mikudagur 28. desember 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú ímillum jól og nýggjár
hava øll tey fimm arbeiðara
feløgini í landinum sagt sátt
málarnar við arbeiðsgevara
felagið, upp.
Hetta
sáttmálaskeiðið
er liðugt 30.apríl á midnátt,
men uppsagnartíðin er fýra
mánaðir.
Sostatt er freistin at siga
sáttmálarnar upp av nú á
nýggjárinum, annars halda
teir fram.
Georg F. Hansen formaður
í Føroya Arbeiðarafelag, vátt
ar, at øll arbeiðarafeløgini
hava sagt sáttmálan við Ar
beiðsgevarafelagið upp.
Talan
er
um
Føroya
Arbeiðarafelag,
umframt
arbeiðsmanna- og arbeiðs-
kvinnufeløgini í Havn og í
Klaksvík.
Sostatt skulu samráðingar
verða um nýggjar sáttmálar í
vár.
Seinast samráddust øll
arbeiðarafeløgini saman og
Georg F. Hansen væntar, at
tað fara tey eisini at gera í
vár, tó at tey ikki hava tosað
so neyvt um tað enn.
Hann dugir heldur ikki at
siga nakað um, hvørji krøvini
til ein nýggjan sáttmála
verða.
Men tað er onki at ivast í,
at feløgini fara at krevja eina
lønarhækking, sigur hann.
Kostnaðarstøðið er nógv
hækkað
við
dýrari
olju,
dýrari streymi, dýrari Heilsu
trygd, hægri gjaldi til ALS,
umframt at vørurnar dýrkað.
- Tí er onki at ivast í, at
vit fara at krevja hægri løn,
staðfestir hann.
Ongin hugur at spara
Tá ið fakfeløg hava samráðst
við arbeiðsgevararnar og eru
komin ásamt um eina lækk
ing, hava tey eisini avtalað,
hvussu stórur partur, skal
leggjast afturat sjálvari løn
ini og hvussu nógv av hækk
ingini skal leggjast afturat
eftirlønini.
Men formaðurin í Føroya
Arbeiðarafelag staðfestir, at
nú samgongan hevur sam
tykt at skatta pensjónir við
inngjald, hevur hetta tikið
hugin at spara til eftirløn,
burtur.
- Eg vænti, at vit fara at
krevja sum mest upp á sjálva
lønina fyri at fáa hana at
hækka, heldur enn sjálva
eftirlønina, sigur hann.
- Eg dugi ikki at síggja,
hví vit skulu berjast fyri at
fáa eftirlønina so nógv upp
eftir at samgongan hevur
samtykt at skatta inngjaldið,
leggur hann afturat.
aki@sosialurin.fo
Enn er óvist, hvør skal
vera semingsfólk í sátt
málatrætuni ímillum
Fýra fakfeløgini á al
menna
arbeiðsmark
naðinum øðrumegin og
Fíggjarmálaráðið og Kom
munala
Arbeiðsgevara
felag-ið hinumegin.
Tað staðfestir Herálvur
Jacobsen,
formaður
í
Lærarafelagnum.
Samráðingarnar ímill
um
tey
fýra
feløgini,
Starvsmannafelagið, Ped
agogfelagið, Lærarafelag
ið og Havnar Arbeiðs
kvinnufelag
øðrumegin
og Fíggjarmálaráðið og
Kommunala
Arbeiðs
gevarafelagið hinumegin
slitnaðu nakrar dagar fyri
jól og síðani og tí skuldi
semingsfólk upp í og tað
hava partarnir leitað eftir
síðani.
Formaðurin í Lærara
felagnum sigur, at bæði
fakfeløgini og arbeiðs
gevararnir hava skotið
hvør sítt semingsfólk upp,
sum mótparturin hevur
góðtikið, men enn hava
semingsfólkini ikki játtað
at átaka sær uppgávuna.
