Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sum fyrrverandi for­mað­ ur í Føroya pedagogfelag loyvi eg mær at koma við nøkrum viðmerkingum til politiska hurlivasan, sum gongur fyri seg í løt­uni. Fakfelagsrørslan um­boðar sínar limir í eftir­lønar­viður­skift­ unum. Hvørt einstakt fakfelag ger avtalur, vegna sínar limir, við eitt pensjónsfelag og í onkrum einstøkum før­ um verður hetta eisini gjørt við ein pen­inga- stovn. Hesar avtalur eru serstakar og gera feløgini tískil sjálvi av ,hvar tey halda tey fáa mest fyri peningin. Hesar fortreytir verða nú, um tað stendur til sam­gonguna, broyttar við einum høggi. Enda­ mál: At fíggja eina flat­ skattaskipan, har út­ rokn­ingar hava víst, at tey lág og miðalløntu fáa lítið og onki burtur úr. Hetta verður gjørt omaná høvdið á fak­ fe­løg­unum. Hetta skal truml­ast ígjøgnum her og nú. Fakfeløgini, sum hava staðið sterk saman um hetta málið, kunnu og skulu ikki finna seg í hesum. Gera tey tað – so gera tey ikki sítt arbeiði til lýtar. Fakfeløgini bóðu um fleiri fundir við løgmann, undir sam­ gongu­samráð­ing­un­ um, men hetta varð alt skúgva til viks, tí hjarta­ málið hjá Fólka­flokk­ inum skuldi fyri ein og hvønn prís setast í verk. Embætisfólk hava víst á 19 ymisk mál, sum tey í verandi løtu ikki kunnu standa inni fyri í hesi nýggju skattaskipanini – eisini hetta verður skúgvað til viks. Ein so týð­andi stovn­ur sum Lands­ bankin, hevur somu­leið­ is gjørt sínar við­merk­ ingar – men hesar verða heldur ikki tiknar til eftirtektar. Hví skal hetta skund­ ast ígjøgnum? Hví ikki fáa eina breiða polit­ iska semju um skatta­ politikkin í Føroyum? Ringt er kanska at semj­ ast – men er tað kanska ikki eina roynd vert? (Eg) Vil tískil heita á tey fólkavaldu, ið sita í Føroya Løgtingi, um at útseta hesar politisku ætlanirnar, so at ein møgulig flatskattaskipan kann verða lýst betur. Eg var sjálvur upp­ stillaður fyri Sjálv­ stýris­flokkin, sum nú er ein partur av hesi samgongu. Ein flokkur, sum vanliga stendur fyri einum sosial-liberalum politikki. Vælvitandi um, at mangt kann henda eftir eitt val, men at mín flokkur fór at stuðla einum politikki, sum nú tykist at síggja dagsins ljós, vardi meg ikki. Fakfeløgini neyðtikin Jarvin Feilberg Hansen Kjak Nú føroyskir politikarar eru niðri á flatlondum og for­ handla blokk, so er kanska rele­vant at gera sær nakrar tankar um fyrimunir og vans­ar við varðandi blokk Er tað rætt, at blokkur ávirk­ar polistiska valdið í ein­um landi? Ávirkar blokkurin kapp­ ingarførið í einum landi? Førir ein blokkur eitt land út í fíggjarligt óføri? Lættast er at hyggja rund­ an um okkum og sammeta lond, sum fáa blokk mótvegis teimum londum, sum ikki fáa blokk. Innan EU hevur støð­ugt í nógv harrans ár seyr­að blokkur til londini Grikka­ land, Italia, Spania og Portu­ gál. Grikkaland er farið á húsagang, Italia er væl á veg, og tað er bert spurningur um tíð, til Spania og Portugal fara sama veg. Líta vit longur suður til afrikanska kontinentið, so móttaka flest øll afrikonsk lond menningarhjálp (les blokk). Hetta hevur havt vanlukkuligar fylgir fyri flest øll hesi lond. Framburður hev­ur snøgt sagt eingin ver­ ið. Grønland fær uml. 5 ferð­ ir so nógvan blokk sum før- oyingar. Skilið er hareftir. Mong minnast skilið í Før­ oyum í sjeyti- og áttati­árun­ um, tá føroyingar fingu um milliardir í blokki. Alt fór til studning til fiski­vinn­una og flakavirkir. Blokk­urin var við til at avoyða fiska­stovn­ arnar og harvið taka alt lívs­ grundarlagið undan okk­um føroyingum. Føroyar fóru av knóranum fyrst í níti­árun­ um sum úrslit av ábyrgd­ar­ loysinum hjá øllum politik­ arum. Hvat er tað, sum ger, at blokkurin hevur so ógvus­ ligar, óhepnar fylgir? Ein kann gera sær sínar tankar. Men vit vita innan tað polit­iska kervið í EU, at politik­arar fyri norðan síggja við størstu vanvirðing á blokk­politikarar fyri sunnan. Tað kemst av, at hesir blokk­ politik­arar fyri sunnan hava gjørt seg til talsmenn yvir­ fyri veljaran at kradda meira blokk. Vel meg, so fært tú meira blokk. Fokusið á veru­ ligu trupul­leik­unum í við­ komandi landi verður lagt á ís. Neyvt tað sama er gald­ andi í teimum afrikansku lond­unum. Í EU verður hetta slag av politikarum mett sum paria í tí politiska systeminum, tí teir eiga sín stóra leiklut í at alt suður Evropa er farið á heys­in. Danir kalla tílíkar politik­ arar fyri “levebrødspolitikere”. Á føroyskum máli vildu vit sagt floksgøðingar. Hvussu síggja vit í polit­ iska lívinum í Føroyum í dag ávirkanina av at blokkurin skal tiðnast við afturvirkandi kraft? 