Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 28. desember 2011 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Undirritaðu vilja hervið kæra viðgerðina av løg­tings­ málunum: 103/2011 um broyting í yms­ um skattalógum (flat­skatt­ ur) 104/2011 um broyting um skatt av rentutryggingum v.m. (pensjónsskatting). Eftir innleiðandi innkall­ing­ arnar í fíggjarnevndina, und­ anfarna mánadag og týsdag, kundi staðfestast, at enn fleiri ósvaraðir spurningar vórðu í omanfyrinevndu mál­um – serliga mál nr. 104. Undirritaðu hava tí biðið um, at omanfyrinevndu mál verða viðgjørd gjølla í fíggj­ arnevndini. M.a. eru umbidnar fleiri inn­kallingar og væl meira tilfar, fyri at tryggja, at Løg­ tingið verður fult upplýst í málinum, áðrenn hetta fer til 2. viðgerð. Eitt nú eru umbidnar eyka innkallingar fyri fylgjandi bólkar: • Umboð fyri útisiglarar • Almannastovan • LÍV og Betri pensjón – viðv. nágreining • Elektron, Formula og NEMA Hartil hevur minnilutin ynskt, at fíggjarnevndin um­biðir tilfar frá Ríkis­um­ boðnum, TAKS, Fíggj­ar­ málaráðnum, ið lýsir av­leið­ ing­arnar av lógar­broytingini nærri. Eisini er komið fram undir viðgerðini, at samgongan ætlar at mótrokna óskattaða og skattaða pensjónsinntøku eins í fólkapensjónini fram­ yvir. Hetta eru nýggjar upp­ lýsingar, ið krevja, at vit fáa nýggjar útrokningar frá Fíggjarmálaráðnum uppá, hvat tílík 40% minni mót­ rokning í fólkapensjónini 2012-2050 fer at kosta lands­ kassanum í størri fólka­ pensjónsútreiðslum. Talan verður um munandi upp­ hæddir, tí allar mótroknaðar upphæddir verða nú 40% lægri enn annars væntað og útroknað við í pensjóns­ ný­skipanararbeiðinum. Al­neyðugt at fáa hesar útrokningar áðrenn málið verður beint aftur í Løgtingið, fyri at tryggja, at Løgtingið ikki fær villleiðandi upp­lýs­ ingar í málinum. Lands­stýris­ maðurin hevur jú upp­lýst at tað er líka mikið fyri lands­ kassan um skattað verður við útgjald ella inngjald - men so verður jú als ikki. Ongar av hesum um­ bønum til tilfar ella fleiri inn­ kallingar eru gingnar á møti. Hinvegin hevur sam­ gongu­meirlutin fingið Fíggj­ armálaráðið at gera útrokn­ ingar og tilfar seinastu dag­ar­nar, ið hesin hevur ynskt, uttan at minnilutin er kunn­aður. Undirritaðu vilja tí kæra vánaliga viðgerð av oman­ fyrinevndu málum í fíggj­ arnevndini, og heita á for­ mans­skapin um, at taka stig til, at omanfyri­nevndu mál fáa neyðugu við­gerðina. Hartil at virka fyri, at øll tingfólk fáa javn­bjóðis rætt­indi at fáa viðgjørt løgtingsmál í løgtings­nevnd­ unum. Hetta fyri at tryggja, at øll mál fáa eina góða og neyðuga viðgerð, soleiðis at Løgtingið tekur avgerð á røttum grundarlagi nú og framyvir. Til formansskapin á Løgtingi Jenis av Rana Formaður Miðfloksins Brævið frá Bárði Nielsen til føroya­ nevndina ....  Bárður Nielsen um­ boðar seg sjálvan og sam­ bands­flokkin, ikki sam­ gonguna og tí heldur ikki Mið­flokkin.   Mong við mær mundu hvøkka við, tá sjónvarpið í gjárkvøldið visti at siga frá brævi, sum, sb. orðing sjónvarpsvertsins, umboðaði hugsan sam­ gonguflokkanna um so­kallaða blokkin (t.e. árliga a conto gjald Dan­ markar til Føroyar) og ríkisfelagsskapin. Talan er um bræv, sum løg­tings­ mað­urin hevur sent før­ oyanevnd fólkatingsins, har hann í orðum og grafum, á heldur neiligan hátt, viðger førleika føringa at skipa síni egnu viðurskifti. Vegna Miðflokkin vil eg hervið boða frá, at brævið, skriva í besta sambandsstíli, er Bárðs egna og umboðar hvørki hugsanir samgongunnar ella Miðfloksins. Kristina Háfoss Aksel V. Johannesen Eyðgunn Samuelsen Løgtingskvinna Løgtingsmaður Løgtingskvinna Viðvíkjandi manglandi viðgerð av løgtingsmálum Í skránni, sum útvarpið hevði at halda seg til, nú oratorium Händels “Messias” bleiv sent um jólini, var ikki tilskilað, hvørjir kórsangarnir vóru – bara tað, at Havnarkórið skipaði fyri tiltakinum. Lurtarar máttu tí fáa ta fatan, at tað megnarkór, tey fingu at hoyra, bara var Havnarkórið. Vit vilja tí fegin gera vart við, at meginparturin av hesum stóra felags­ kóri vóru sangarar úr øðrum kórum so sum kvinnukórunum Suð í Klaksvík og Cantabile í Havn, úr Ebenezerkórinum og øðrum kórum av bygd og úr býi. At hetta kórsamarbeiði kundi fáast í lag, eru vit sera takksom fyri. Havnarkórið MESSIAS - kórið: Sangarar úr fleiri kórum Yvirlýsing frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Búskapar- og Løg­frøð­ ingafelag Føroya Politiska gongdin seinastu tíðina hevur ørkymlað Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Støðan er nú so álvarsom, at Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ikki longur kann eygleiða tigandi. • Landsstýrið og Løgting okk­ara eru í holt við at fremja grund­ leggjandi broy­ting­ar í pensjóns- og skattaviðurskiftunum hjá før­ oyingum, uttan at búskaparligu avleiðingarnar eru nóg væl lýst­ ar. • Broytingar verða framdar í so­ vorðnum skundi, at lóggávu­ arbeiðið als ikki er løgfrøðiliga nøktandi. Embætisfólkini fáa ikki nýtt sín serkunnleika og fáa ikki gjørt sína skyldu til at tryggja, at Føroya fólk ikki verður rakt av óhepnum avleiðingum. • Tað er eitt álvarsamt álitisbrot millum løntakararnar og Lands­ stýrið, at fortreytirnar fyri pen­ sjónsskipanini verða broyttar við so stuttum skotbrái, sum lagt verður upp til. Ongin kennir avleiðingarnar. • Landi okkara tørvar álvarsom tiltøk fyri at hóra undan fíggjarliga, men tiltøkini hjá sam­ gonguni gera, at støðan alsamt versnar. Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ger staðiliga vart við, at løtan er ikki hin rætta til skundloysnir og til illa umhugsaðan og illa fyrireikaðan politikk. Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya heitir tí á Landsstýrið og Løgtingið um at leggja á annan bógv: • Steðgið tilgongdini at fremja omanfyrinevndu broytingar • Fremjið veruligar loysnir uppá trupulleikarnar í Føroyum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya veitir hinum fakfeløgunum sín fulla og treytaleysa stuðul í sáttmálasamráðingunum og í stríði teirra fyri vunnum rættindum hjá limum sínum.