mikudagur 28. desember 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pápar hava
eingi rættindi
– Eg renni pannuna ímóti allastaðni í stríði mínum fyri at geva børnum
mínum eitt gott lív. Antin má eg hava hjálp, ella má eg siga børnini frá
mær, tí eg haldi ikki til hetta meira, sigur ein ólukkuligur pápi
Randi Jacobsen
Tað er ein sannroynd, at tá foreldur
fara hvør til sítt, fær mamman
oftast foreldramyndugleikan.
Men sjálvt um foreldrini hava
felags
foreldramyndugleika,
stendur mamman kortini sterkari.
Tað er hon, sum fær viðhald, tá ið
stríð er millum foreldrini.
Tað ásannar ein pápi, sum
Sosialurin hevur tosað við. Pápin
vil vera ónevndur fyri ikki at
særa ella skaða børnini. Hann er
púrasta fyri ongum av stríðnum
við fyrrverandi konuna og vil
siga søgu sína sum eina roynd at
hjálpa børnunum og vísa á órætt
vísið.
Tá ið tey komu saman, átti hon
børn, og tey børnini tóku beinan
vegin ímóti manninum, sum gift
ist við mammuni og kallaðu hann
pápa.
Tey bæði fingu tvey børn, men
hjúnarlagið helt ikki, tí hon livdi
eitt lív, sum hann ikki kundi góð
taka.
Tí fóru tey hvør til sítt.
Felags
foreldramyndugleiki
varð avtalaður, men tað riggaði
ikki serliga væl.
Ta
fyrstu
tíðina
stuðlaði
familja hennara manninum, tí tey
góvu honum rætt í, at børnini ikki
høvdu tað gott hjá mammuni.
Desperatur
Hann valdi eina ferð at taka bæði
børn síni og eitt av hennara, sum
hon átti við einum øðrum manni,
heim til sín. Tá ið hon fataði, hvat
var hent, gjørdi hon vart við seg,
mótmælti og fekk viðhald.
Maðurin gjørdi sítt besta fleiri
ferðir at greiða bæði barnavernd,
politinum og Ríkisumboðnum
frá, hvussu støðan var, men onga
staðni møtti hann forstáilsi.
Fleiri ferðir hava tey verið í
rættinum.
Í fjør fekk hann tað eldra barn
ið til sín at búgva. Barnið fekk
adressu hjá pápanum og kom í
barnagarð í Havn, og alt gekk væl.
Men Ríkisumboðið skrásetti ikki
barnið at búgva hjá pápanum.
Myndugleikarnir komu til ta
niðurstøðu, at hetta barnið ikki
skuldi hava samveru við mammu
sína, tí barnið var ótrygt, hvørja
ferð tað kom aftur til pápan. Men
pápin skilti, at barninum longdist
eftir mammu síni og læt tí barnið
sleppa at vitja mammu sína eitt
vikuskifti.
– Tá varð tað brúkt móti mær.
Tá ið eg hevði lovað barninum at
fara til mammuna, varð avgerðin
um, at barnið burturav skuldi vera
hjá mær, tikin av, sigur pápin.
Mamman kom ikki
Onkuntíð skuldi mamman koma
eftir barninum, sum búði hjá páp
anum, tí barnið skuldi vera um
vikuskiftið hjá mammuni. Ein
dag stóð barnið og bíðaði eftir
mammuni, men har kom eingin
mamma. Hon skuldi so koma
dagin eftir. Barnið bíðaði, men har
kom framvegis eingin mamma.
Triðja dagin komu onnur fólk
eftir barninum.
Pápin hevur alla tíðina verið
sannførdur um, at øll fýra børnini
hava verið fyri umsorgarsvíki, og
tí hevur hann klagað fleiri ferðir
bæði til barnavernd og til Ríkis
ummboðið, men eingin hevur
rættiliga viljað lurtað eftir hon
um. Børnini høvdu tað gott hjá
mammuni, vóru boðini til pápan.
Barnið, sum seinastu mán
aðirnar hevur búð hjá pápanum,
hevur regluliga verið um viku
skiftið hjá mammuni. Antin
koyrdi hann barnið til mammuna,
ella komu onnur fólk eftir barn
inum.
Løgin atburður
– Men so upplivdi eg, at barnið
hevði løgnan atburð, tá ið tað kom
aftur til mín. Drongurin rasaði út,
græt og var illur og slerdi frá sær,
og tað var ræðuligt, so eg noyddist
at halda honum. Sjálvt eftir at
hann var sovnaður, rópti hann í
svøvni, men so seinni fall ró yvir
hann, og hann vildi klemmast,
sigur pápin.
Hann hevur upplivað mangt og
hvat í stríðnum fyri og um børnini.
Eina ferð vildi yngri sonurin ikki
aftur til mammuna, men hann
noyddist,
tí
myndugleikarnir
høvdu álagt pápanum at útflýggja
dreingin.
Sjálvt um felags foreldra
myndugleiki er, og hon ikki hevur
hildið treytirnar, hevur hann
verið noyddur at boygt seg.
Eisini hava børnini sagt hon
um, hvat tey hava verið vitni til.
Hetta er nakað, sum børn ikki
hava gott av at uppliva.
Helt ikki avtaluna
Tá ið pápin valdi at fara frá kon
uni, læt hann hana búgva í hús
unum, sum hann átti. Avtalan var,
at hon skuldi rinda húsleigu, olju
og streym, sum so Almannastovan
skuldi endurrinda henni. Men
hon rindaði einki, og Almanna
stovan kravdi hann at gjalda
rokningarnar. Tá koyrdi hann
hana út úr húsunum, sum stóðu
myrk og køld.
Hann veit eisini, at tá ið hann
áður hevur havt eldra sonin, sum
fór um vikuskiftið til mammuna,
var drongurin alla tíðina hjá
í meldrinum
Einligur pápi:
Maðurin gjørdi sítt besta fleiri ferðir at greiða bæði
barnavernd, politinum og Ríkisumboðnum frá, hvussu
støðan var, men ongastaðni møtti hann forstáilsi