mikudagur 28. desember 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
mostrini. Tá var drongurin róligur,
tá ið hann kom aftur til pápan
Í barnagarðinum høvdu tey
av serligum orsøkum eina serliga
eygleiðing við dreinginum, og
skjøl vísa, at mett varð, at drong
urin var forsømdur.
Mamman hevur fleiri ferðir
verið her í Havn, og bara eina ferð
hevur hon spurt eftir dreinginum,
sum býr hjá mær.
Hann hevur roynt allastaðni
at fáa hjálp, men alt til fánýtis.
Børnunum tørvar hjálp
– Tey hava boðið mær konflikt
mekling, men tað kann eg ikki
brúka til nakað. Tað einasta, sum
hetta snýr seg um, er at bjarga og
hjálpa børnunum, sigur pápin.
Hann hevur stovnað nýggja
familju, og nýggja konan tekur
væl móti børnum hansara. Men
hann heldur ikki, at hann kann
bjóða nýggju familjuni henda
levnaðin.
Antin má onkur hjálpa mær,
ella verði eg noyddur at frásiga
mær dreingirnar, og tað vil eg
treyðugt. Upp á henda mátan seti
eg nýggja og góða familjulív mítt
upp á spæl, sigur pápin.
randi@sosialurin.fo
Páparnir detta niðurímillum
– Tað er ikki rímiligt, at mamman at
kalla einsamøll kann seta treytirnar,
nær pápin kann hava barnið,
sigur Kristianna Winther Poulsen,
forkvinna í javnstøðunevndini
Nakrar ferðir um árið ringja
pápar til javnstøðunevndina at
kæra sína neyð, tí teir stríðast
við fyrrverandi konuna um
børnini.
Summir
skriva
til
nevndina.
– Teir eru djúpt ørkymlaðir,
og eg haldi ikki tað er rætt, at
mamman fyri tað mesta sleppur
at seta treytirnar fyri samveru,
tá ið foreldrini eru farin frá
hvør øðrum, sigur Kristianna
Winther Poulsen.
Hon heldur, at foreldrini
mugu býta nógv í seg av hatri,
tí ósemjan má ikki raka børnini
meira enn neyðugt. Men tað er í
mongum førum lættari sagt enn
gjørt.
– Tað er neyðugt fyrst og
fremst at hugsa um børnini, og
tað er ikki rætt, at páparnir so
ofta detta burtur ímillim, sigur
hon.
Summir pápar hava sagt
henni, at teir ikki tora at berjast
fyri sínum rættinum, ti teir eru
bangnir fyri harvið at missa alt.
Onkur hevur nevnt, at tað
er so møtimikið at stríðast, tí
teir møta bara kvinnum í allari
skipanini, pedagogum, málsvið
gerðum, barnavernd o.a.
randi@sosialurin.fo
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini
Modelmynd