Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarárið 2011 kappróður lættari at reka felagið, og tað er heldur ikki frítt, at summarsólin kennist skína fagrari. Hetta kunnu kappróðrarfeløg og bygdir og býir skriva undir uppá, og soleiðis kend­ ist tað í Klaksvík á sumri í 2011. Orsøkin fyri stóra fagnaðinum og góða lagnum eftir ólavsøkuróðurin var eyðsýnd. Fyri sjeyndu ferð í 2011 hevði tað eydnast Klaksvíkingi at vera fyrstur á mál. Sigurin var sann­førandi, tí munurin aftur til Vest­menning, sum alt árið var argasti kappingarneytin, var ein báts­longd. FM heitið var tað triðja hjá Klaksvíkingi, og sigurin var upp á ein máta serligari, enn sigrarnir vóru í 2006 og 2009. Tað søguliga í FM heitinum í 2011 var, at hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at tað eydnaðist Klaksvíkingi at verða meistari við fullari úrtøku. Tá ið Klaksvíkingur vann FM í 2009 var tað eftir at hava vunnið fimm sigrar, og í 2006 vann hann FM, eftir at hava vunnið fýra róðrar. Í 2009 vann Eysturoyingur tveir róðrar, og í 2006 vann Eystur­ oyingur tríggjar róðrar. Merkisvert fyri kappróðrarárið 2011 var tað, at Eysturoyingur als ikki tók lut í kappingini. Junkarin fyri fyrstu ferð 5-mannafør kvinnur: Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum var á Ólavsøku talan um sanna finalu millum Junkaran úr Kvívík og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Um tað skuldi eydnast Jallinum at vinna FM fyri nøsini á Junkaranum, so var treytin tann, at Jallurin vann betri endastøðu á Ólavsøku enn Junkarin. Kvinnubáturin úr Kvívík hevði ongantíð vunnið FM, og tí var FM sigurin merkisverdur. Tá ið hetta var fyrsta árið yvirhøvur, at Junkarin við kvinnum hevði vunnið nakran sigur, so var tað eisini fyrsta ferðin nakrantíð, at Junkarin við kvinnum vann á Ólavsøku. Jallurin var mannaður við kvinnum, sum høvdu nógvar royndir, og sum hava vunnið nógv, eitt nú við 6-mannafarinum Jarnbardi. Jallurin gav Junkaranum ein skarpan gang, og tað var tætt í endaspurtinum, men tá ið bátarnir fóru um málið var eingin ivi. Junkarin var skutin frammanfyri Jallin. Jallurin fyri fyrstu ferð 5-mannafør dreingir: Róðrarfelagið Knørrur er tað størsta í landinum. Tað hevði yvir høvur verið fátæks­ ligt við luttøku í fleiri kappróðrum, um Knørrafelagið og Argja Róðrar­ felag ikki høvdu verið. Fleiri av bátunum hjá Knørra­ felagnum vóru millum teir fremstu, og hjá dreingjunum á Jallinum eydnaðist tað at vinna FM. Meistaraheitið hjá Jallinum var tað fyrsta til Knørrafelagið í hesi kappingini, og tað var merkisvert á tann hátt, at tað var ikki fyrr enn í næstsíðstu kappingini – á Fjarðastevnu – at tað eydnaðist Jallinum at vera fyrstur á mál í einum róðri! Á Ólavsøku var talan um finalu millum Jallin og Royndina Fríðu. Hesir báðir bátarnir vóru fremstir í endaspurtinum. Sum so ofta fyrr, so munaði tað sera væl hjá vágsdreingjum á síðstu metrunum, men tá var fjarstøðan ov long fram til bláa bátin, sum vann FM fyri fyrstu ferð. Hvassi argaður av Erlu 5-mannafør gentur: Undan ólav­ søkuróðrinum høvdu genturnar á Hvassa mest sum tryggjað sær FM heitið, og tað eydnaðist teimum á Ólavsøku fyri aðru ferð at vinna FM heitið. Men á Ólavsøku vóru tað tær í Fuglafirði, sum vunnu og harvið syrgdu fyri kærkomnum endaspurti upp á róðrarár, har tær vunnu á Sundalagsstevnu og so á Ólavsøku. Í báðum førum var vónbrotið hjá meistarunum á Hvassa stórt, tí tær taptu í heimasjógvi og so á Ólavsøku, tá ið tað ikki var fyrr enn í endaspurtinum, at hesir báðir bátarnir løgdu seg fram í spíssin, og í endaspurtinum vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru tær drúgvastu. Stigatalvan lýgur ongantíð, og tað gjørdi hon heldur ikki, eftir at kappingin millum 5-mannaførini við gentum var av. Eftir sjey róðrar var Hvassi verdugur meistari – seks stig frammanfyri Erlu Kongs­ dóttir.