Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarárið 2011 kappróður Jóannes Hansen Hjá mongum man fatanin vera, at tað eru somu bátar og manningar, sum aftur og aftur vinna og harvið tryggja sær meistaraheitið í kappróðri. Summir bátar og summar mann­ingar hava ofta verið best. Tá ið farna róðrarárið verður sam­mett við 2010, so kann tó ikki sigast annað, enn at broytingarnar vóru ógvuliga stórar. Tá ið steyp og annað skreyt varð handað á Bursatanga eftir ólavsøkuróðurin í 2011, var tað bara ein FM vinnari, sum árið framman undan stóð á sama stað og varð heiðraður upp á sama máta. Allir hinir meistararnir vóru nýggir, tá ið sammett varð við árið frammanundan, og í trimum førum vunnu bátar, sum ongantíð áður høvdu vunnið FM í hesi kappingini. Argjabáturin var serligur 8-mannafør: Einasti, sum gekk aft­ ur frá undanfarna ári var Argja­ báturin, sum var meistari bæði í 2009 og 2010. Harvið var hann trífaldur meistari og tryggjaði sær tískil FM ferðasteypið til ognar. Hetta var eisini triðja ferðin á rað, at Argjabáturin vann á Ólavsøku. Reyði báturin hevur vunnið ellivu FM heiti tilsaman, og hann hevur fleiri ferðir verið tvífaldur meistari, men hetta er altso fyrsta ferðin, at Argjabáturin hevur vunn­ ið tríggjar ferðir á rað. Hóast Argjabáturin vann FM við fullum stigatali og harvið var suverenur meistari, so var talan fleiri ferðir um tætta kapping. Ikki minst á Ólavsøku: Ørvur, sum annars hevði verið næstfremstur allar seks ferðirnar, endaði á Ólavsøku á fjórða plássi, og hann var minni enn eitt sekund aftanfyri Argjabátin. Harvið var Ørvur í síðsta róðrinum nærri Argjabátinum, enn hann hevði verið undanfarnu seks ferðirnar, og tá vóru á Ólavsøku bæði Nevið Reyða og Miðvingur ímillum teir bátar høvuðsstaðar bátarnar! Riddarin var framúr 6-mannafør menn: Riddarin úr Miðvági var framúr. Undan hesum kappingarárinum hevði Riddarin í alt vunnið sjey róðrar – 3 í 2009 og 4 í 2008. Hetta talið varð tvífaldað í 2011, tí í ár vann Riddarin, sum var mannaður bæði úr Suðuroy og Vágum, allar sjey róðrarnar. FM heitið var tað fyrsta nakr­ antíð hjá Riddaranum, sum hev­ ur luttikið í kappróðrinum síð­ani 2007, og tað varð vunnið við sera sannførandi sigrum. Á Norð­oya­ sevnu var Riddarin leysur av Lómi av Argjum, og tað var hann gott og væl í øllum hinum seks róðrunum. Á stutta teininum á Ólavsøku var munurin næstan fýra sekund ella væl meiri enn ein bátslongd. Tað er merkisvert, at FM heitið í 2011 var tað fyrsta nakrantíð hjá Riddaranum. Í 2008 vann Riddarin fýra róðrar, uttan at tað eydnaðist at vinna FM – fýra teir síðstu í kappingarárinum. Men hesa ferð var altso einki at rafla um. Fult stigatal og FM heitið í stórum stíli til Miðvágs! Sólin skein bjartari í Klaksvík 10-mannafør: Tá ið tað hilnast væl hjá einum báti, so kennist tað Fleiri FM fyri fyrstu ferð KAPPRÓÐUR Tríggir bátar høvdu ongantíð áður vunnið gullmerkini, og í Miðvági, á Argjum og í Klaksvík tryggjaðu flaggskipini sær fremsta skreytið við fullum stigatali FM vinnarar Barnaróður dreingir: Spógvin Barnaróður gentur: Blikur 5-mannafør gentur: Hvassi 5-mannafør dreingir: Jallurin 5-mannafør kvinnur: Junkarin 6-mannafør kvinnur: Gongurólvur 6-mannafør menn: Riddarin 8-mannafør: Argjabáturin 10-mannafør: Klaksvíkingur