Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endur­skoðað. Hetta stendur í sam­ gongu­skjalinum. Men ikki skal leggjast so nógv í orðingina, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentan­ar­málum. Í samgonguni eru ymiskar hugs­an­ir um kringvarpið, men enn hevur Bjørn Kalsø ong­ar kollveltandi tankar við­víkj­ andi kringvarpinum. - Kringvarpið er tveir saman­lagdir stovnar, og mín hugs­an er, at teir kundu verið bet­ur samansjóðaðir, sigur Bjørn Kalsø. Hann er ikki komin hartil at leggja nakrar ætlanir um broyt­ingar, tí hann hevur havt so nógv annað at seta seg inn í á mentanarliga øki­num. Bjørn Kalsø heldur tað vera neyðugt at hygg­ja at fígg­ingini av­ stovni­ num, um být­ið millum lýs­ing­a­inn­tøk­ur og kringvarpsgjald. Haraftrat kemur nýggi pub­lic service-sáttmálin, sum skal endurskoðast triðja hvørt ár. Randi Jacobsen Neyvan vita øll, at tað ber til at fáa endurgjald frá trygg­ing, um skaði hendir á urta­garðin. Treytin er tó, at ein bygn­ings­skaði er atvoldin. Tað vil siga, at um ein tak­ pláta ella okkurt annað fýk­ ur á ein runn ella eitt træ, tek­ur tryggingin við. Men um eitt træ brotnar av vindi, fæst einki frá trygg­ing­ini. Men er dálking hend, og eitt nú ein oljutangi lekur og ger skaða á urtagarðin, rind­ar tryggingin fyri skað­ an. Í mesta lagi fáast 144.00 krónur fyri skaða í urta­ garði. Randi Jacobsen Tá ið Trygd og Trygg­ingar­ felagið Føroyar lótu upp trið­ ja jóladag, fóru tele­fon­ir­nar at ringja. Fólk ringdu fyri at boða frá skaðum, størri og smærri. Hendan dagin fekk Trygd 120 fráboðanir um skaðar, og Trygg­ing­arfelagið Føroyar fekk yvir 300 fráboðanir. Í dag koma fleiri frá­boð­ an­ir aftrat. Hjá Trygd siga tey, at flestu fráboðanirnar eru komn­ar úr Havn, men eisini kom­u fleiri úr Norðoyggjum og annars úr øllum landi­ num. Ein stórur partur av skaðu­num er takplátur og klæd­n­ing­ar, sum eru loysnað. Ymist, sum hevur ligið leyst er farið á flog og gjørt skaða. Post­kassar og ruskstativ eru far­in og so víðari. Trygd hevur enn onga meting av, hvussu kostn­að­ ar­m­iklir skaðarnar eru, tí teir skulu sýnast, og tað verður gjørt komandi dagarnar. Regin Hammer, stjóri í Trygg­ing­arfelagnum Føroyar sigur, at tey fyribils hava sett tríggjar mió. krónur av til sksðarnar, sum hendu á jólum. Um tað røkkur, er ikki vist, tí skaðarnir skulu sýnast. Verri í november Skaðarnir á jólum vóru langt frá líka nógvir og stórir sum í ódnini í november. Skað­ ar­nir tá kostaðu Trygg­ing­ ar­felag­num Føroyar yvir 50 mió. krónur. Regin Hammer hevur ikki hugt at, hvaðani í landinum flestu fráboðanir eru kom­ nar, men Suðuroyggin er í hvus­su er væl við. Flestu skaðarnir eru priv­ at­ir, sethús og bilar. - Vit setu beinanvegin fólk av til at taka ímóti frá­boða­ num, og tað koma fremvegis frá­boðanir inn, sigur Regin Hamm­er. Flestu skaðarnir í Havn Bæði Tryggingarfelagið og Trygd fáa framvegis fráboðanir um skaðar á jólum Eingin koll­ velt­ing við kring­ varpinum Bjørn Kalsø, lands­stýris­maður ætl­ar at hyggja eftir, hvussu saman­legg­ing­in av útvarpi og sjónvarpi hev­ur riggað Endurgjald fæst fyri urtagarðar Húsavørðurin í løgtinginum bar ótta fyri, at flaggstongin á tinghúsvøllinum fór at brotna, og tí tók hann í góðari tíð flaggið niður Lógarverkið fyri kringvarpið verður neyvan broytt nógv