verður søkt
eftir fólki til hetta spennandi, fjølbroytta og ábyrgdarfulla starv.
Starvið
er ein partur av sekretariatinum hjá stjórum kommununnar, har fyribils trý fólk fara at starvast.
Skrivararnir hava egin ábyrgdarøki, men skulu samstarva og avloysa hvønn annan eftir tørvi.
Í stuttum kann sigast at starvið er:
- Spennandi, tí tú fært eitt sera gott innlit í hvat fyriferst í kommununi og ”ferðast” millum hægstu
embætismenn hjá kommununi. Tú luttekur sum skrivari á ymiskum fundum og ert við til at skriva
skriv til borgarar og almennar myndugleikar.
- Fjølbroytt, tí tú starvast í móttøkuni hjá borgar- og kommunustjóranum, har nógvar ymiskar
uppgávur eru. Eitt nú samskiftir tú og tekur ímóti viðskiftafólkum teirra, eisini fyrireikar tú fundir og
móttøkur.
- Ábyrgdarfult tí í starvinum eru nógvar lógir, reglugerðir, mannagondir og deadlines, ið skulu
yvirhaldast. Eisini skrivar tú fundarfrágreiðingar.
Omanfyri standandi er bert ein lítil partur av starvinum. Restina tosa vit um við eina møguliga
setanarsamrøðu, ið ætlandi verða hildnar í viku 12 2004.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Harumframt ynskist prógv á
merkonomstøði innan viðkomandi øki, t.d. fyrisitingarrætt. Um ikki, so ber til at taka hetta aftaná setan.
Neyðugt er at duga væl at málbera seg, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum og donskum.
Harumframt er neyðugt at duga enskt.
Neyðugt er at hava góðan KT-førleika, tí stórur partur av samskifti, planlegging og kunning
kommununnar verður gjørt við mail (Outlook) og interneti. Neyðugt er at hava koyrikort.
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at tú ert røkin, dugir væl at leggja til rættis, ert fyrikomandi, kanst arbeiða sjálvstøðugt og
dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis.
Neyðugt er eisini at tú kanst arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð og kanst luttaka á fundum bæði
uttanbýggja og uttanlanda.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra ella Janus Isfeldt, deildarleiðara,
tlf. 31 51 60.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postsmoga 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. mars 2004. Viðmerk á umsóknina
“skrivari”.
www.torshavn.fo