Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 27 RDS 2011 Í kvøld verður ársins tón­leika­brak í Garðinum í Havn, tá Miðlahúsið heiðr­ar tónleikinum og tón­ leikar­u­num í 2011. Ein dómsnevnd hev­ur innstillað tey til­nevn­du, og fólk í hópatal hava greitt atkvøðu umvegis sms. Hesar sms-atkvøður viga helvt­ina av avgerðini, av­gerð­in hjá dómsnevndini vig­ar hina helvtina. Hvussu úrs­lit­ið fellur út verður kunngjørt á Planet Awards í kvøld. Lurtað á Rás ella kom við á sjálvt tiltakið. ÁRSINS SONGKVINNA Lena Andersen Rutineraða og professionella Lena hevur í mong ár prógvað, at fáar duga betri enn hon at framføra popptónleik, tá hann er bestur. Eyðkenda og heita rødd hennara saman við lætta tónleikinum, er eitt frálíkt bland. Guðrið Hansdóttir Sigast má, at før­oy­ing­ar hava tikið Guðr­ið og tón­leik hennara til sín. Tað eru mongu tilnevningarnar í ár og undan­farin ár bestu prógvini uppá. Lætti tónleikurin og fangandi løgini eru tvinnar orsøkir til hetta, men harumframt hevur Guðrið Hans­dóttir eisini eina av landsins bestu røddum. Eivør Pálsdóttir Hevur Eivør verið virkin, ber illa til at sleppa undan henni í eini kategori sum hesi. Og Eivør hevur aftur í ár verið virkin á fleiri pallum. Styrkin hjá henni er, at hon elskar avbjóðingar og royna nýggjar leiðir. Til dømis hevur hon í ár samstarvað við donsku Nik & Jay og verið við í íslendska Frostrósum. Lisa í Dali Unga og evnaríka Lisa í Dali trein av álvara inn á føroyska tón­ leika­pallin, tá hon vann singer/ song­writer kappingina á Kafe Kasp­ar fyrr í ár. Seinni hevði hon millum annað eina frálíka kon­ sert undir truplum umstøðum á Summarfestivalinum. Spennandi verð­ur at fylgja henni. Anna Maria Olsen Anna Maria Olsen og rest­in av divunum hava sum ein onnur ódn blást Føroyar um koll við teirra tulkingum av væl­sving­ andi popptónum. Divas er eitt herligt innslag á føroyska tón­leika­pallinum, har Anna Maria hevur víst sínar dygdir. ÁRSINS ÚTGÁVA Guðrið Hansdóttir – Beyond the Grey Enn einaferð meta dómararnir til Planet Awards, at Guðrið Hansdóttir hevur gjørt eina av landsins bestu fløgum. Í 2009 mettu áhoyrararnir eisini hetta, tá hon vann heiðurin ársins útgáva fyri fløguna »The Sky is Opening«. Í kvøld fellur avgerðin, um áhoyrararnir halda tað sama um » Beyond the Grey«. Lena Andersen – Letters from the Faroes Enn ein útgáva og enn einaferð er talan um popptónleik, tá hann er bestur. » Letters from the Faroes« er ikki forkunnug á sama hátt sum eitt nú »Belials synir«, men hinvegin er talan um enn eitt góðskuprodukt frá Lenu. So einfalt er tað. Swangah Dangah – Belials synir Tey vóru mong, sum gleddu seg til fyrstu føroysku rappútgávuna nakrantíð. Staklagið »Frá bygd til bý« hevði saman við eini frágera góðari konsert á G!, skrúvað vónirnar hjá fólkið í topp. Tíbetur skuffaði »Belials synir« ikki – tvørtur í móti! Benjamin – Ghost with Skin Hóast fløgan var nýggj og kanska ikki kend av so mongum, vóru dómararnir rættiliga sannførdir um, at » Ghost with Skin « hjá Benjamin telist millum ársins bestu fløgur. Heiðurin fyri hetta eigur Benjamin sjálvur, sum umframt at syngja og spæla, eisini hevur framleitt meginpartin. Budam – Man Síðani fløgan »Stories of devils, angels, lovers and murderers« kom út í 2008 hava mong glett seg til næstu útgávuna. Henda kom so trý ár seinni og tað eru tað mong, sum fegnast um. Ikki minst tí, at Búi Dam skal upplivast live, men at tað kortini hevur hepnast honum at umseta hetta til eina frálíka fløgu ÁRSINS SANGUR Snedigt – Ævintýra­ferðin Aftur í ár hava Dánjal á Neystabø og Búi Dam tikið børn og vaksin við á ævintýr. Og aftur hesaferð er eitt av úrslitunum ein herligur sangur, sum vendir sær líka nógv til børn og vaksin. Ævintýraferðin er undirhald við dýpd og broddi í, tað er »Snedigt« enn eitt dømi um. Benjamin – Warmth of the Sun Hetta lagið er ikki tað, sum hevur verið mest spælt í loftmiðlunum. Hóast fløgan, lagið er á, er nýggj, er tað langt síðani, at Benjamin legði tað á internetið. Hinvegin er tað stórt spell, at lagið ikki er spælt meira, tí talan er um eitt ómetaliga gott lag, sum væl umboðar fløguna, Benjamin hevur givið út. Páll Finnur Páll – Eg drepi meg sjálvan Eingin útgáva hjá Páll Finnur Páll er, uttan at minst eitt av løgunum hava verið landaplágur – gjarna fleiri, um ikki øll. Fyrsta av hesum slagnum av nýggju fløgu teirra er »Eg drepi meg sjálvan«, har bólkurin teimum so líkt tekur upp eitt viðkvæmt evni. Spilt tíð – glóð Eftir at hava tølt síðani í summar, varð lagið »Spilt tíð« kunngjørt á Rás2 í heyst. Hetta staðfesti, at talan er um ein bólk, sum er mannaður við ómetaliga góðum tónleikarum – og sum duga at gera kompleksan tónleik lættan at lurta eftir. Vanja – Jákup Eli Jákup Eli er pápi handan ivaleyst størstu landapláguna í ár. Tað var í Góðan morgun Føroyar í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at Jákup Eli kom út í hvønn krók við sanginum um Vanju, sum ikki var so løtt at hava við at gera.