mikudagur 28. desember 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Lýggjastu jólini
í 137 ár
Lágtrýstið
Dagmar,
sum gav føroyingum og
norðmonnum óvanliga
nógvan vind, pumpaði
samstundis lýggja luft
frá Azorunum norður
ímóti Skandinavia, og tað
sást á hitamátarunum í
Danmark. Jóladag skrá
setti danska veðurstovan
11,3 stig í Tylstrup, sum
er nærhendis Aalborg,
og annan jóladag komu
hitamátarnir í Karup í
Miðjyllandi upp á 11,2
stig.
Sum heild lá hitin
í Danmark millum 9
og 11 stig bæði dag og
nátt á jólum, so nógv
an hita hevur danska
veðurstovan ikki skrá
sett á jólum, síðani tær
almennu hitamátingar
nar byrjaðu í 1874.
Veðurmenninir siga,
at luftin rak so skjótt
frá Azorunum norður
eftir, at hon fekk ikki
stundir til at kølna, og tí
gjørdust hesi jólini eisini
óvanlig í Danmark, hvat
veðrinum viðvíkir.
Sviar lítið álit
á Juholt
Håkan Juholt
Tað gongst stak illa
hjá formanninum hjá
teimum svensku sosial
demokratunum, Håkan
Juholt, at vinna sær
undirtøku millum teir
svensku veljararnar.
Í einari meininga
kanning í juni søgdu
29 prosent av teimum
spurdu, at tey høvdu álit
á honum, men nú eru
tað bara 16 prosent, sum
hava ta uppfatanina, og
sambært svensku fjøl
miðlunum hevur eingin
sosialdemokratiskur
floksformaður í Svøríki
verið so illa umtóktur.
44 prosent siga bart út,
at tey hava als ikki álit
á Juholt.
Harafturímóti
fáa
hinir floksformenninir
støðugt størri stuðul
millum fólk, og ovastur á
stiganum er forsætisráð
harrin, Fredrik Reinfeldt,
sum fær undirtøku frá
67 prosentum av teimum
spurdu.
Fáa kanska
kvinnu til bisp
Íslendski bispurin, Karl
Sigurbjörnsson, hevur
boðað frá, at hann fer
úr embætinum næsta
ár, og líka síðani frá
boðan
hansara
hava
røddir
verið
frammi
um at fáa eina kvinnu í
tað ovasta embætið í ís
lendsku kirkjuni. Ísland
hevur
sum
kunnugt
havt kvinnu í forseta
embætinum og hevur í
løtuni eina kvinnu sum
forsætisráðharra.
Tí
halda fleiri, at tíðin er
komin, til at íslendska
kirkjan fær eina kvinnu
í tað ovasta embætið.
Enn hevur eingin boð
ið sær til at taka við eftir
Karl
Sigurbjörnsson,
men fleiri kvinnuligir
prestar
eru
nevndir
í
fjølmiðlunum
sum
møgulig bispaevni.
Umleið
500
fólk
skulu velja tann næsta
íslendska bispin.
– Vit hava eitt hart og vanda
mikið veðurlag, men vit
duga ikki nóg væl at smíða
hús, sum tola tað norska
veðurlagið,
sigur
veður
lagsgranskarin við kring
varpið NRK. Hann vísir
á, at tað kann vera kostn
aðarmikið at fara ov lætt
um trygd og góðsku, tá bygt
verður. Ódnin Berit gjørdi
skaða fyri einar 150 milliónir
krónur, og ódnin Dagmar nú
á jólum kostaði eisini nógv.
Hans Olav Hygen sigur, at
tað slepst ikki undan húsa
skaða, tá veðrið er so ringt
sum nú um jólini, men at
skaðarnir kundu verið færri
og minni. Hann vísir á, at
summi pláss eru veðurbetri
enn onnur, og at hetta má
havast í huga, tá fólk byggja.
Tað er ikki bara vindurin,
sum kann gera stóran skaða
á hús. Ein annar trupulleiki
er gloprarregn, sum er vorðið
meiri vanligt tey seinnu árini.
Eisini tey viðurskiftini mugu
takast við í sambandi við
bygging í framtíðini, sigur
Hans Olav Hygen.
– Tað er greitt, at vit fáa eitt
ógvusligari veðurlag í fram
tíðini. Tí mugu vit taka tey
neyðugu fyrivarnini. Tað er
umráðandi at byrja nú, so vit
sleppa undan upptakinum,
sigur
veðurlagsgranskarin
við NRK.
Mugu byggja húsini
eftir umstøðunum
Ódnarveðrið ta seinastu tíðina hevur gjørt stóran skaða í
Noregi, og veðurlagsgranskarin Hans Olav Hygen vil hava
norðmenn at byggja síni hús eftir umstøðunum
ES vil hava atgongd
til tað grønlendska
tilfeingið
–Tað stóra og fjølbroytta náttúrutilfeingið í Grønlandi hevur so
stóran týdning fyri Evropasamveldið, at tað kann ikki yvirmetast. Tað
heldur í hvussu er næstformaðurin í ES-nevndini, Antonio Tajani
ES tingast í hesum tíðum við
Grønland, og málið hjá sam
veldinum er at fáa atgongd
til tað grønlendska náttúru
tilfeingið. Afturfyri er sam
veldið til reiðar at veita
Grønlandi størri politiskan
og búskaparligan stuðul.
Antonio Tajani, sum er
ES-kommiserur í ídnaðar
málum, sigur við Public
ServiceEurope, at ES leggur
stóran dent á at útvega sær
atgongd
til
grønlendskt
náttúrutilfeingi so sum olju
og virðismikil sløg av málmi,
sum eru í teirri grønlendsku
jørðini. Orsøkin til tann stóra
áhugan fyri júst Grønlandi
er, at ES væntar, at tað
verður torførari at fáa fatur
á evnunum aðrastaðni í kom
andi árum, samstundis verju
tollur kann órógva viður-
skiftini.
PublicService
Europe
endurgevur skrivstovustjór
an í grønlendska uttan-ríkis
ráðnum, Minninnquaq Kleist,
fyri at siga, at grønlendingar
ætla sær at brúka ta tíð, sum
er neyðug til samráðingarnar
við ES. Hann vísir á, at
Grønland hevur sáttmála við
ES á fiskivinnuøkinum, og at
ætlanin er at fáa ein sáttmála
um undirvísingarøkið í vár.
Síðani verða onnur øki tikin
upp.
Minninnquaq Kleist legg
ur dent á, at tættari sam
starv við ES merkir ikki, at
Grønland fer upp í samveld
ið.
– Um vit skuldu sett alt
lóggávuverkið hjá ES í gildi
í Grønlandi, skuldu vit sett
56.000 fólk til at stýra teim
um 56.000, sum búgva her,
sigur Minninnquaq Kleist.
Hann vísir í hesum viðfanbgi
á, at júst mótstøða ímóti
teirri stóru umsitingini var
ein orsøk til, at Grønland fór
úr ES í síni tíð.
Antonio Tajani er ES-kommiserur í ídnaðarmálum
og varaformaður í ES-nevndini