fríggjadagur 30. desember 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Helgi Abrahamsen
er ársins
neyðrakett
Hann stúrir fyri stóru fráflytingini. Hann heldur lítið um politiskar kreftir, sum
gera seg inn á framsøgufrælsið hjá millum annað embætisfólkum og journalistum
– nakað Helgi Abrahamsen hevur uppiborið heiðurin sum ársins neyðrakett fyri.
Hann kom aftur til Føroya av tilvild, men nú gerast journalistisku arbeiðsuppgávurnar
uttanlands fleiri í tali. Heini í Skorini er ein virkin – og frustreraður – akademikari
Uni Holm Johannesen
– Tað er ein myta millum før
oyskar útisetar, at tað stinkar
at búgva í Føroyum. Tað er ikki
rætt. Her hevur tú møguleikan
at gera mun, og tú kann sanniliga
hava eina spennandi yrkisleið og
ein innihaldsríkan gerandisdag í
Føroyum. Tað stinkar ikki at vera
í Føroyum.
Tað sæst við eitt, at hann
brennir fyri hesum. Kjakinum.
Hann situr íðin og prátar. Tað
er heldur ikki av tilvild, at hann
hevur oyst dygdargott tilfar í
føroyska
kjakrúmið
seinastu
árini. Óteljandi journalistiskar
blaðgreinar, sjónvarpssendingar,
kronikkir, bøkur um átrúnað
og politikk, stórar ráðstevnur
og viðmerkingar um Miðeystur
bera boð um ein aktivan og fram
fýsnan akademikara, sum gleði
liga stimbrar undir kjak millum
føroyingar.
At tað er virðismikið tilfar,
hann hevur latið úr hondum,
tykist
danski
miðlaheimurin
hava varnast. Í øllum førum
hevur hann fingið avtalu í lag
við donsku Weekendavísina, og
arbeiðsuppgávurnar fyri blaðið
vinda nú støðugt upp á seg. Tað
merkir, at hann komandi árið
fer at vera minni í Føroyum. Tí
er eisini ivasamt, um hann, sum
nýklaktur føroyameistari fyri
B36, fer at spæla fótbólt komandi
kappingarár.
– Tað stutta av tí langa er
vælsaktans, at tað er stuttligari
og meiri meiningsfult at vera
aktivur enn passivur, sigur Heini,
sum kortini ikki vil vera við, at
hann er meira virkin enn so nógv
onnur.
Irrationell
lokalpatriotisma
Tað var av tilvild, at nú 28 ára
gamli Heini í Skorini flutti til
Føroya eftir loknan lestur í
London í 2009. Tá ringdi Kring
varpið til hansara og spurdi, um
hann hevði hug at vera sjón
varpsvertur. Fíggjarkreppan var
júst farin buldrandi um allan
heimin, og arbeiðsloysið millum
akademikarar í London var met
høgt. Heini tók av tilboðnum og
stjórnaði
mentanarsendingini
»Refleksjón« við góðum úrslit
um.
Hann er fegin um ta avgerðina
í dag, sjálvt um hann kundi troytt
aðrar møguleikar. Fleiri av teim
um, hann hevur samband við frá
tíðini í London, eru annað hvørt
arbeiðsleys ella rótast í botninum
á fyritøkum og stovnum uttan ein
avbjóðandi gerandisdag.
Nú situr hann á Hvonn, tveir
dagar fyri jól, og verður biðin um
at seta orð á tilveruna sum virkin
akademikari í Føroyum, meðan
fólk, ung sum gomul, við stórum
beriposum vála framvið stóra
vindeygaðnum í illveðrinum. Tað
er sjáldan friður á honum, meðan
hann tosar. Heini er knappur at
svara, tá hann verður spurdur,
hvat irriterar hann mest við
at búgva í Føroyum. Svarið er
irrationell lokalpatriotisma og
vantandi evnini at raðfesta og
lurta eftir serfrøðini.
– Irrationell lokalpatriotisma
forðar fyri, at Føroyar verða
riknar sum ein eind á mest effek
tivan hátt. Í hesi løtu tapa vit
kappingina við útheimin um okk
ara fremsta tilfeingi, sum er fólk
ið í Føroyum. Men eg síggi ikki,
at nakað veruligt verður gjørt
við fráflytingina. Føroyar eru
ein fjarskotin útjaðari í Norður
atlantshavi, og útjaðarar fara altíð
at missa fólk. Men vit vit missa
væl yvir 100 føroyingar um árið,
og tað er ein national vanlukka.
Eg fati ikki, at allur politikkurin
í hesum landinum ikki verður
lagdur til rættis eftir hesum eina
málinum – at steðga fráflytingini.
Tann ónda ringrásin má brótast
við massivum politiskum tiltøk
um, ávarar hann.
Heini nevnir norðurnorska
býin Tromsø sum dømi um eitt
útjaðaraøki,
sum
megnar
at
standa seg í kappingini um fólka
tilfeingið. Hóast bara 66.000
íbúgvar hevur býurin eitt risa
stórt universitet við 9.000 les
andi og 2.500 starvsfólkum, og
tað dregur ungdómar úr allari
regiónini til sín. Einasta plássið í
Norðurnoregi, sum veksur í dag,
er Tromsø, og tað er orsakað av
einum altjóða universitetinum.
Sambært Heina mugu Føroy
ar sum skjótast gera fleiri íløgur
í útbúgving fyri at steðga fráflyt
ingini.
– Aðrastaðni eru tað tey les
andi og aldursbólkurin 20-30 ár,
sum stimbrar undir broytingar og
kollveltingar, men føroyski ung
dómurin er snøgt sagt ikki her
at gera vart við seg. Og politiski
myndugleikin letur sum einki.
Heldur enn at hugsa um at skapa
eitt sterkt og attraktivt mið
staðarøki, verða íløgurnar pett
aðar sundur,og tí flyta tær einki
grundleggjandi. Vegir og tunlar,
fleiri sjúkrahús, smáir bygda
skúlar, smáar kommunur og
you name it. Vit noyðast at vera
Heini í Skorini:
– Eg fati ikki, at allur politikkurin í hesum
landinum ikki verður lagdur til rættis eftir hesum
eina málinum – at steðga fráflytingini