mikudagur 28. desember 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Lisið á
Fiskimálaráðharrin heldur
tað ikki vera vist, at Sjósavnið
hevur »neyðugu karmarnar«,
har tað er nú. Tað vil siga í
høvuðsstaðnum. Gott nokk
liggur Sjósavnið ikki í Havn,
men bara nakrar fáar metrar
hinum megin Sandá – á
Argjum.
Hóast fiskimálaráðharrin
virðismetir høgt tað arbeið
ið, sum verður gjørt á Sjó
savninum, so heldur hann,
at Sjósavnið eisini skal vera
við til at bøta um hallið hjá
landskassanum. Tí verður
játtanin skerd úr 300.000
krónum niður í 200.000 krón
ur.
Nú er fiskimálaráðharrin
klaksvíkingur, og tí kundu vit
freistast at misteinkja hann
fyri at halda, at »neyðugu
karmarnir« til eitt sjósavn
sjálvandi eru í Klaksvík. Hvat
tá? Klaksvíkin er jú okkara
fiskivinnuhøvuðsstaður...
Ein trupulleiki er tó, um
Klaksvíkar kommuna vil
eins og Tórshavnar kommuna
gjalda út við eina millión til
eitt slíkt sjósavn um árið,
sum bara fær 200.000 krónur
frá landsstýrinum sama
landsstýrið, sum av somu
fíggjarlóg ætlar at brúka
486.000 krónur soleiðis, at
Karsten Hansen, Bjørn Kalsø
og Jákup Mikkelsen kunnu
koyra í hvør sínum bili til
Havnar til arbeiðis. Altso bara
skattafríu koyripengarnir til
teir tríggjar eru tvær og eina
hálva ferðir játtanina til Sjó
savnið.
Atlso: Politikkur er ein
spurningur
um
raðfest
ing.
Altso Kaj
Leo
Holm
Johannesen:
Kanska vit
høvdu tikið
landsstýrið
eitt sindur
meira í álv
ara, um tit
sópaðu
fyri
egnum
durum.
Skerjast skal á so
mongum
konti,
sigur
fiskimála
ráðharrin.
Hvat
við at skerja gud
dommilugu koyri
pengarnar hjá
landsstýris
monnum?
Løgmaður sigur, at fólkið hevur fing
ið tað, sum fólkið hevur valt. Fólkið
valdi Sambandsflokkin og fekk flat
skattin hjá Fólkaflokkinum. Kanska
hetta er logikkur, men vit kunnu bara
sanna orðið, sum sigur, at »mangur
fær tað, øðrum er ætlað«.
Sambandsveljarin, fólkafloksvelj
arin, sjálvstýrisveljarin og miðfloks
veljarin kann fegnast um, at teir
ríkaru føroyingaringar hava fingið
skattalætta. Jú víst er ov nógvur
skattur á seinastu tjentu krónunum,
men harfrá so til at taka frá teimum
veikaru herðunum at geva teimum
breiðaru, tað kann ikki metast sum
annað, enn Robin Hood-politikkur
við øvugtum fortekni.
Men flatskatturin er av sonnum
ikki so galin hjá landsins leiðara,
Jørgen Niclasen, og hansara monn
um í Tinganesi. Tí hesir sjey garpar
nir í Tinganesi og tann eina kvinnan,
tey fáa av sonnum ein skattalætta,
sum merkist. Tey fáa tilsamans um
340.000 krónur í skattalætta um árið!
Hetta fáa tey oman á tær 1.200.000
krónurnar, sum tey framman undan
fáa í løn skattafrítt. Altso løn, tey fáa,
uttan at gjalda skatt. Altso tey kunnu
síggja fram til býta slakar 1.600.000
skattafríar krónur sínamillum í ár.
Nú skulu vit verða tey síðstu at
siga, at okkara politikarar fáa ov
høga løn. Slakar 60.000 krónur til
løgmann og slakar 50.000 krónur
til ein landsstýrismann, tað er einki
at reypa av. Men at tey ikki skulu
gjalda skatt sum onnur fólk, tað lík
ist ongum. Hví skal ein landsstýris
maður í Klaksvík fáa 13.500 krónur
skattafrítt at koyra til Havnar fyri
um mánaðin? Hví skal tað kosta
meira hjá einum landsstýrismanni,
enn hjá eini sjúkrasystir ella lærara
ella arbeiðsmanni at koyra úr Klaks
vík til Havnar til arbeiðis?
