mikudagur 28. desember 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tað skal meiri
enn góður reiðari og
tveir góðir skiparar til
at røkka so frægum
úrslitum. Bæði skipini
hava dugnaligar
manningar
Kambur fiskaði fyri 12 miljónir krónur í 2009,
slakar 16 í 2010 – og í ár er veiðivirðið 16,5 miljónir
krónur. Beint í hølunum á Kambi, kemur Stapin
við einum veiðivirði, sum liggur beint undir 16
miljónir krónur. Her liggja teir báðir við bryggju á
Toftum, Kambur hin fremri og Stapin hin aftari
Mynd: Vilmund Jacobsen
í hálvt fimmta ár. Kambur
er
nevniliga
fyrrverandi
Jógvan
Norði,
sum
var
heimahoyrandi á Toftum.
Nú er skipið heimahoyrandi
á Strondum og Mortan, sum
hevur ført línuskip, síðan
hann var 27 ára gamal í 1988,
er eisini ein av eigarunum.
Fyrsta skipið, sum Mortan
førdi burtur av, var Thomas
Nygaard. Hann fór at føra
Thomas Nygaard í 1989 og
stóð á brúnni har í eini fimm
ár. Síðan fór hann umborð á
línuskipið, Sigmund.
Jákup E. Eidesgaard hev-
ur eisini drúgvar royndir
sum línuskipari, og báðir
eru teir nærlagdir menn –
við góðum reiðara og góðari
manning, heilt úr lastini um
maskinrúmið og upp á dekk
ið.
Vilmund Jacobsen
Meðan línuskipini, Kamb
ur og Stapin, liggja ovast
ir í veiðivirðið í ár, man
línuskipið
Klakkur
í
Klaksvík við einum veiði
virði á slakar 14,5 miljónir
krónur liggja teimum í
hølunum.
Brøðurnir, Líggjas og
Bethuel Johannesen, hava
átt og rikið Klakk í fleiri ár,
men í ár hava samráðingar
verið við fiskavirkið Kósina
um at keypa ein part av
skipinum. Úrslitið er, at
Kósin nú eigur 51% av
partapeninginum, meðan
brøðurnir eiga tey 49%
eftir.
Óvissa um lagnu
Líggjas Johannesen sigur,
at tað var óvissan við
áhaldandi skerjingum av
fiskidøgum og óvissan um
lagnuna eftir 2018, sum før
du til, at teir gjørdu av av
selja ein part av skipinum.
- Eg veit ikki. Tað hava
verið løtur, tá vit hava
sæð rættiliga svart upp á
framtíðina í fiskivinnuni.
Eitt er gongdin aftur og
fram. Annað eru tey polit
isku inntrivini og signal
ini, har vit ár um ár missa
fiskidagar
–
og
síðan
óvissan um, hvat fer at
henda í 2018, tá rætturin
til fiskiloyvini gongur út.
Tá skýggini hava verið
daprast, hava vit onkun
tíð umhugsað at sloppið
okkum burtur úr vinnuni,
meðan rímiliga væl stóð til.
Hetta var so ein møguleiki
at selja ein part av skipi
num.
Líggjas Johannesen sig
ur, at tá samráðingar yvir
eina longri tíð hava verið
við Kósina um at keypa
part av skipinum, hava teir
eisini lagt flestu lastirnar
upp til virkið.
- Nú er við í avtaluni
millum partarnar, at Klakk
ur skal landa til Kósina, um
virkið kann geva kappin
garføran prís. Meta vit, at
fiskaprísurin er ov lágur,
kann óheftur gera sína
meting, so vit vita, hvar vit
standa.
Hann leggur aftrat, at
einki er broytt við rakstri
ella manning annars.
- Nú vit hava fingið
nýtt landsstýri, tykist tað,
sum hugburðurin til fiski
vinnuna er broyttur, og vit
vóna, at nýggi landsstýris
maðurin, Jákup Mikkel
sen, vil vera við til at skapa
veiðiliðnum tryggari kar
mar, so vit, ið reka fiskivin
nu, í størri mun vita, hvar
vit standa. Tað ber ikki til
at reka vinnu, tá tú ikki
upp á longri sikt kennur
treytirnar.
Líggjast
Johannesen
vísir á, at tað hevur verið
sum at tosa fyri deyvum
oyrum, tá roynt hevur verið
at greiða myndugleikum
frá, hvat er neyðugt fyri at
kunna hava skiparakstur í
Føroyum.
- Skulu menn gera seg
klókar upp á veiðiliðið,
er neyðugt, at teir kenna
samanhangin í rakstrinum
av einum skipi – ja, heilt
frá botni av. Hinvegin eri
eg onga løtu í iva um, at
tað verða bankarnir, sum í
seinasta enda koma at gera
av, hvør sleppur at fiska –
og hvør ikki sleppur, leggur
hann aftat.
Strævnar skerjingar
Líggjas Johannesen vísir á,
at Klakkur í hesum fiskiári
eigur 147 fiskidagar, og tað
merkir, at so skjótt farið
er um 1. september, tá nýtt
fiskiár byrjar, er neyðugt
hjá teimum at hyggja eftir,
hvussu dagarnir kunnu fá
ast at røkka – ella, hvussu
teir kunnu fáa fatur á nøkr
um døgum aftrat, so teir
kunnu fiska tað mesta av
árinum.
- Samstundis, sum fiski
skapurin hjá línuflotanum
sum heild hevur verið
vánaligur seinnu árini, er
vit skerdir í dagatali, eins
og oljan er vorðin 4-5 fald
að í prísi. Í ár hava vit keypt
olju fyri umleið 1,25 miljónir
krónur, sum hjá einum línu
báti er ein stórur partur av
eini veiðivirði á slakar 14,5
miljónir krónur, sigur skip
arin.
Brøðurnir, Líggjas og
Bethuel Johannesen, skift
ast um at føra línuskipið
Klakk.
vilmund@sosialurin.fo
Óvissa fekk
okkum at selja
Línuskipið Klakkur, sum Johannesen-brøðurnir, Líggjas og Bethuel
í Klaksvík, hava átt og rikið í fleiri ár, hevur eisini havt eitt rímiliga
gott ár í ár. Veiðivirðið hjá skipinum táttar í 14,5 miljónir krónur,
sum er eitt hampiliga gott ár í mun til gongdina hjá línuflotanum
annars. Herfyri seldu brøðurnir meirilutan av skipinum til Kósina
í Klaksvík, tí óvissan hjá fiskiskipaflotanum er so stór
eg veit ikki. Tað hava
verið løtur, tá vit hava
sæð rættiliga svart upp á
framtíðina í fiskivinnuni
LÍGGJAS JOHANNESEN
- Samstundis, sum
fiskiskapurin hjá
línuflotanum sum
heild hevur verið
vánaligur seinnu árini,
er vit skerdir í dagatali,
eins og oljan er vorðin
4-5 faldað í prísi, sigur
Líggjas Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen