mikudagur 28. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarárið 2011
svimjing
Jóannes Hansen
Svimjingin í Føroyum hevur tað
ógvuliga gott. Um gjørt verður
upp í nýggjum metum og í heiðurs
merkjum
á
Oyggjaleikum,
so
er støðan góð, og avrikini hjá
Páli Joensen og fleiri av hinum
hava síðsta árið undirstrikað, at
setningurin er stórur.
Hvørki Svimjisambandið, Jón
Bjarnason, Petur Heðin á Fløtti og
hinir venjararnir ella svimjararnir
eru nøgdir við tað, sum higartil
er nátt. Tvørtræið verður lagt alt
hægri, og tá ið olympisku leikirnir
um
mánaðarskiftið
juli/august
komandi ár vera í London, so verður
talan um satt marknaðarskjal fyri
føroyska svimjing, føroyskan ítrótt
sum heild og fyri Føroyar í altjóða
høpi, tá ið Pál Joensen fer at luttaka
í 1500 metra frí kappingini.
Fyrstu fetini
Talan er um einastandandi upp
sving í stívliga 30 ára gomlu søguni
hjá Svimjisambandinum. Fyrsta
royndin í altjóða kapping var, tá ið
Jon Hestoy, sum nú er formaður í
SSF, í 1982 luttók í HM kappingini
í Equador. Úrslitið var einki at
reypa av og væl lakari, enn tey Jon
hevði rokkið í Danmark, har hann
umboðaði AGF, men luttøkan hevði
sína ávirkan.
Sammett við avrikini og málini
hjá dagsins føroysku svimjarum
og venjarum vóru málini í áttati
árunum ikki serliga høg. Tað
vakti stóran ans og varð fagnað
sum stórt avrik, tá ið tað á fyrstu
Oyggjaleikunum, sum vóru á Isle
of Man í 1985, eydnaðist føroysku
svimjarunum at svimja seg í átta av
sekstan finalum, og at tað eydnaðist
Elmari Ósá at vinna fyrstu føroysku
heiðurskrónuna á Oyggjaleikunum
– eitt silvurmerki!
Á sumri í 2011 eydnaðist tað á
Oyggjaleikunum at vinna fimtan
gullmerki, tólv silvurmerki og
seks bronsumerki, og harvið átti
svimjingin flestu føroysku heiðurs
merkini, men tey, sum varða av
svimjingini, vóru ikki heilt nøgd,
ella rættari so varð málið sett væl
hægri enn so, hóast tað í 1985 var
ógvuliga torført at ímynda sær, at
úrslitið stíva fjórðings øld seinni
skuldi verða tað, sum tað varð i
summar.
Undan kappingini varð tað
roknað fyri realistiskt at vinna
tvífalt so nógvar krónur av fínasta
slagnum! Fimtan gullmerki var
avgjørt góðkent avrik í teimum
tøttu og spennandi kappingunum
fyri Føroyar sum heild, men av
rikini í altjóða svimjikappingum
hava borið við sær, at tey í svimji
umhvørvinum miðja hægri!
Pál er í heimsflokki
Spurningurin er ikki, um tað fer at
eydnast hjá Páli Joensen at vinna
gull í HM ella EM kapping. Tey
serkønu eru ikki í iva um, at tað fer
at eydnast. Spurningurin hevur
leingi verið, nær tað fer at eydnast,
og avrikini í 2011 hava undirstrikað,
at tað er góður møguleiki fyri fín
asta skreytinum í størstu kapping
unum.
Pál hevur longu fleiri ferðir
Pál Joensen er toppurin í føroysku svimjingini, sum eftir stuttari tíð hevur ment seg frá at stríðast fyri at
vinna fyrstu heiðursmerkini á Oyggjaleikunum og til næsta summar at vera við í OL kappingini í London
Svimjararnir svom