Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 4. partur Tá ið fyrsta kúgvin kom Tá ið eg var barn var ikki ein kleyv í húsinum. Pápi var elstur av beiggjunum. Malla og Elsa vóru eldri og Poulina, Gigga, Grækaris og Mia vóru yngri. Hann og pápin veltu tað mesta av gerðinum upp úr nýggjum. Tá ið avtornaði fekk pápi ikki tann dyrkaða partin av gerðinum. Men hetta forðaði ikki honum. Hann fór at velta burtur úr nýggjum tað, sum eftir var av gerðinum. Eg haldi kortini, at pápi fekk tveir teigar av gerðinum hjá ommu. Eg minnist sum í gjár, tá ið hann kom oman av Rossaryggi við eini reyðari kúgv. Nú hevði hann velt so nógv, at hetta kundi lata seg gera. Hetta var ein stórur dagur. Pápi og pápabeiggi bygdu so eitt deiligt hoyggjhús inni í gerðinum, so tað gjørdist so lætt at koyra hoyggið inn. Pápi plagdi at skera torv hjá pápa­systrunum, Elin Mariu og Elin Katrinu, sum vóru gamlar gentur. Tær fingu síðani torvið til høldar. Pápi tók Elin Mariu inn til okkara, tá ið hon ikki orkaði meira. Tá var Elin Katrina langt síðani deyð. Hann smíðaði ein kvist í hús­ inum, har Elin Maria kundi búgva, og mamma passaði hana. Vit fingu jørðina, sum Elin Maria abbasystir átti. Tað vóru fýra gyllin. Pápi helt, at tað var synd, at beiggin einki fekk burturav, so hann gav honum ein gyllin. Eg minnist Elin Mariu sum eitt vælsignað menniskja. Tá eg gekk við Ingrid, okkara sætta barni, droymdi eg hana so ofta, og tað gjørdi eg aftur, tá ið eg gekk við Elin tvey ár seinni. Hon varð doypt Elin Maria eftir abbasystir. Síðan tá havi eg ikki droymt hana aftur. Kvaldist av ballón Eina ferð hendi ein heilt serlig van­ lukka, sum var so syrgilig, sum tað kundi hugsast. Ingibjørg, dóttir Grækaris upp í Trøð í Kvívík, var komin til Hval­ víkar at hjálpa omm­uni, Súsonnu í niðaru Geil, í handli­num. Skíris­ morgun fór hon við nøkrum vin­ kon­um ein túr út á Neyst. Tær høvdu við sær ballónir, sum tær stutt­leik­aðu sær at blása í. Hetta var heldur ikki óvanligt. Men hvat var og ikki. Ingibjørg fekk ballónina í rangastrúpan, og hon kvaldist, bert 12 ára gomul. Tað fyrsta mamma varnast hesa hending, var, at hon sá Jóhannes Láadal koma við eini trillubøru, og tað sær út, sum at eitt menniskja liggur í trillubørini. Tá er tað Jó­ hann­es, sum kemur heim við ta deyðu Ingi­bjørg. Hon kom tískil aftur til Kví­víkar í kistu. Aftur vanlukka í 1932 Í 1932 hendi aftur ein vanlukka á sjó­num, sum rakti Streymnes meint. Hetta var tá ið “Laura” og “Im­manuel” gingu burtur. Tað vóru trígg­ir menn úr Streymnesi við “Lauru”. Kristina og Zakaris uppi í Garði mistu tveir synir við “Lauru”, Tumm­as, 27 ára gamal, og Viggo, 16 ára gamal. So løgin kann lagnan vera. Teir báðir vórðu bjarg­aðir, tá ið “Queen Victoria” fór á land undir Íslandi í 1931, og so skuldu teir sjó­ látast bert eitt ár seinni. Tummas var giftur við eini gentu úr Vestmanna, sum æt Alma. Tey áttu ein son, Suni. Ein beiggi, Hans Jacob, uppkallaði tveir synir eftir teimum deyðu beiggjunum. So løgið var aftur nú. Tummas gekk burtur við danska farmaskipinum “Honnu S” í 1960 á somu leiðum, sum “Hans Hedtoft” var horvin eitt ár frammanundan. Tummas var sera væl umtóktur kokkur um­ borð. Altarljósið sloknaði fyri Viggo Brøðurnir gingu til altars sum tey flestu onnur. Teir høvdu eisini verið til altars, beint áðrenn teir fóru av­ stað við “Lauru”. Viggo segði fyri mammu sína, tá ið hann hendan sunnudagin kom aftur úr kirkju: “Mamma, eg fari at doyggja.” “Hví sigur tú tað?” spurdi mamman. “Jú, tí har, sum eg lá á knæ fyri altarinum, sloknaði altarsljósið”. Hann ivaðist ikki í, at tað var fyri sær, at hetta hendi. Soleiðis kom tað eisini at ganga. Annars var tað als ikki ætlanin, at hesir báðir brøðurnir skuldu fara við “Lauru” henda túrin. Hendrik Egholm, sonur Janus Egholm, og hálvbeiggi Miu, um­rødd í seinasta parti, skuldi vera besti­ maður við “Lauru”. Hann var svágur skiparan, Jens í Toftum í Vági. Men Hendrik hevði fingið skiparakjans við skipi úr Havn og gav tí avboð við “Lauru”. Tí er tað, at Tummas fer við sum bestimaður við “Lauru”. Hann tekur beiggja sín Viggo við. Hetta dámdi ikki mammuni, tí hann var so ungur. Helst hevur hon eisini havt í huganum, at Viggo mundi gingið burtur árið fyri. Hon bað hann ikki fara, men til fánýtis. Av eini hvørji orsøk fór Henrik als ikki við skipinum, har hann skuldi vera skipari. Hann fór í staðin við “Buttercup” sum bestimaður. Hendrik hevði við sær eitt radio, Hensia: Minnist eisini menn av »Lauru« og »Nólsoy« Í 1932 gingu »Laura« og »Immanuel« burtur við tilsamans 38 monnum, og í 1934 vóru tað »Nólsoy« og »Neptun« við 43 monnum. Hensia minnist menn bæði frá »Lauru« og »Nólsoy«. Men fyrst nakað um jørð og kríatúr Hensia Jacobsen Zakaris, pápi Hensiu, var skipari á “Research”. Her er hann saman við nøkrum av manningini. Nr. 3 vinstrumegin frá við kasjetti er Zakaris. Nr. 5 Zakarias Nielsen úr Sandavági og nr. 7 er Grækaris, beiggi Zakaris Zakaris var við »Eysturoynni«, og teir sóu “Lauru” fara at sigla heim. “Laura” komu ikki fram Brøðurnir Viggo og Tummas bjargaðust av “Queen Victoria” í 1931, men sjólótust í 1932 við “Lauru”