Hetta er ikki í lagi.
Vit kunnu tí staðfesta, at lands
stýrisfólk og løgtingsfólk enn eina
ferð hava lóggivið niður í egnan
lumma. Øll hava fingið fyrimun av
hesum, tí tingfólk og landsstýrisfólk
teljast millum tey fólk, sum fáa væl
oman fyri miðal burtur úr flatskatt
askipanini. Løgmaður og landsstýr
isfólkini fáa tað, sum svarar til eina
slaka eyka mánaðarløn í skattalætta
– væl at merkja eina mánaðarløn,
sum er skattafrí!
Tað er væl skiljandi, at Jørgen
Niclasen vildi skrumbla hetta málið
í gjøgnum. Hevði hann valt at bíða
nakrar mánaðir, so hevði flatskatta
skipanin ongan kjans havt at komið
í gjøgnum løgtingið.
Onkur hevði tá vaknað, sum nú
nú snorksvevur.
Fáa upp í 13.500 kr um mán
aðin í skattafríum koyripengum
Tjóðveldismaðurin í Tórs
havnar býráð, sum er vara
fólkafloksmaður á tingi,
Bogi Andreasen, heitir nú í
lesarabrævi á »partamann
sín í landsstýrinum«, Jákup
Mikkelsen, um at eira Sjó
savninum á Argjum.
Eitt sindur komiskt má
sigast, at Bogi Andreasen,
sum hevur havt tvær upp
gávur sum varafólkafloks
maður á tingi: At tryggja
parlamentariska grundar
lagið undir løgmanni, sum
setti Jákup Mikkelsen sum
fiskimálaráðharra – og at
velja nýggjan formann í
Fólkaflokkinum.
Nú er tað grundarlagið
undir Sjósavninum, sum er
á skránni. Um Bogi Andre
asen hevur trupulleikar av
tí, hví hevði hann so ikki
trupulleikar av, at pensjón
ir og almannaveitingar
fóru
nullstillaðar
– javningin varð tik
in burtur?
Hví hevði hann
ikki trupulleikar av,
at stuðul til hoyritól
var tikin burtur?
Hví
hevði
hann
ikki trupulleikar av, at
gjaldið til Heilsutrygd
varð hækkað?
Ella hvussu hevur ein
fólkavaldur
tjóðveldis
maður tað við at fara til
Danmarkar at bidda meira
blokk?
Helst ætlar Bogi Andre
asen at vinna ein av teim
um trimum sessunum hjá
Fólkaflokkinum í Tórshavn
ar Býráð.
Og skal hann tað við at
vera í andstøðu til andsfel
agarnar í Tinganesi, so fær
Bogi Andreasen úr at gera
næstu 11 mánaðirnar.
Í andstøðu til
nýggjar floksfelagar
Landsstýrið 340.000 í skattalætta
Skomm
Hans J. Hermansen
kjak á síðu 32
Svana
songur
Sambands
floksins
Kristin vestergaard
kjak á síðu 33
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Justinus Eidesgaard – Eg
stillaði upp í heyst fyri ein
sosialliberalistiskan
flokk.
Hesin flokkur eigur á botni
at skipa fyri jøvnum rætt
indum fyri øllum borgarum.
Sosialliberalisman
kom
fram í Bretlandi í 1800 tali
num sum ein mótvekt móti
tí mannamuni, teir lægru
stættirnir vóru fyri. Nú
hevur hesin flokkur júst í
skundi trumfað eina skatt
alóg í gjøgnum, sum gevur
teimum ríku og tekur sam
ráðingarrættin frá teimum
veiku at vinna sær hægri
løn. Og hetta ørkymlar meg.
Kanska eitt kubb, at bara 89
vildu hava meg á ting, tí eg
hevði rumblað nógv móti
hesi asosialu skattalóg. Og
sambandsmaður
eri eg framvegis.
Sjósavnið til Klaksvíkar