mikudagur 28. desember 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarárið 2011
svimjing
staðfest, at hann er partur av
heimselituni. Tað gjørdi hann ikki
minst, tá ið hann í EM kappingini
í 50 metra hyli í Budapest í august
í 2010 vann silvur og samstundis
setti nýtt norðurlendskt met á 1500
metra teininum.
Tveir dagar eftir Ólavsøku í ár
var Pál Joensen aftur í avgerandi
kapping, tá ið HM var á skránni í
Shanghai í Kina. Ta ferðina endaði
Pál á fjórða plássi í 1500 metra
kappingini. Tíðin var 14:56.33. Ein
asti europeiski svimjarin, sum ta
ferðina, megnaði at basa Páli, var
Gergo Kis úr Ungarn, sum vann
bronsu í tíðini 14:45.66. Í Shanghai
varð kappast í 50 metra hyli. Hóast
Pál venur í stuttum hyli í Vági, so
er tað fyrimunur hjá honum at
kappast í longum hyli.
Mitt í desember í ár luttók Pál
Joensen í EM í 25 metra hyli í Stettin
í Pólandi. Úrslitið var lakari, enn
tað varð vónað. Serfrøðin metti, at
møguleiki var fyri heiðursmerki og
kanska fínastu krónuni, men Pál
endaði á fimta plássi. Tíðirnar boðaðu
frá stórari framgongd, og harvið var
talan um íløgu í framtíðina, sum
snýr seg um olympisku leikirnar
og møguliga EM kappingina, sum
verður í mai mánað.
At tað nakrar dagar undan jólum
í Atlanta í Georgia eydnaðist at
vinna 800 metra kappingina í Duel
in the Pool kappingini millum USA
og Europa í framúr norðurlendskari
mettíð var undirstriking av, at tað
orduliga gongur rætta vegin!
Finalan í 1500 metra frí kapp
ingini í olympisku leikunum verður
leygarkvøldið 4. august 2012 klokkan
19.36 í London. Tað hevði verið
fantastiskt, um Pál Joensen hevði
rokkið so langt! Pál fer í hvussu so
er at taka lut í innleiðandi riðlunum
fríggjadagin 3. august, og fremsti
svimjari okkara hevur víst, at hann
fyrireikar seg, og at tað sæst aftur
í tíðunum.
Nógv koma aftaná
Tá ið úrslitini hjá fremsta svimj
aranum eru merkisverd og góð,
so er tað skjótt at gloyma avrikini
hjá teimum, ið ikki hava rokkið so
langt, men sum við sínum evnum
og avrikum hava víst, at tað býr ein
rúgva í føroyskari svimjing.
Sambært heimasíðuni hjá Svimji
sambandinum eru ikki færri enn 22!
av teimum 56 skrásettu metunum,
sum eru sett í 25 metra hyli, tikin í 2011,
og átta av 48 metum, sum eru skrásett
í 50 metra hyli, eru tikin í 2011.
At svimjingin eigur bjarta fram
tíð sæst aftur í, at í 32 av 49 kapp
ingum eru nýggj juniormet sett í
2011 í 25 metra hyli. Tað man vera
fram ímóti at vera óhoyrt!
Millum fremstu ungu svimjarar
nar er Guðrun Mortensen, sum
vann gull í NJM í 50 metra frí
svimjing í Reykjavík í desember, og
Magnus Jákupsson, sum nú eigur
átta met í 25 metra hyli (íroknað
stafettkappingar). Aðrir svimjarar,
sum í 2011 settu føroyskt met, eru Eva
Trygvadóttir, Pauli Ø. Mohr, Turið S.
Christiansen og Astrið Foldarskarð.
Fleiri føroyskir svimjarar hava
bjóðað seg fram í kappingum uttan
lands, og millum teirra, sum venja
uttanfyri landoddarnar, er Magnus
Jákupsson.
ið seg á heimskortið