1: Einki verður gjørt fyri at trimma tað føroyska sam­felagið til nýggjar av­ bjóðingar. Vit síggja t.d., at politikarar gjara út til tey sekunderu sjúkra­ húsini, hóast øll tilráðing sigur, at øgiligar sparingar høvdu verið við bert ein­ um sjúkrahúsi fyri alt landið. Í Føroyum er eitt sjúkrahús fyri hvørji 16.000 fólk, meðan t. d. á flatlondum og Stóra Bret­land verður arbeitt ímóti einum sjúkrahúsi fyri hvørji 200.000 sálir. Hetta fyri at effektivisera sjúkrahúsini og minka um rakstrar útreiðslunum. Hetta er bert eitt dømi. 2: Inntøka og kapping av til­ feinginum á sjónum, sum er Føroya fólks ogn, er slept. 3: Skattalætta til tey allar­ rík­astu, hóast undirskotið hjá almennu Føroyum er methøgt. 4: Arbeiðsloysið veksur í stórum, tí nú kunnu politik­arar standa hendur í hupp og bíðja eftir meira blokk. Vantar peningur, so venda vit okkum til danir eftir meira blokki. 5: Verri tað gongst okk­um føroyingum fíggjar­liga, betur kort hava floks­gøð­ ingarnir, tí teir kunnu jú bert siga: »Har síggja tit, Føroya fólk. Vit føroyingar klára okkum ikki uttan blokkin!« Ella við øðrum orðum: Dugnaloysi og ábyrgd­arloysi loysir seg politiskt. 6: Hægri blokkurin verður, torførari verður tað hjá okkum føroyingum at for­ handla sáttmálar við EU. Her verður serliga hugsað um makrelin. Hugsa vit, at blokkurin var sum í »gomlum« døgum, so høvdu danir vegna EU sagt, at um tit føroyingar ikki makka rætt, so strika vit blokkin. Seinasta er, at EU/Danmark ætl­ar at seta sanktiónir mót­veg­is føroyingum. Hvar er nú móðirlandið Dan­mark, sum vit eru í rikis­fe­lags­ skapi við? 7: Kappingarførið við um­ heimin versnar orsakað av, at blokkurin kemur inn í tað føroyska pen­ inga­kervið. Alt verður dýr­ari. Lønirnar fara upp. Inflatiónin veksur. Skulu vit hava ein møguleika at kappast ájavnt við onnur lond í altjóða høpi, so mugu vit laga Føroya land til hesa kapping. 8: Fokusið at fáa botnfiska­ stovnin upp aftur á upp­ runastøðið er slept. Hetta er ein vanlukka fyri alt tað føroyska samfelagið. Og soleiðis hevði ein kunnað hildið á fram. Tað, sum undrar einamest, er, at sokallaðir liberalir flokk­ar vilja hava meira blokk. Tað gongur ímóti all­ ari liberalari hugsjón, bæði so og so. Her taki eg hattin av fyri summum politikarum í Javnaðarflokkinum. Her er hóast alt ein ávís vit­an og stoltleiki í teirra politikk­ arum. Tað lættasta hevði eyð­vitað verið at hoppað á blokk­vognin. Um vit samanlíkna tvey virkir, sum eru eins, har annað virkið virkar undir al­tjóða marknaðarkreftum, meðan hitt virkið fær var­ andi studning, so vita vit øll, hvat virki klárar seg best í altjóða kappingini. Fyri at kunna virka globalt, mást tú fylgja teimum globalu markn­aðarkreftunum. Virkið má trimmast til umstøð­ ur­nar. Hvar endaði gamla Sovjet tildømis við sínum stud­ningscirkussi? Føroyar fór á húsagang, tá upphæddin á blokkinum var størst. Nú ætlanin er at tiðna blokkin við aftur­ virk­andi kraft er bert ein tíðarspurningur, til vit aft­ ur fara á heysin. Hetta er ein natúrlog. Er munur á før­ oyskum politikarum í mun til tildømis grikskum politik­ arum? At tiðna blokkin verð­ur ein stokkutur hiti. Trupul­ leikarnir skulu loysast á Før­ oya løgting, ikki á danatingi. Leitað hevur verið við lumma­lykt, men enn er eing­ in fyrimunur av varandi blokki funnin. Mín áheitan til løgtings­ fólk vil tí vera: Flytið fokus frá blokkinum og loysið trupul­leikarnar á føroyskum klett­um við føroyskum áræði. Alt annað er óheiðurligt. Øllum føroyingum verður við hesum ynskt gleðilig jól. Hugleiðingar um blokkin Jógvan í Dávastovu At mín flokkur fór at stuðla einum poli­ tikki, sum nú tykist at síggja dagsins ljós, vardi meg ikki Í EU verður hetta slag av politikarum mett sum paria í tí politiska systeminum, tí teir eiga sín stóra leiklut í at alt suður Evropa er farið á heys­in