mikudagur 28. desember 2011síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frá 1. februar 2012 lækka fleiri av tænastugjøldunum í Eik.
Somuleiðis lækkar rentan á 1. veðrættarlánum og ávísum
innlánum, meðan bidragið á realkredittlánum hækkar
Ómaksgjøld lækka
Avgjørt er at lækka fleiri av ómaks gjøldunum
í Eik. Í stuttum verða hesi ómaksgjøld broytt:
• Fráboðaða ársgjaldið á Netbankanum
hjá privatkundum upp á 120 kr. um
árið, sum skuldi koma í gildi 1. januar
2012, verður ikki sett í gildi. Tí verður
Netbankin framvegis ókeypis at brúka hjá
privatkundum.
• Flytingar til Danmarkar umvegis
Netbankan verða ókeypis. Hetta er tó bert
gald andi fyri flytingar við stuttum boðum.
• Ársgjaldið á kortum til kundar millum 18
og 25 ár, lækkar úr 200 kr. niður í 15 kr.
• Eykagjald fyri myndakort lækkar úr 50
krónum í 0 krónur.
• Manuellar flytingar hjá Eik kundum, føddir
áðrenn 1. januar 1940, verða nú ókeypis.
• Saldufyrispurningar umvegis telefon verða
nú ókeypis
Flytingar við stuttum boðum í Netbankanum
eru framvegis ókeypis, tá flutt verður til
egnar kontur og aðrar kontur í Føroyum.
Hesar broytingarnar fáa allar gildi 1.
februar 2012. Undantikið er tó ársgjaldið
á Netbankanum, sum ikki verður sett í
gildi.
Rentulækking
Rentan á 1. veðrættarlánum lækkar við 0,25
pro sentum. Rentan á ávísum innlánum lækkar
somul eiðis við 0,25 prosentum. Rentu lækk
ingarnar fáa gildi frá 1. februar 2012.
Bidrag á realkredittlánum hækkar
Bidragið á BRF lánum hækkar upp í 1,90
prosent. Hækk ingin er galdandi fyri nýggj og
verandi lán. Hækkingin hevur gildi frá 1. apríl
2012.
Meira nágreiniligt yvirlit yvir broytingarnar
í rentum og gjøldum verður tøkt á heima
síðuni www.eik.fo, tá tær koma í gildi.
Eik BRoyTiR gjølD og RENTUR
Eik Banki Føroya P/F
Tel. 348 000
www.eik.fo