mikudagur 28. desember 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Í einum yvirliti, sum Sumbiar
kommuna hevur gjørt, kann
staðfestast, at tann fíggj
arliga støðan í hesi lítlu
kommununi, við sínum 355
íbúgvum, er góð.
– Kommunan eigur í løtuni
3,4 milliónir krónur inni
standandi á bók, verður upp
lýst úr kommununi.
Víst verður á, at tey hava
eina
langfreistaða
skuld
uppá 453.000 krónur, eins og
ein nýggj lántøka, í samband
við byggingina av røktar
heiminum í Vági er tikin.
Hetta forðar tó ikki komm
ununi í at gera ávísar íløgur
hetta komandi árið.
Færri íløgur
Sumbiar kommuna er sunn
asta kommunan í Suðuroy og
fevnir hon um fimm bygdir
og støð við fleiri og fáum, fyri
ikki at siga ongum, íbúgvum.
Her er talan um Sumba,
Akraberg, Vikarbyrgi, Lopra
og Akrar.
Í nýggja árinum er ætlan
in at gera íløgur fyri tvær
milliónir
krónur.
Hesar
krónurnar verða brúktar til
ábøtur og umvælingar og
bygningar, og til ymisk verk
løg í kommununi, so sum
vegir og skúlar.
Ein onnur ætlan, sum arbeitt
verður framvegis við, er at
útvega øllum borgarum í
kommununi vatn úr tunli
num til Sumbiar.
– Higartil hava borgararnir í
Lopra og Økrum fingið vatn
hiðani, men tey í Sumba hava
enn ikki henda møguleikan,
verður sagt úr kommununi.
Nevnast kann annars, at
frammanundan vóru um
átta milliónir játtaðar til
íløgur, í mun til tær tvær
milliónir krónurnar í 2012.
– Orsøkirnar til hesa aftur
gongdina eru fleiri: Í fyrsta
lagi eru kommunal virki
minkað við 2,2 milliónum,
verður upplýst.
Men høvuðsorsøkin til hetta
sæst kortini á konto’ini
nevnd Almanna- og Heilsu
mál, har nýggja røktarheimið
Hamragarður í Vági hevur
áður kravt sítt av fíggjarligu
orkuni hjá kommununi.
Fíggjarætlanin
fyri
2012
javnvigar annars við 8,9
milliónum krónum, sum eru
6,2 minni enn undanfarna
árið.
Skattaprosentið er óbroytt
20
og
barnafrádrátturin
somuleiðis óbroyttur, 5.500
krónur fyri hvørt barnið.
snorri@sosialurin.fo
Sumba – sunnast bæði so og so
Tað er eingin avgerð, tá sagt verður, at sunnasta kommunan í landinum í mangar
mátar eisini telist millum tær, við tí sunnasta búskapinum.
Á BÓK
Sumbiar kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga. Í løtuni eigur kommuna 3,4 milliónir krónur á bók
Mitt í allari gleðini um tann sunna búskapin, verður kortini
harmast um, at fólkatalið er í minking.
Við ársbyrjan í 2005 vóru tey 390 í tali, men síðan er talið
javnt og samt minkað. Í september mánaði búðu sostatt 355
fólk í Sumbiar kommunu.
Afturgongdin í tølum hevur verið í øllum bygdum, sjálvandi
mest í Sumba, sum er tann størsta – úr 264 og niður í 238
hetta tíðarskeiðið.
Lopra er minkað úr 96 niður í 90 og Akrar úr 28 og niður á
27.
Hinvegin henda tað sjáldsama, at tað seinasta mannfólkið
er flutt av teirri fjórðu bygdini í kommununi, Víkarbyrgi.
Sambært yvirlitinum frá Hagstovuni henda hetta tíðliga á
sumri í fjør, tá einki fólk er skrásett at búgva í Víkarbyrgi.
Í hesum sama yvirliti sæst eisini, at tað seinasta konufólkið
flutti av bygdini longu í 1989.
Tá var fólkatalið eisini uppá tað mesta seinastu 25 árini,
nevniliga sjey fólk.
Ein bygd avtoftað
EINGIN EFTIR
Hóast bygdin bæði er vøkur, hevur stuttan tein til tey góðu útróðrarplássini
og haraftrat hevur vegasambandi, kundi tað ikki forðað fyri, at fólkið
so smátt um smátt flutti av bygdini. Í dag er eingin eftir her