Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarárið 2011 oyggjaleikir Heri Simonsen Á oyggjaleikunum í summar á suður­ ensku oynni, Isle of Wight vunnu føroysku íðkarnir 55 heiðursmerki. Isle of Wight var reint idyliskt og sæð við ferðamannaeygum ein góð uppliving. Men sæð við ítróttar­ eygum, so vóru um­støðurnar ikki nógv meir enn fjórðbest, og sam­ skipanarliga og tøkniliga haltaði nógv, sum gjørdu umstøðurnar hjá ítróttarfólki, ítróttarleiðarum og fjølmiðlafólki rættiliga torførar á mangan hátt. Tey sum høvdu verið til oyggjaleikirnar á Isle of Wight í 1993 søgdu sum var, at um­ støðurnar vóru lítið, fyri ikki at siga einki bøttar farnu 18 árini. GSM- sambandið og netsambandið var eisini rættiliga tilafturskomið, og tað hoyrir ongastaðni heima í 2011. Oyggjaleikaforsetin, Jørgen Petterson helt tó fyri, at ein mátti skilja, at talan var um ein fátækan part av Onglandi, og at ein tí ikki kundi vænta sama tøkniliga støði, sum á oyggjaleikunum á Álandi í 2009. Tað er møguliga rætt, men tað kundu vit fjølmiðlafólk ikki brúka til so nógv. Ìtróttarliga kunnu vit tó ikki klaga um at enda á einum samlaðum fjórða plássi við 20 gullheiðursmerkjum, 20 silvurheiðursmerkjum og 15 bronsuheiðursmerkjum. Fólka­ríku bretsku oyggjarnar, Guernsey, Isle of Man og Jersey vóru framman­ fyri Føroyar á heiðurs­merkja­ yvirlitinum. 15 gull í svimjing Sum so ofta áður, so vóru tað serliga svimjiúrslitini sum munaðu í tí samlaða føroyska roknskapinum. Tað var ein sera, sera spennandi kapping millum Guernsey og Føroyar um at gerast tann besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar. Bert ein hársbreidd manglaði í hjá okkara svimjarum at gerast besta svimjitjóðin á leikunum. Tað endaði við 15 gullmerkjum til Guernsey og 15 gullmerkjum til Føroyar, 12 silvurmerjum til Guernsey og 12 til okkara svimjarar, og so 11 bronsumerki til Guernsey og seks bronsumerki til Føroyar. Føroyar vann tað óalmennu kappingina 8 x 50 metrar frí fyri menn og kvinnur, men hon taldi tíverri ikki á heiðursmerkjayvirlitinum. Pál Joenen setti oyggjaleikamet í 200 bringu, mennirnir settu oyggjaleikamet í 4×100 frí, og menn og kvinnur settu eisini oyggjeleikamet í 8×50 frí. 11 heiðursmerki í bogaskjóting Bogaskjótingin munaði aftur væl í tí føroyska oyggja­leika­rokn­skap­ inum. Hesaferð vunnu okkara boga­skjúttar 11 heiðursmerki. Talan gjørdist um 4 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 4 bronsu­ heiðursmerki. Jógvan Niclasen gjørd­ist tann einasti einstaklingurin, sum vann gullheiðursmerki, tá hann vann kappingina í Compound. Hini trý gullheiðursmerkini komu í lið­kappingum. Einki er tó at taka seg aftur í, at bogaskjúttarnir fara eisini at muna væl á komandi oyggjaleikum. 55 heiðursmerki á Isle of Wight – og 500 samanlagt Á oyggjaleikunum í summar á Isle of Wight gjørdust Føroyar fjórðbesta oyggjalandið í harðari kapping við tær fólkaríku bretsku oyggjarnar. Okkara ítróttarfólk hava vunnið heili 500 heiðursmerki síðani oyggjaleikirnir byrjaðu á Isle of Man í 1985