Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarárið 2011 fótbóltur Tróndur Arge Longu aftaná 25 minuttir fekk Marko Suler reyða korti og føroy­ ingar spældi í yvir ein tíma við ein­ um manni í yvirtal. Tað eydnaðist tó ikki fáa nakað stig kortini, tí bara minuttir eftir útvísingina legði Tim Matavz Solvenia á odda. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Rógvi Baldvinsson var so óheppin at stúta bóltin í egi mál til endaliga úrslitið 2-0 til Slovenia. Sigurin á Estlandi Eitt av hæddarpunktinum var sig­ urin á Estlandi fýra dagar seinni. Fróði Benjaminsen legði Føroyar á odda við brotssparki stutt fyri hálvleik. Tveir minuttir inn í seinna hálvleik var aftur brotsspark til Føroyar, men hesa ferð bjargaði málverjin hjá estum. Tíbetur, so var Arnbjørn T. Hansen árvakin og prikaði returin í mál. Tað var við góðum vónum, at føroyska landsliðið fór til Norður­ írlands, men dysturin gjørdist eitt vónbrot har okkara taptu heili 4-0. Avrikið var undir alt lágmark og svarið kom stutt seinni á Tórsvølli, tá Italia kom á vitjan. Stong út Føroyska landsliðið spældi ein framúr dyst í nýggja ljósinum á Tórs­vølli fríggjakvøldið 2. Sep­ tembur. Vildu stengurnar tað eitt sindur øðrvísi, so skoraðu vit tvær ferðir, men tað endaði við ein­um 1-0 sigri til Italia. Hetta var saman við sigrinum á Estlandi hæddar­ punktini hjá landsliðnum í farna árið. Seinasti dysturin í hesum ár­ inum var somuleiðis seinasti dyst­ urin við Brian Kerr á odda. Fróði Benjaminsen minkaði um munin seint í seinna hálvleiki, men tað endaði við 3-1 tapti í Beograd móti Serbia. Enn eina ferð høvdu við møguleikar, men fingu ikki umsett til mál. Alt í alt eitt góðkent ár hjá lands­liðnum, sum nú skal byrja av nýggjum undir leiðslu av Lars Olsen. Vánaligt ár hjá U-21 landsliðnum Føroyska U-21 landsliðið hevði eitt vánaligt ár í ár. Tað byrjaði væl við javnleiki móti Norðurírlandi í Gundadali, men eina stigið smakk­ aði illa tí við brendu brotsspark í evstu løtu. Síðani komu fýra úti­ dystir á rað og allir endaðu við tapti. 4-0 í Belfast, 5-1 í Serbia, 4-0 í Aalborg og til seinast 1-0 móti Makedonia. Komandi ár skulu vit møta teimum fýra á heimavølli, og tað er ein kærkomin møguleiki at prógva, at føroyska U-21 landsliðið er sterk­ ari enn úrslitini í 2011 vísa. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Avgerandi løtan í lands­kapp­ ingina kom í 13. umfari, tá AB á heimavølli tók móti KÍ. Undan dystinum var greitt, at AB skuldi vinna fyri at hava nakran veruligan møguleika at koppa KÍ. KÍ kom á odda tíðliga í dyst­ inum, men AB javnaði stutt eftir við sjálvmáli. AB royndi at trýsta fyri at fáa avgerandi málið, ið skuldi sparka lív aftur í kappingina, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftuat vendi Rannvá B. Andreasen dystinum á høvdið við dundurskoti. Málið avgjørdi ikki beinleiðis meistaraheitið, men tað mundi verða fá, sum kundi ímynda sær, at KÍ ikki fór vinna tað. Tað gjørdu tær stutt seinni og hetta er meistaraheitið numm­ ar 12 á rað! Í steypafinaluni vóru tað somu lið, ið dystaðust um gullið. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá KÍ fór avstað við bóltinum í høgru síðu. Innfyri var Maria K. Thomsen fyrst á bóltin og eftir einum lítlum hálvum minutti var KÍ á odda. Málið skuldi vísa seg at verða tað einasta og avgerandi í final­uni. Hetta er annað árið á rað, at KÍ vinnur finaluna 1-0. KÍ royndi seg eisini í Champions League og megnaði at fáa trý stig í bólkinum. Tær vunnu 1-0 á Mosta FC úr Malta. Tær taptu dystirnar móti ZFK Spartak og Glasgow City. Stong út Føroyska A-landsliðið hevði eitt misjavnt 2011. Tað byrjaði við dystinum móti Slovenia á Svangaskarði Sigurin á Estlandi var hæddarpunktið í landsliðsárinum 2011 KÍ á 12. sinni Tað stóð KÍ á øllum í kappingarárinum 2011 hjá kvinnum. Tær vunnu lands­ kappingina og steypa­kapp­ingina og næstar teimum vóru í báðum førum AB