Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarárið 2011 hondbóltur Pætur Albinus Bæði kvinnu- og mansliðið vunnu FM, meðan mansliðið vann steypa­ kappingina triðja árið á rað, um­ framt at spæla seg víðari í evro­ peiskari kapping. Menninir struku avstað Tað var sum verandi meistari, at menninir hjá Neistanum fóru undir kappingarárið 2011, og við profilum sum Davidi Edvardsen, Heina Hanusar­syni, Finnur Hanssyni og Jugoslav Djumic, kundu teir neyvan frásiga sær útnevningina sum favorittar til at endurvinna FM. Teir struku eisini avstað á stigatalvuni við KÍF sum besta boð uppá ein avbjóðara, og hóast kollfirðingar ikki náddu undir liðina á Neistanum, so stóðu teir - umvegis annað plássið - á mótstøðuhálvuni, tá ið FM-finalurnar vórðu Avgjørdu í fyrra dystinum Hin 16. apríl varð fyrsta FM-finalan leikt í høllini í Kollafirði. Hóast KÍF í kappingarárinum hevði spælt upp við Neistan, so gjørdist talan um einvegis ferðslu frá teimum bláu føroya­meistarunum úr Havn. Við 10 málum frá Davidi Edvardsen Pætur Albinus Føroyska U23-manslandsliðið í hondbólti luttók vikuskiftið 4. - 6. novembur í Challenge Trophy, sum varð leikt í írska býnum Limerick. Føroysku menninir gjørdu ikki mætari enn at vinna allar dyst­irnar í bólkaspælinum og harvið tryggja sær pláss í finaluni, sum verður leikt fyrst í komandi ári. Tryggir sigrar Kappingin var skipað í tveir bólkar við fýra liðum í hvørjum. Føroyar komu í bólk saman við Írlandi, Onglandi og Georgia. Á Írlandi og Onglandi vunnu føroysku menninir trygt, ávikavist 30-20 og 40-22. Av­ gerandi dysturin um hvør skuldi koma í finaluna varð leiktur ímóti Georgia. Føroyska liðið kom væl frá byrjan og legði seg á odda við 2-3 málum. Henda leiðslan helt sær dystin á tamb og við 23-21-sigri vann føroyska liðið sær pláss í finaluni, sum verður leikt ímóti Moldova í serbiska høvuðsstaðnum Beo­ grad 21. januar. Liðið er úttikið og venj­ingar­ nar fram ímóti finaluni eru byrj­ aðar. Føðingardags­ barnið tók alt Kappingarárið 2011 hátíðarhelt Neistin sín 80 ára føðingardag við at ítróttarliga avrika eitt hitt besta avrikið í søgu felagsins U23-landsliðið vísir vegin 2011 gjørdist árið, har Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen fingu sítt veruliga gjøgnum­brot í al­tjóða hond­ bólti. Føroyska dómara­parið er nú á altjóða A-støði, og sæst tað eisini aftur í dystunum, sum teir hava fingið sum uppgávu at leiða. Nevnast kunnu stór­ feløg sum HSV Hamburg, SG Flensburg-Handewitt, Lemgo, Besiktas, Benfica og Dukla. Stórfeløg Í mars fingu teir helst sína lívs uppliving, tá ið teir skuldu døma Champions League-dystin millum týska stór­felagið SG Flensburg- Handewitt og HC Bosna Sarajevo. Hetta var seinasti dystur í bólkaspælinum, ið varð spældur í risa stóru Campus­ halle, sum rúmar ikki færri 6.500 áskoðarum. Ein stór um­ broyt­ing hjá føroysku dómar­ unum, sum eru vanir at renna í hallunum kring oyggjarnar. Tvær vikur undan hesi stóru uppgávuni høvdu teir eis­ini eina væla uppgávu at taka sær til. Tá dømdu teir somu­leiðis týska liðið Lemgo ímóti turkiska Besiktas. Góð ummæli Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen hava annars mest gjørt seg galdandi í EHF- Cup, sum er ein kapping eitt støði niðanfyri Champions League. Eitt nú dømdu teir dystin ímillum Nordsjælland Håndbold og Dukla. Danska blaðið, Nordkysten.nu, gjørdi eitt sindur burturúr, at tað var nakað so sjáldsamt sum eitt føroyskt dómarapar, ið dømdi dystin. Frá blaðnum fingu teir báðir rós: – Teir greiddu uppgávuna til UG. Harða spælið, sum annars ofta er at síggja í Evropa, var einki at síggja til, skrivar danska blaðið. Avboð til finalu Tað, at teir báðir eru á ávegis einari leið á hægsta støði í altjóða hondbólti, varð sligið fast, tá ið teir í mei-mánaða fingu tillutað finaluna í Challenge Cup ímillum portu­gisiska Benfica og slo­ venska Cimos Koper. Stutt framan­undan gjørdist Eyðun Samuelsen tó skaddur í triðja finalu­dystinum ímillum Stjørn­una og Neistan, og máttu teir báðir tískil melda avboð til hesa finaluna. Eftir at vera komin fyri seg eftir skaðan, hava teir tó fingið aðrar altjóða uppgávur. Fyrst í hesum mánaðinum dømdu teir HSV Hamburg og HCM Constanta, so sigast má, at teir nú døma fast á høgum altjóða støði. Eyðun og Andreas á hægsta støði