mikudagur 28. desember 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarárið 2011
Hilmar Jan Hansen
Í fleiri ár hevur steypafinalan
líkasum verið tað heilt stóra í flog
bólti, tí tað var hesin eini dagurin,
har alt varð kókað niður í tveir
dystir í ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn, sum skuldu avgerast – og
vinnarin fór heim við steypi og
heiðursmerkjum.
Men seinnu árini hevur Flog
bóltssambandið
givið
føroya
meistaraheitinum nýggjan týdning,
tí nú skal alt avgerast við FM-
finalum á uttanveltaðum vølli, sum
í hesum føri hevur verið í ítróttar
høllini á Eiði.
Soleiðis var eisini í vár, tá tey
bæði fremstu í Eik-liguni hjá kvinn
um og monnum skuldu møtast í
meistarafinalunum, og í báðum
førum vísti tað seg at verða somu
vinnarar: Mjølnir hjá kvinnum og
ÍF hjá monnum.
Fleyr í finaluni
Mjølnir hevði ikki vunnið føroya
meistaraheitið hjá kvinnum síðani
2005, men við sigrinum hesa ferð
fekk mest vinnandi felag hjá kvinn-
um sett eina tjúkka striku undir
sínar dygdir.
FM-finalurnar skuldu spælast
ímóti Fleyr, ið hevði staðið seg so
mikið væl, at liðið í endaligu støðu-
ni í landskappingini var eitt stig
framman fyri Mjølnir og tí hevði
fingið heimavøll í eini møguligari
triðju finalu. So langt kom tað tó
ongantíð.
Í fyrru finaluni á Eiði síðsta
leygardagin í mars sást, at hetta
vóru tvey jøvn lið, sum bæði vóru
væl við og lupu á við fullari megi.
Fleyr misti tó ov nógvar lættar bólt
ar, og tað kostaði í síðsta enda, so
Mjølnir vann 3-1.
Her var tí veruliga lagt upp til
eitt brak dagin eftir, tí liðini høvdu
verið so jøvn. Tað byrjaði eisini
í tí durinum, tí eftir fyrstu tvey
settini stóð 1-1, men so setti Mjølnir
spakuliga trumf á. Og í fjórða setti
gjørdist talan mestsum um eyð
mýking, tí Mjølnir vann tað 25-6!
So var enn ein 3-1 sigur vunnin
og tólvta meistaraheiti komið til
høldar.
Birgit Guttesen í Mjølni gjørdist
ársins spælari hjá kvinnum í kapp
ing við Anju S. Danielsen í Fleyr og
Gudrid Nolsøe í TB.
Basti eisini SÍ
Ein mánað frammanundan hevði
Mjølnir í steypafinaluni ímóti SÍ
eisini víst, at hetta veruliga var
kappingarárið
hjá
teimum
úr
Klaksvík. Tað vóru annars hesi trý
liðini – Mjølnir, Fleyr og SÍ – ið øll
flogbóltskappingin hjá kvinnunum
stóð ímillum.
Í steypafinaluni vann Mjølnir
rímiliga sannførandi í fyrsta og
triðja setti, meðan SÍ svaraði aftur
í bæði øðrum og fjórða setti. Tí
skuldi alt avgerast í fimta settinum,
har Mjølnir var langt á odda, men
var líka við at missa takið ímóti
endanum, men kortini megnaði at
halda fast.
Hetta var fyrsta sporlið til
greipuna hjá kvinnunum í Klaksvík,
ið henda veturin tykjast halda fram
í somu øði. Steypafinalan komandi
vár verður aftur ímóti SÍ, og ann
ars sigur støðan á stigatalvuni,
at Mjølnir er liðið, øll hini renna
aftaná…
Flúgvandi ÍF
Ígjøgnum
allan
veturin
var
mansliðið hjá ÍF fullkomuliga eina
ráðandi og var nógv fremst, tá sjálv
landskappingin endaði. ÍF hevði
vunnið 18 av sínum 20 dystum, og
eitt fitt petti aftanfyri kappaðust
Mjølnir og SÍ um hin finalusessin.
Hesa kapping vann Mjølnir og kom
tí í FM-finaluna síðst í mars mán
aði.
Sum hjá kvinnunum, var fyrra
FM-finalan avgjørt meira áhuga
verd, og tað var tá, at Mjølnir skuldi
kent sína vitjunartíð. Ikki fyrr enn
eftir tveir tímar og 23 minuttir av
effektivari tíð á vøllinum hevði ÍF
tikið fyrsta stikkið og vunnið sær
ein góðan fyrimun til dagin eftir.
Tað var í fimta settinum, at
Mjølnir veruliga fekk møguleikan,
tí tað eydnaðist at koma framum
15-14, men allíkavæl endaði ÍF
omaná og tók fimta settið 20-17.
Men eisini í fyrsta setti, sum ÍF
vann 32-30, hevði Mjølnir havt sínar
møguleikar.
Dagin eftir hevði ÍF neyðuga
yvirskotið og vann ein rímiliga
tryggan 3-1 sigur, ið væl og virðiliga
rakk til meistaraheitið. Nevnast
kann, at farna vetur spældu ÍF og
Mjølnir tilsamans átta dystir – og ÍF
vann teir allar!
Hjá monnum gjørdist Rúni
Weihe ársins spælari í kapping við
liðfelagan, Bartal Eliasen, og spæl
andi venjaran hjá Mjølni, Boban Ilic.
Steypið tað sama
Í steypafinaluni høvdu ÍF og Mjøl
nir eisini tikist í einum fimm
settara, ið tó ikki var so drúgvur
sum tann í fyrru FM-finaluni. Her
vann ÍF fyrstu tvey settini, áðrenn
Mjølnir fekk betur tak á spælinum
og tók tey bæði næstu.
Hesa ferð sá Mjølnir sera sann
førandi út í fimta settinum, men
ímóti endanum svaraði ÍF aftur og
vann 15-13. Sostatt endaði steypið í
Fuglafirði, hóast Mjølnir hevði víst
dygdir, ið eisini skuldu vísa seg at
rættvísgera enn eina finalu mill
um liðini ein mánað seinni – men
framvegis hevði ÍF allíkavæl munin.
Í kappingarárinum, sum nú er í
gongd, eru framvegis ÍF og Mjølnir
við millum tey fremstu, men í vetur
fáa tey harða kapping frá SÍ, ið
hevur verið oddalið alla tíðina, og
steypafinalan í vár verður millum
SÍ og Mjølnir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir og ÍF tóku alt
Flogbóltur Bæði hjá kvinnum og monnum í flogbólti
gjørdist talan um greipuvinnarar, tí Mjølnir-kvinnurnar og ÍF-
menninir vunnu bæði steypakapping og føroyameistaraheiti
flogbóltur