mikudagur 28. desember 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Her er nakað galið.
Tað er sera ræðandi, at
man kemur til landið og sær,
hvat landsins myndugleikar
hava í tonkunum. Og sjálvandi
verður mann ørkymlaður.
Vit sambandsfólk vóru glað,
tí vit vunnið valið. Men
skamma stund seinni rennir
veruleikin okkum í eyguni.
Tann sigur, vit roknaðu so
nógv við, varð seldur, og má
eg so spyrja fyri hvat.
Sambandsflokkurin hev
ur havt eina stevnuskrá,
sum hevur umfatað ein
stóran part av okkum, ið
her búleikast. Vit hava altíð,
frá byrjan, roynt at fingi
fólkið við alla tíðina, so tey
vita hvat tey hava í væntu.
Flokkurin hevur frá byrjan
havt 3 bein at standa á:
Ríkisfelagsskapurin,
sum
hevur gjørt tað møguligt
at fremja nøkur mál, sum
vit ikki megnaðu sjálvi. Tað
privata initiativið, sum ein
borgarligur
flokkur
skal
stuðla, og til seinast, men ikki
minst eina sosiala skipan,
sum flokkurin bardist fyri
frá byrjan, og hevur staðið
sum verja um frá fyrsta
upphavi.
Tað er við sorg, at man
sær ræðuleikarnar í eyg
uni. Eg skal ikki koma so
nógv inn á tey teknisku
viðurskiftini, tey eru sera
væl lýst frammanundan, og
viðvíkjandi
pensjónsskip
anini, so havi eg mína egnu
roknimaskinu. Og har eg
sigi bara, eg skilji fólk sum
óttast.
Hvørjir av harrunum í
Sambandsflokkinum,
sum
hava sagt ja til at venda
skránni bakið, veit eg av
góðum grundum ikki. Men tá
man strikar teir ideologisku
tankarnar, sum hava borið
Sambandsflokkin so langt,
so ivast man sum veljari og
stuðul, hvat hendir. Eg havi
ikki sæð eina landsfundar
samtykt, hvar mann einmælt
broytir aðalmál floksins, ei
heldur eina landsnevndar
samtykt at reyvrenna tey
veiku í samfelagnum.
Sambandsflokkurin hev
ur atkvøtt fyri flatskatta
skipanini, og tað vil siga, at
ólíkheitin millum borgarar
økist. Hetta er ímóti upp
runaligu stevnuskrá flokk
sins. Løgmaður hevur, vegna
Sambandsflokkin sagt, at tað
búskaparliga skal fást upp á
pláss, men Kaj Leo, at økja
klassamunin í Føroyum kann
aldrin verða svarið.
Tit skapa bevíst eina
gjógv millum tey minnu
mentu og elituna, heldur tú
veruliga at hesi fara at gera
íløgur í eitt fiskifar ella eina
verksmiðju og soleiðis økja
produktivitetin? Tú veist, at
tað hendir ikki.
Fyri at siga tað øðrvísi:
Halda tit veruliga, at búskap
arliga kreppa Føroya verður
loyst við at økja ólíkheitana
millum
borgaranar?
Eg
havi fyri kortum gjørt mína
egnu kanning millum vinir
og kenningar og fyrrver
andi starvfelagar, og eitt
samansjóðað svar er, at tey
eru flóv. Hesi hava øll eina
inntøku, sum nú geva teim
um eina gávu upp á 2.500-
3.000 um mánaðin. Tey hava
ringa samvitsku at siga ja
til tykkara gávu, sum øll
vita fer til nýtslu ella undir
høvdapúturnar, og so avgørt
ikki til íløgur, tí tey vita
eisini, at onnur høvdu meira
brúk fyri hesum enn tey. Hví
skuldu tey tað. Og hóast tað,
so sýna tey samfelagskenslu.
Og tað ringasta er, tað sær
út til, at tit eru fullkomiliga
líka glað um tann partin
av Føroya fólki, sum liva á
lívsins skuggasíðu. Hvar er
tann sosiala ábyrgdin, sum
Sambandsflokkurin einaferð
var kendur fyri at hava?
Harafturat meta tit, at
fólk fara at flyta av landin
um, serliga væl lisin og fleiri,
tí ov lítið er eftir eftir skatt.
Soleiðis er veruleikin heldur
ikki. Trúgv mær, hesi fólk
vita, at samfelagið hevur
givið teimum nakað, og tey
flestu eru fegin um at geva
nakað aftur, tey merkja eina
samfelagsábyrgd, sum tit
slettis ikki rokna við. Undir
met ikki tann afturvendandi
føroyingin. Tey vita so sanni
liga eisini, at grasið er ikki
altíð grønari handan sýnuna.
Tey sum kanska rýma eru
fólk, sum liva í skugganum av
einum, annars vælbjargaðum
samfelag, har rúm ikki er fyri
teimum, tí tey, út frá tykkara
útsøgnum og gerðum eru
óynskt.
