mikudagur 28. desember 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Góði elskaði pabba! Nú nýggjársaftan er tað eitt ár síðani
tú brádliga bleivst tikin frá okkum. Eitt ár har sera nógvir
av okkara tonkum eru farnir til tín og saknin eftir tær. Eina
viku áðrenn tú doyði. høvdu vit øll verið samlaði jólaaftan í
Rituvík hjá tær og mammu. Tú vart uppi til síðsta mann og
hugnaði tær óført. Allar tær góðu løturnar saman við tær eru
óteljandi og verða borðnar við okkum í minninum so leingi
vit liva.
Tú vart sonur Janu og Dánjal Petur Højgaard í Rituvík – og
vart næstyngstur av tíggju systkjum. Nú eru øll tit systkini
farin – tit vóru øll okkara varðar, so sera hugnalig og stuttlig
at verða saman við, altíð við tí góða orðinum og sera positiv.
Tú giftist við mammu, Fríðbjørg, fødd Joensen av Hvíta
nesi í 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta dóttur.
Pabba, tú vart ein fyrimynd fyri okkum øll uppá so nógvar
mátar. Tú vart sera humoristiskur og sást oftast tað stuttliga
í tilveruni. Tú vart so nærlagdur í øllum tí tú tókst við og
tú livdi fyri at gera alt gott fyri okkum øll. Sjálvur vart tú
sera lítillátin og alt var gott nokk til tín. Tú vart darvaður
av lungasjúku tey síðstu árini, men ongantíð hoyrdi man teg
gremja teg – tú hevði tað altíð gott!
Hendurnar hevði tú sera góðar, óansæð um tað var at
gera ymiskt handverk, at mála ella um tað var at byggja tíni
egnu hús. Tú vart fullur av vísdómi og tosaði aldrin ringt um
onnur.
Tú vart ikki ein maður av teimum stóru orðunum, men tá
tú prátaði hevði tú altíð so nógv spennandi at fortelja, frá
øllum tínum mongu árum, har tú hevði siglt uttanlanda sum
stýrimaður, m.a. við fleiri Maersk skipum og eisini Arnatindi.
Útlongsulin arvaði eg frá tær. Tú hevði verið í flestu heimsins
londum, ja sjálvt norðpólin hevði tú sæð. Men aftaná at tú
leyðist uppá land var tað fyrst og fremst í Rituvík tú vildi
verða – og tað var eisini har tú doyði, akkurát sum tú hevði
ynskt, heima hjá tær sjálvum og uttan at verða nøkur byrða
fyri nakran.
Sjálvt um tú vart nógv burtur, eins og aðrir føroyskir
sjómenn, so føldist tú altíð nærverandi atlíkavæl. Tað var
altíð so spennandi tá tú so komst heim frá skipi, tí tá hevði
tú gávur við til okkum, flottar dukkur og leikur og eg minnist
so sera væl eisini tá tú komst heim við einum sjónvarpi –
tað var áðrenn tað føroyska sjónvarpið byrjaði at senda og
eg sum nokk var eini 6-7 ára gomul tá, undraðist yvir allar
kavaflykrurnar á skerminum, eins og vinfólkini hjá okkum
børnum eisini komu at hyggja eftir hesum nýggja apparati
og øllum flykrunum.
Títt minni var framúr gott og tað var altíð ein fragd at
hoyra teg fortelja. Nú aftaná følist tað tó sum at man skuldi
havt fingið teg at fortalt nógv meir. Serliga minnist eg allar
tær ferðirnar tú fortaldi søgu fyri okkum sum børn, summar
vóru gamlar søgur sum tú hevði hoyrt tá tú sjálvur vart barn,
m.a. ”Kulleko” og summar hevði tú sjálvur funnið uppá.
Björn dámdi altíð so sera væl at koma til Føroyar at vitja
og sleppa at práta við teg. Hann føldi tað ofta sum at tit vóru
javngamlir, tí tú vart so ungur í sinninum.
Abbabørnini hevði tú ein serligan tokka til, ikki minst til
Linn, sum var títt fyrsta abbabarn í 15 ár. Haldi ongantíð eg
havi sæð teg so glaðan sum tann dagin í 2008 tá vit komu
til Føroyar at vitja við Linn fyri fyrstu ferð – tú helt tað
verða so fantastiskt at tú skuldi uppliva at verða blivin abbi
aftur aftaná so nógv ár. Og eg haldi at tú vart nokkso glaður
yvir at verða blivin uppkallaður aftur – Linn eitur Andrea í
millumnavn, eftir tær. Tit høvdu eitt heilt serligt vinarband.