Tað er spurningurin
um lønina, sum skilir part
arnir so mikið, at teir onga
vón høvdu um at semjast,
og
semingsfólkini,
tey
hava heitt á, skulu hava
stundir at seta seg inn í
krøvini hjá báðum pørt
um og viðurskiftini ann
ars fyri at vita um teir
yvirhøvur hætta sær und
ir eina semingsroynd.
Og tað er hesum svari,
partarnir nú bíða eftir
og nær svarið kemur, er
óvist.
Fakfeløgini vilja ikki
víkja frá kravinum um
eina
lønarhækking
og
hinvegin tvíhalda Fíggjar
málaráðið og kommunur
nar um, at flatskatturin
er ein skattalætti og tí
eiga lønirnar ikki eisini at
hækka.
Nú
samgongan
hevur
samtykt at skatta pen
sjónir við inngjald, fer
hvør limur í Føroya Ar
beiðarafelag, sum frálíður,
at fáa 1000 – 1500 krónur
minni í eftirløn, enn hann
annars hevði fingið.
Tað vísa útrokningar,
sum Føroya Arbeiðara
felag hevur gjørt.
- Tað er ein rættiliga
stórur missur upp á seg,
sigur Georg F. Hansen,
formaður
í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Hann vísir samstundis
á, at limirnir í Føroya
Arbeiðarafelag fara ikki
at fáa eitt flatt oyra í
skattalættanum,
sum
samgongan hevur sam
tykt.
Og hann væntar, at
hetta fer at fáa ávirkan
á samráðingarnar, sum
verða í vár, tí tileggjanin
til at spara saman til eftir
løn er nógv viknað eftir at
inngjaldið verður skattað.
Enn er óvist, nær farið
verður
undir
semings
royndina fyri at loysa lønar
trætuna ímillum Maskin
meistarafelagið øðrumegin
og Fíggjarmálaráðið og Kom
munala Arbeiðsgevarafelag
ið hinumegin.
Alan Skaalum, semings
maður, sigur, at hann og
hin semingsmaðurin, Niels
Winther Poulsen, tosaðu við
partarnar fyri jól.
Tær samrøðurnar verða
tiknar upp aftur nú ímillum
jól og nýggjár og so verður
farið undir tær ítøkiligu sam-
ráðingarnar
Men hann viðgongur, at
tað verður neyvan fyrrenn
eftir nýggjár, at nakað úrslit
kann væntast.
- Tað vil tíðin vísa eftir
tær samrøður, vit skulu hava
við partarnar nú.
Vit
hava
spurt
Allan
Skaalum um hann heldur, at
tað fer at ávirka samráðing
arnar, at samgongan hevur
samtykt at seta flatskatt í
gildi og hevur samtykt at
skatta pensjónir við inngjald.
- Vit arbeiða eftir teim-
um fortreytum vit hava og
teimum krøvum, partarnir
føra fram. Og tað er so
mangt, sum ávirkar einar
samráðingar. Hækka prís
irnir, fer tað at verða ført
fram sum ein grundgeving
fyri eini lønarhækking og
lækkar
kostnaðarstøðið
verður tað ført fram sum ein
grundgeving fyri at lækka
lønirnar ella avmarka lønar-
hækkingina.
Arbeiðarafeløgini
fara at krevja
lønarhækking
SAMRÁÐINGAR Øll arbeiðarafeløgini hava nú sagt
sáttmálarnar við arbeiðsgevararnar upp og tað er
ongin ivi um, at tey fara at krevja meiri í løn
Samráðingarslit:
Bíða eftir svari
Missa
1000 - 1500
krónur um
mánaðin
Fara aftur at tosa saman
Eg væn
ti, at vit fara
at krevja
sum mest
upp á sjálva
lønina
Hægri løn
Arbeiðarafeløgini høvdu ein virknan leiklut í mótmælinum ímóti at skatta pensjónir við inngjald fyri at
fíggja eina flatskattaskipan. Nú hava tey sagt allar sáttmálar upp við tí endamáli at krevja hægri løn