So Sambandsflokkurin er
í ferð við at skapa eitt samfe
laga, sum er fjart frá grund
sjónarmiðum
Sambands
flokksins. Tann dagin, tú
vendir trúgvum veljaranum
bakið, so sigur tú eisini far
væl til ryggin í flokkinum, og
tað ert ein sjálvfylgja, at hesi
ivast. Vit eru fleiri, sum hava
verið valevni floksins og
trúð upp á skránna sum eina
sosialliberala skrá, har nakrir
grundsetningar, sum okkara
forfedrar eisini hildu vóru
bæði sømiligir og neyðugir
setningar og mál, sum vit
mettu høgt.
Tað er farið nú, syrgiligt
kortini, man letur til Fólka
flokkinum tey tyngstu økini,
man átti, sum vinnari av
valinum, og man ofrar eisini
mergin í sínari flokksideologi.
Við hesi skipan ger man seg
til talsmann fyri at bólkast
við londum sum Estlandi,
Letlandi, Litava, Bulgaria,
Slovakia, Ukreina, Grenada,
Jameika, Belise, Paraguei og
Zimbabwe. Tá hetta er støðið,
man arbeiðir so hart fyri náa,
er grund hjá føroyingum at
óttast.
Eitt annað sum nívir er
okkara starv. Eg, og fleiri,
sum skulu skriva søguna,
hava ein trupulleika, tí hvat
skula vit skriva? At í 2012
vendi
Sambandsflokkurin
sínum kjarnuveljarum bak
ið, at Sambandsflokkurin
valdi at økja ólíkheitina í
samfelagnum, og tí man vil
tokkast samfelagsins merg
súgvarum, offrar man tey
veiku í samfelagnum.
Veruleikin er einfaldur:
Veljarin mistrívist, og teir
trúgvu
hugsa
um
aðrar
møguleikar, tað eru framvegis
nógvir sambandsmenn í Før
oyum, og hvar finna tey rúm?
Tankarnir um ein nýggjan
flokk hava verið frammi og
eru nú sera aktuellir. Skráin er
einføld, hon er upprunaskrá
Sambandsflokksins, so fólk
kenna seg aftur. Mín tíð skal
nýtast á støðum sum á keium,
egningarskúrum,
skipum,
miðstøðum, á bingo, bygda
fundum, handlum, kirkjum
og samkomuhúsum, fyri at
ávara móti tí politikki, sum
listi B ger seg til talsmann
fyri og samstundis skapa sló
fyri einum seriøsum alterna
tivi.
Tað er ikki av huga, men
neyðugt.
Svanasongur Sambandsfloksins
Kristin Vestergaard
Nítjandi partur
Tað sum síðani hendi
Paulusi var, at hann varð
sendur til Kesarea til
Felix landshøvdinga, tí
hann var í vanda fyri at
verða dripin av Jødunum,
sum høvdu svorið uppá,
at teir skuldu drepa
hann. Paulus var sit
andi í Kesarea fyrst í
tvey ár, tá fór Felix frá
sum landshøvdingi, og
Festus kom fyri hann.
Fyrsta Festus var kom
in,
byrjaðu
jødarnir
aftur at klaga hann, og
tað endaði við at Paulus
skjeyt mál sítt til keis
aran, og avgjørt varð at
hann skuldi fara til Róm.
Meðan hann sat fastur í
Kesarea, fekk hann høvi
til at vitna bæði fyri
Felix og Festus og eisini
fyri Agrippa kongi, men
vit lesa einki um, at hesir
men tóku boðskapin til
sín av álvara, Agrippa
segði:
"Lítið vantar á, at tú
yvirtalar meg at verða
kristnan!"
Men
tí
verri
tað
bleiv ikki meir, og vit
lesa ongastaðir, at hesir
menn blivu umvendir.
Vit mugu geva eitt svar,
tá ið Harrin kallar, vit
mugu taka ímóti orð
inum, tað er tað, sum
frelsir okkum.
Men
so
mongum
sum tóku ímóti Honum,
gav Hann mátt at verða
børn Guds - teimum, ið
trúgva á navn Hansara;
Jóh. 1,12
Kap. 27 sigur frá um
sjóferð Paulusar til Italia,
ein dramatisk ferð, har
skipið gekk burtur, men
allir bjargaðust á Malta.
Haðani fóru teir víðari
til Róm. Paulus sat fast
ur í Róm í tvey ár og
fekk høvi til at vitna fyri
mongum
menniskjum
har.
Her endar Ápostla
søgan, tað sær út til at
Lukas ikki hevur havt
høvi til at skriva meir.
Um so er, kenna vit ikki
grundina, í hvussu so er.
Men tað er ikki av tilvild,
einki er av tilvild í orði
Guds. Vit kunnu helst
siga, at Ápostlasøgan
hevur hildið fram inntil
nú og fer at halda fram,
inntil Jesus kemur aftur
og heintar øll trúgvandi
av hesi jørð upp til sín,
tað er tað, sum sam
koman bíðar eftir nú, og
hesin dagur er í nánd.
Endi.
Hugleið
ingar úr
Ápostla
søguni
Richard Danielsen
Vit kunnu helst siga,
at Ápostlasøgan
hevur hildið fram
inntil nú og fer at
halda fram, inntil
Jesus kemur aftur
Eg havi ikki sæð eina
landsfundarsamtykt,
hvar mann einmælt
broytir aðalmál flok
sins, ei heldur eina
landsnevndarsamtykt
at reyvrenna tey veiku í
samfelagnum
Kjak