Hon spyr ofta eftir tær enn og saknar teg sera nógv. Tá hon
sær mánan og stjørnurnar á himlinum sigur hon, at har uppi
er abbi.
Tá tú fekst at vita at tú skuldi blíva abbi aftur fyri 13. ferð
og eisini næstan samstundis langabbi fyri fyrstu ferð, segði
tú: Jamen, so havi eg slett ikki tíð at doyggja enn” – altíð við
einum brosi, sum kenniteknaði teg.
Tú vart tjóðskaparmaður um ein háls og aftaná at hava
siglt verðina upp og niður í nógv ár, helt tú stadigvekk at
Føroyar var vakrari enn alt annað tú hevði sæð – vart altíð
so glaður tá tað gekst øllum føroyingum væl. Tú vildi at vit
føroyingar skuldu klára okkum sjálvi og livdi sjálvur hareftir.
Tú hevði ein dreym um at blíva grivin í føroyska jørð.
Tú vart altíð so sera upptikin av skapanarverkinum,
náttúran hevði tín heilt stóra áhuga og tú vart djóravinur
burturav. Djórafilmar sást tú nógvar í sjónvarpinum og nógv
av teimum djórunum hevði tú sæð á tínum mongu ferðum.
Seyð og gæs dámdi tær væl at fáast við. Fuglabókin, brillurnar
og kikarin høvdu sítt fasta pláss í køksvindeyganum, soleiðis
at tú kundi síggja allar fuglarnar sum komu framvið inn yvir
víkina – og so skrivaði tú teir niður í bókina tá tú hevði sæð
okkurt óvanligt. Tú bleivst ongantíð troyttur av at hyggja
út yvir víkina og út á Nólsoynna og tú helt tað verða so
undrunarvert at eingin dagur var líka – tú sást altíð okkurt
nýtt á luftini ella á havinum.
Tær, eins og mammu dámdi altíð sera væl at fáa vitjan og
tað eru nógv fólk sum hava sitið gott inni hjá tykkum báðum.
Ikki minst tóku tit ímóti nógvum útlendskum gestum sum
eg hevði við til Føroyar gjøgnum árini. Og tú gjørdi altíð eitt
sera stórt inntrykk uppá tey. Ikki minst Antonio, mín spanski
AFS-pápi og tú vóru so sera væl. Tit høvdu sama humor og
”glimten i øjet”. Tú dugdi nógv mál, tó ikki spanskt, og Antonio
dugir bert spanskt, men tað hindraði ikki tykkum báðum í at
práta og flenna saman - heldur ikki í telefon, og tað virkaði
sum tit skiltu hvönn annan perfekt atlíkaväl, tá tit tosaðu
saman hvörji jól og nýggjár. ”Ja tú hin ganli, nú mást tú hava
tað so gott og koma skjótt aftur til Föroyar at vitja okkum”
plagdi eg onkuntíð at hoyra teg siga við hann og hann í sínum
lagi á sponskum og so flentu tit báðir.
Síðstu minuttirnar eg sá teg var áðrenn vit skuldu fara
avstað aftur og tú sat og sang ”rura rura barnið” við William í
føvninginum. Tú vart ein sera róligur persónur og tað merktu
tey lítlu børnini, sum tískil elskaðu at næna hjá tær. Tað følist
so sárt at tú ikki ert ímillum okkum meira - hevði so gjarna
vilja ringt til tín og fortalt tær at William dugir at ganga og
nú er byrjaður at tosa.
Góði pabba! Saknurin eftir teg er sera stórur, serliga hjá
tær góða mamma, men tey góðu minnini eru so nógv – og
hvørja ferð eg síggi lítla William smílast, tonki eg uppá teg –
tað er sum at síggja títt forheraða smíl! Vónin er at vit síggjast
aftur ein dag, eisini saman við Jan, tínum kæra abbasoni, sum
syrgiliga fór nakrar mánaðir áðrenn tú!
Hvíl í friði kæri pabba og takk fyri alt!
Guðrið
If I lived to be a thousand years,
If I ruled the world -- its hemispheres,
I could not repay the love you brought
my way,
So, I want to say it now
To thank you for each day you gave me.
Thank you for the Mondays, Saturdays
and Sundays,
Everyday, the whole year through;
Thank you for the fun days,
All those number-one days,
Battles-to-be-won days, too;
I just want to say it,
Thank you for each day with you
(Thank you by Secret Garden)
Minningarorð um mín kæra pápa,
Andreas S. Højgaard, Rituvík
TØKK