mikudagur 28. desember 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
PLANET AWA
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
ÁRSINS BÓLKUR
Orka
Nýskapandi og sermerktur bólkur,
sum fær tey undarligastu ljóðførini
at rigga í sínum egna samanhangi.
Orka osar av orku, teir duga framúr
væl at framføra live, og tað hava
teir víst bæði heima og burturi. Alt
botnar í frálíkum tónleiki, sum teir
heilt bókstavliga sjálvir smíða.
Páll Finnur Páll
Páll Finnur Páll hevur í mong ár
verið heitasta og best umtókta
navnið í føroyskum tónleiki. Hann
hevur eisini verið mest virkni
bólkurin, og tann bólkurin, sum
dregur flest fólk til konsertir sínar.
2011 var einki undantak í so máta,
umframt at bólkurin eisini gav út
fløguna »Kom við mær«.
Swangah Dangah
At ein nýggjur bólkur verður
tilnevndur sum ársins bólkur, sigur
ikki lítið um dygdirnar hjá Swangah
Dangah. Síðani bólkurin legði
Føroyar fyri føtur sínar við lagnum
»Frá bygd til bý«, hevur bólkurin
spælt fleiri feitar konsertir kring
landið,
umframt
givið
frálíku
fløguna »Belials synir« út. Swangah
Dangah hevur verið ein tann
virknasti føroyski bólkurin í 2011.
Gipsy Train
Gipsy Train hevur hugtikið og
undirhildið fleiri føroyingar í ár, og
hava eisini givið út fløguna »The
flying Dutchman« út. Sum navnið
á bólkinum bendir á, er talan um
sokallaðan gipsy-punk, sum hevur
røtur til balkan, men eisini hevur
fingið íblástur frá føroysku Dánjal
og Budam.
Týr
Í fleiri ár hava tónleikarnir í Týr
ferðast kring alt Evropa – og aðra
staðni eisini – við sínum mergjaða
rocktónleiki. Týr selir eisini fløgur,
sum eingin annar føroyskur bólkur
uttanlands, og teir hava veruliga
víst føroyingum, hvussu tað ber til
at gera originalan rocktónleik við
festi í føroyskari mentan.
ÁRSINS NÝGGI
BÓLKUR/EIN
STAKLINGUR
Swangah Dangah
Við frískum og frekum rími, sum
ganga ómetaliga væl til tónleikin,
hava Swangah Dangah ikki einans
prógvað, at tað væl ber til at rappa
á føroyskum, men í roynd og veru
hava teir staðfest, at føroyskt er
eitt framúr rappmál, um tú dugir
at brúka tað – og tað duga Steen
Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen.
Gipsy Train
Sjálvsálit og góðar tónlistagávur
plaga at vera eitt gott bland, og tað
er eisini tilfeldið við Gipsy Train.
Bárður Næs og restin av manningin
goyma seg ikki aftanfyri ljóðføri
og mikrofonir, tvørtur í móti, men
tað hava teir sanniliga heldur onga
orsøk til.
Benjamin
At vera tilnevndur eina Planet
Awards sum ársins nýggi bólkur, er
flott í sjálvum sær. Men tá tú sum
Benjaminsen ert tilnevndur fleiri
ferðir, so er tað av sonnum eitt
tekin um, at tú hevur tú eina góða
vøru. Og tað hevur Benjamin.
glóð
Hans Edward Andreasen, Rúni
Mouritsen, Edmund í Garði og
Kristoffur Mørkøre hava við glóð
skapt eina fríska og forkunnuga
vøru til føroyska tónleikaelskaran.
Um útgávukonsertin 28. januar
verður líka gjøgnum førd sum
fløgan »Mítt stríð er mítt ríki«, so
hava vit nógv at gleða okkum til.
Guðrun & Bartal
Ársins Sement vinnarar, Guðrun og
Bartal, kenna vit frá eitt nú Bet You
Are William, bólkurin hjá Peturi Há
berg. Nú hava tey bæði sligið seg
saman, og úrslitið er ein vøkur og
innilig tónlistarlig uppliving, sum
føroyingar hava notið fleiri ferðir á
teirra konsertum.
