mikudagur 28. desember 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Grannskoðanarleiðari
til BankNordik
Les meira um starvið á www.banknordik.fo/starv
Førleikar
Talan er um eitt lyklastarv á leiðslustigi við beinleiðis tilvísing til nevndarformannin.
Starvið krevur eina útbúgving sum cand.merc.aud., og vit vænta, at tú hevur leiðslu
royndir og kunnleika til grannskoðan frá peningastovni.
Harumframt vænta vit, at tú hevur evni at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, megnar
at loysa avbjóðandi arbeiðsuppgávur og dugir at motivera og samstarva tvørtur um
lond og ymiskar mentanir.
Persónligir eginleikar
Sum persónur hevur tú myndugleika og megnar at taka ábyrgd. Tú dugir at arbeiða
sjálvstøðugt eins væl og í toymi, og tú ert fyrikomandi og opin fyri samstarvi.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær starv í einum fakligum og spennandi umhvørvi í eini leiðandi
føroyskari fyritøku við virksemi í Føroyum, Danmark, Grønlandi og Íslandi, har
virkismentanin er grundað á okkara kjarnuvirði, sum eru dugnasemi, eldhugi og
framsøkni.
Umsóknarfreistin er 15. januar 2012.
BankNordik er í stórum broytingum og
hevur seinastu tvey árini flutt seg frá at
vera ein lokalur peningastovnur í Føroyum
til at vera eitt norðurlendskt samtak, ið
rekur bankavirksemi í Føroyum, Grønlandi
og í Danmark, umframt tryggingarvirksemi
í Føroyum og Íslandi.
Vit søkja eftir einum dugnaligum og royndum
grannskoðanarleiðara til innanhýsis grann
skoðanina í BankNordik. Talan er um eitt
spennandi og fakliga avbjóðandi starv, ið
fevnir um øll virkisøki og allar deildir í sam
takinum tvørtur um landamørk.