Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FAKTA Heini í Skorini er 28 ár. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Umframt í Føroyum, hevur hann búð í Danmark, Ísrael og Suðurafrika. Hann er freelance journalistur fyri dokumentardeildina í Kringvarpi Føroya og fyri útlendskar miðlar, fyrst og fremst donsku Weekendavísina. Hann hevur eina MA í samfelagsfrøði og religión. Seinastu árini hevur hann verið virkin sum íbirtari til føroyska kjakið, millum annað við journalistiskum tilfari, essay-søvnunum »Krossvegir« og »Er Gud deyður?« og stórum og vælvitjaðum ráðstevnum um religión og politikk. Umframt hetta er hann nýklaktur føroyameistari við B36 og hevur júst fingið eina dóttir. – Um hvørki journalistar ella fólk í almennu fyrisitingini kunnu geva sína meining til kennar, hvussu nógv fakfólk eru so eftir at kjakast? kynisk og ásanna, at tað eru ikki pengar til alt. Vit noyðast at rað­ festa – og tað er púrasta galið við raðfestingini í dag. Vit eru í eini beinharðari kapping um okkara fólk, og vit tapa!, sigur Heini í Skorini sannførdur. Tá er tað, at hann nevnir vant­ andi virðingina fyri serfrøðini. Tað er ein trupulleiki, sum hann elskar at hata. Vit dragast sam­ bært Heina við ein hugburð, sum sigur, at øll vita líka væl, at allar grundgevingar hava sama virði, og at eingin eliterur, belisin fani skal fortelja mær nakað. – Búskaparráðið, Havstovan, Vinnuhúsið, embætisfólk og aðrir stovnar prædika hvørt einasta ár um, hvørjir reformar kunnu gera hetta samfelagið ríkari og betri at liva í. Men politikararnir eru sera trekir, tí áhugabólkar og persónlig, lokal og stuttskygd áhugamál viga tyngri enn framtíðin hjá hesi eind­ini, vit rópa Føroyar, sigur Heini og ristir við høvdinum, með­an hann lenar seg afturá í stól­inum. Helgi og aðalstjórin Spurningurin, um journalistar í al­mennum miðli kunnu taka lut í almenna kjakinum, varð tikin til viðgerðar, tá Heini í Skorini við einum glóðheitum penni umrøddi føroyskan politikk í fjør, meðan hann var vert­ur í mentanarsendingini Reflek­sjón. Lesarabrævið snúði seg um stevið í táverandi ABC-sam­gonguni og fráveruna av polit­iskum mál­ um. Úrslitið var, at Norð­oya Sam­bands­felag, uttan at við­ gera innihaldið, kærdi hann fyri leiðsluna í Kringvarpinum, tí sam­ bært teimum skal ein journalistur ikki luttaka í almenna kjakinum. Heini heldur, at mótspæl er gott. Men hann hvakk við, tá hann hoyrdi, at løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen herfyri royndi at undirgrava rættin hjá em­bætis­ fólkum at vitja tey almennu til­ tøk, sum tey nú einaferð hava hug til. Heini heldur, at Helgi Abrahamsen hevur rætt og slætt uppi­borið heiðurin sum ársins neyð­rakett, eftir at hann legði eftir aðalstjóranum í Almanna- og heilsumálaráðnum fyri at vísa seg á einum politiskum mót­ mælistiltaki í Vágsbotni. – Hetta er ein vandamikil ten­ densur. Um hvørki journalistar ella fólk í almennu fyrisitingini kunnu geva sína meining til kenn­ ar, hvussu nógv fakfólk eru so eftir at kjakast? Nógvir uni­versi­ tetsútbúnir undirvísarar melda eisini pass, tí teir hava eitt trúvirði at verja mótvegis næmingunum. Og uppaftur aðrir fakbólkar hava sínar grundgevingar fyri at vera passivir borgarar. Hvar enda vit, um eingin teirra tekur lut? Og tað er nakað tvætl, at tú neyðturviliga missir trúvirði, tá tú úttalar teg. Tað eru nógv dømi um, at tað ber til at argumentera fyri eini søk uttan at vera partapolitiskur, sigur Heini í Skorini. Politiska tilgongdin við mál­ inum um nýggja skattaskipan, sum samgongan fer at seta í verk eftir ársskiftið, hevur fleiri ferð­ir verið tikið fram á tingsins røðarapalli sum eitt dømi um, at før­oyska samfelagið hevur ongan áhuga í akademikarum. Í hesum før­inum vístu embætisfólk og Búskapar- og løgfrøðingafelagið á, at tað vóru ov nógvar óvissur í upp­skotinum. Annað dømið er bú­skaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, sum ikki bjóðaði seg fram aftur til løgtingsvalið hesa­ ferð við teirri grundgeving, at tað var meiningsleyst at sita í politisku skipanini, tá eingin lurt­ ar eftir tær kortini. Tá Heini verður spurdur, um hann nakrantíð hevur tað so­ leiðis, svarar hann, at tað er ein jánka­slig niðurstøða at koma til. – Jú, sjálvandi, onkuntíð hev­ ur tú tað soleiðis. Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði ein sam­ komu­leiðari í Kollafirði eitt les­ ara­bræv ímóti mær um endaleysa stríðið millum Ísrael og Palestina. Tá hugsaði eg: Skal eg byrja við Ádam og Evu, ella skal eg bara droppa at svara. Eg gjørdi tað seinna, tí eg hevði ikki hug til eitt drúgt kjak við mannin. Men tað er kanska skeivt, og super arrogant, at hugsa so. Men tað er so púra vist, at tað broytir einki at siga, at øll eru skítbýtt, og tí eri eg »over and out«. Tað er ein ússalig umbering at geva skarvin yvir og vera gronutur, tí tú fær mótspæl. Mótspæl er fínt, og tak so dystin upp, sigur Heini. Tá Heini er errin Hóast dreymurin um eitt mo­ dernað føroyskt samfelag kann tykjast fjarur, er Heini í Skorini púra sannførdur um, at Føroyar kann gerast eitt attraktivt sam­ felag at liva í – eisini fyri føroyskar kanónir uttanlands. Tað eru kort­ ini avbjóðingar, sum skulu knógv­ ast sum skjótast. Vit mugu hava fleiri útbúgvingartilboð, eitt veru­ligt granskingarumhvørvi, bílig­ari flogferðaseðlar, bíligari kostn­aðar­støði, ein fleksiblari bú­ staðar­marknað, og so framvegis. Vit hava fortreytirnar at greiða trupulleikarnar, men reyðu ávar­ ingarlampurnar lýsa bjartari fyri hvønn dag. Tað stóra endamálið er at fáa eitt føroyskt samfelag, sum fólk tíma at búgva í, og sum føroyingar heima og úti kunnu vera ernir av. Men nær er Heini sjálvur errin av at vera føroyingur? – Eg eri ein errin føroyingur, tá okkara listafólk gera seg galdandi uttan fyri landoddarnar. Tá Pál kemur á mál. Tá føroyska fót­ bólts­landsliðið fær stig ímóti størri tjóðum. Tá onkur granskari stendur seg væl uttanlands. Tá før­oyskar vinnur og føroysk vinnu­lívsfólk sparka reyv og gerast fyrimyndir fyri onnur. Tá eg siti eitt summarkvøld á Hvonn við sympatiskum vinfólkum, sum kjakast um alt frá lekrum damum og fótbólt til Arafat, Foucault og kalda kríggið. Tá eri eg ein errin før­oyingur, endar Heini í Skorini. uni@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen