Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í fjør fiskaði línuskipið Kamb­ur fyri slakar 16 miljón­ ir krónur og Stapin, sum var næst­ur í veiðivirði, fiskaði fyri slakar 14 miljónir krónur. Í ár er veiðivirðið hjá Kambi 16,5 miljónir krónur, með­an veiðivirðið hjá Stapa­ num liggur beint niðan fyri 16 miljónir. Hetta er soleiðis annað árið á rað, at skipini, sum Krist­mund Johannesen er reiðari á, eru best og næst best í línuskipaflotanum. Tølini siga okkum, at með­an Kambur í 2011 hevur økt um veiðivirði í mun til undan­farna ár við góðari hálv­ari miljón, hevur Stapin økt um sítt veiðivirði við út við 2 miljónum krónum. Leggjast skal tó aftrat, at tá eitt skip sum Kambur longu hevði eitt veiðivirði á slak­ar 16 miljónir krónur í 2010, kann tað vera trupult - við væntaðari veiði og prís­ um - at veksa so nógv um talið eftir einum ári. Hin­veg­ in hevði Stapin við einum veiði­virði á slakar 14 miljónir krón­ur í 2010 ivaleyst eitt betri grundarlag at gera árið í ár betri enn í fjør. Tað er Mortan Mortensen á Eiði, sum førir Kamb – og Jákup E. Eidesgaard á Eiði, sum førir Stapan. Teir búgva báð­i­r í somu gøtu í bygdini og yvir av hvørjum øðrum. Men tað skal meiri enn ein góður reiðari og tveir góð­ir skiparar til at røkka so frægum úrslitum, tá línu­flot­ in annars ikki hevur havt síni bestu ár. Bæði skipini hava dugna­ligar manningar sum vita, hvussu tingini skulu ger­ast, og hvussu frægast fæst burturúr. Frægari ár Í Sosialinum herfyri segði formaðurin í Felagnum Línu­skipum, Jóhannus M. Ol­sen, at línuflotin sum heild í ár hevur gjørt eitt heldur frægari ár enn í fjør, og hann metti, at skipini í mið­al hava fiskað fyri einar tvær miljónir krónur meiri í ár enn í fjør. - Veiðivirðið hjá einum mið­al línuskipi í fjør lá um einar 8 miljónir krónur, men í ár liggur hetta tal helst um einar 10 miljónir. Hetta er langt frá nóg gott, men er kortini ein lítil bati. Eftir summar­frítíðina í ár fingu lín­u­bátar nakrar heldur fræg­ari túrar, samstundis sum heldur meiri fekst fyri fisk­in. Hetta var ikki tað heilt stóra lopið, hvørki í veiði ella prísi, men tað gjørdi mun. Eg vil siga, at hevði heystið ikki roynst so frægt, sum tað gjør­di, hevði árið í ár verið líka so vánaligt, sum árið í fjør var, legði Jóhannus M. Ol­sen aftrat. Bæði formaðurin í Felag­ num Línuskipum og reiðarin á Kambi og Stapanum siga, at tað serliga er veiðan á djúp­ um vatni eftir longu og bros­ mu, sum hevur gjørt árið í ár til eitt frægari ár enn í fjør. Royndir menn Bæði Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard eru roynd­ir skiparar við før­oysk­ um línuskipum. Í fjør, tá Kambur eisini end­aði á ovastu rók, hevði Sosial­urin stutt prát við Mort­an, ið hevur ført skipið Kambur aftur besti línubátur Mortan Mortensen førir Kamb – og Jákup E. Eidesgaard førir Stapan. Teir búgva báðir í somu gøtu á Eiði Hetta er annað árið á rað, at Kambur og Stapin eru bestir og næst bestir í veiðivirði millum línuskipini. Skipararnir, Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard, búgva báðir á Eiði – í somu gøtu og beint yvir av hvørjum øðrum. Kristmund Johannesen er reiðari á báðum skipunum