mikudagur 28. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarárið 2011
hondbóltur
legði danski málslúkarin lunnar
undir einum knúsandi 35-24-sigri
til Neistan. 11 mál stóra leiðslan
punkteraði fyri spenninginum og
merkti, at Neistin helst longu hevði
avgjørt í fyrra dystinum.
Í seinna dystinum, sum varð
leiktur í Havn, staðfesti Neistin sína
støðu sum uppiborin FM-vinnari
við einum 30-25-sigri. Samlaða úrs
litið gjørdist harvið heili 65-49 til
Neistan, og harvið kundu menninir
hjá Neistanum fegnast um at hava
endurvunnið meistaraheitið og tað
fyri áttandi ferð í søguni.
Skrivaðu søgu
Tveir mánaðir undan, at Neistin
krýndist FM-vinnari, vórðu teir
eisini krýndir steypavinnarar. Í
einum dysti, har KÍF valdi ein held
ur øðrvísi spælistíl við at verja
ógvuliga langt frammi á vøllinum,
megnaðu neistamenninir at vinna
30-25. Aftur hesaferð gekk David
Edvardsen á odda við 11 málum,
meðan ungi Sjúrður K. Thomassen
skjeyt seks mál frá vonginum.
Hóast Neistin nú hevði greipuna
um hendi, var málið framvegis ikki
nátt. Venjararnir vildu nevniliga eis
ini, at liðið skuldi spæla seg víðari í
Evropa.
Mótstøðan
var
ókend
í
kýpriotiska H. C. Latsia, sum tók
ímóti neistamonnum í september-
mánaða. Neistin vann dystin heili
30-17, og so tá ið teir á heimavølli
vunnu 37-25, kundu teir vera erpnir
av at hava skrivað føroyska hond
bóltssøgu.
Í næsta umfari bíðaði eitt væl
sterkari Madeira SAD, ið vann fyrra
dystin í Føroyum 34-20. Tískil var
ikki nógv annað at gera enn at njóta
góða veðurlagið á túrinum á portu
gisisku oynni, tá ið seinni dysturin
skuldi spælast. Tann dystin vann
Madeira 31-17, men eftir stóð, at
Neistin, sum fyrsta føroyska hond
bóltsfelagið nakrantíð hevði leikt
seg víðari í Evropa, hevði framt eitt
megnar avrik og skrivað søgu.
Kvinnurnar eisini meistarar
Kvinnur Neistans eiga í Barbaru
Brauer helst sterkasta skjúttan í
landinum, og hevur hon, síðani hon
kom til Føroya, av álvara fingið glið
á spælið hjá neistakvinnunum.
Í FM-finalunum var stórur
spenningur – í øllum førum fram til
avgerandi dysturin byrjaði. Stjørnan
vann nevniliga fyrsta dystin 22-
21 í Havn, og tá ið so Neistin vann
næsta dystin í Klaksvík 25-22, var
neyðugt við einari avgerandi finalu.
Hendan var leikt í Klaksvík, av tí at
Stjørnan endaði á fyrsta plássi og
vann sær heimavallarfyrimun.
Í avgerandi dystinum var tað
Neistin, ið av sonnum streyk avstað
í seinna hálvleiki eftir eina tepra
12-11-hálvleiksleiðslu.
Tær
bláu
vunnu nevniliga dystin við heili 13
málum, 31-18.
Tær kundu tískil eisini kalla
seg meistarar, og sambært teimum
í felagnum, so var hetta besta
føðingardagsgávan, ið mans- og
kvinnuliðið kundu geva felagnum
á 80 ára føðingardegnum.