ÁRSINS EIN
STAKLINGUR
Lena Andersen
Í mong hevur Lena Andersen talst í
millum okkara bestu songkvinnur.
Hetta hevur hon enn einaferð
staðfest við útgávuni »Letters from
the Faroes«. Hetta er Lena, tá hon
er best. Lena Andersen hevur ikki
spælt í Føroyum eins aðrir bólkar
hetta seinasta árið. Tí er henda
tilnevningin ein staðfesting av
góðskuni á fløguni.
Guðrið Hansdóttir
Í 2009 vann Guðrið Hansdóttir
eina Planet fyri bestu útgávuna,
í fjør var hon tilnevnd sum ársins
songkvinna og er tað aftur í ár, nú
hevur hevur givið fløguna »Beyond
the Grey« út, umframt at Guðrið
hevur spælt tilfar av fløguni kring
alt landið og uttanlands við.
Høgni Reistrup
Høgni Reistrup hevur í ár markerað
seg við enn einari fløguútgávu.
Tónlistarliga heldur hann fast
um sama stíl og á undanfarnu
fløgunum, men við at fáa Janus
Rasmussen við á fløguna hevur
Høgni fingið eitt øðrvísi og meiri
elektroniskt
ljóð,
sum
klæðir
honum.
Benjamin
Benjamin Petersen hevur leingi víst
og prógvað, at hann telist millum
okkara mest evnaríku tónleikarar.
Hetta hevur hann enn einaferð
staðfest, nú hann stendur á egnum
beinum. Hann hevði eitt brak av
einari konsert á G! í summar, og
hevur síðani givið góðskufløguna
»Ghost With Skin« út.
Budam
Loksins kom fløgan, mong hava
bíðað eftir, uppfylgjarin til fyrs
tu fløguna. »Man«, sum fløgan hjá
Budam rópast, hevur eisini fingið
ógvuliga góða móttøku. Tað sama
hava konsertirnar, Búi og hansara
bólkur hevur havt í og uttanfyri
Føroyar.
ÁRSINS
SANGARI
Høgni Reistrup
Høgni Reistrup tykist bara at blíva
ein betri sangari fyri hvørja fløgu,
hann gevur út. »Samrøður við fram
tíðina« er ikki einans besta fløgan,
Høgni hevur útgivið, men eisini
tann fløgan, har Høgni stendur
sterkast sum sangari.
Búi Dam
Umframt at duga at spæla og
undirhalda, hevur Búi Dam eina
sermerkta og hugtakandi rødd,
sum fólk ofta gloyma, tí tey verða
bergtikin av fangandi framførslu
num hjá Búa – hetta líkamikið um
tað eru børn ella vaksin, um tað er
Ævintýraferðin ella við bólkinum
Budam.
Hans Edward Andreasen
Síðsta
ár
var
Hans
Edward
Andreasen við at vinna heiðurin
sum ársins bólkur á Planet Awards
2011. Hesin hevur ikki verið heilt
so aktivur í ár, sum í fjør. Hinvegin
hevur Hans Edward prógvað sínar
dygdir sum tónleikari á annan hátt,
nevniliga við at skapa bólkin glóð.
Líggjas Olsen
Líggjas Olsen er á ongan hátt
nakað
nýtt
navn
á
føroyska
tónleikapallinum,
men
tað
er
bólkur hansara Frostfelt hinvegin.
Henda hava føroyingar av sonnum
tikið til sín, ikki minst orsaka av
frálíka sanginum frá Líggjasi Olsen.
Benjamin Petersen
Benjamin hevur við síni sermerktu
rødd fangað ein hóp av føroyingum,
men tey eru ivaleyst nøkur, sum
halda at snjalla og nasala røddin,
er ov nógv av tí góða. Men tú ert
so ongantíð í iva um, at tað er
Benjamin, tú hoyrir. Og tey, sum
ikki orka at hoyra hetta, missa av
sonnum tónleik av besta slag.