fríggjadagur 30. desember 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rigmor Dam
Meðan døkku skuggarnir fjala
fjálgu smátturnar út á Reyni í
Havn, koma tvey smá barnaeygu
til sjóndar í svarta rútinum við
hvítu sprossunum í Mettustovu.
Innkomin trokar undirritaða
seg inn millum spælandi børn. Í
hugnaligu stovuna angar av kaffi
og popkorn. Málageipanin ger,
at konurnar kring borðið í fyrsta
umfari ikki látast um vón.
– Eg moyni tað. Eitt barn hevur
rætt til tvey foreldur! Staðfestir
ein av konunum, meðan hon veip
ar við ørmunum. Hinar taka und
ir við henni, men ein skoytir tó
uppí, at tað er ikki altíð, at bæði
foreldrini eru á lívi.
– Eg ynski mær brennandi, at
pápin var inni í myndini. Tað er
ikki sunt fyri dreingirnar, at teir
ikki hava ein mann at spegla sær
í, fortelur unga einkjan, sum misti
mannin fyri tveimum árum síðan.
Talandi tøgnin avdúkar fremm
anda gestin, sum verður boðin
vælkomin og sessast millum hinar.
Møtið er avtalað, so tær kenna
ørindini.
Umleið eina ferð um mánaðin
hittast tey. Stakir uppihaldarar
og børn teirra. Úr Havn og av
bygd, til ein samanskotsmáltíð
og sosiala fríggjakvøldssamveru í
Mettustovu í Havn. Vanliga møta
millum 10 og 15 konur við børnum.
Onkur stakur pápi hevur eisini
verið, og stakir uppihaldarar av
hinum kyninum eru meiri enn væl
komnir.
Í somu skóm
Í horninum sita nakrir stórir
dreingir og spæla Nintendo DSi.
Teir hugna sær við poppkorni,
ostahaps og djús, meðan teir práta
um spælið.
– Eg varð steðgað og afturhildin
av løgregluni á flogvøllinum í
Kastrup. Pápin ákærdi meg fyri at
vilja ræna dóttrina av landinum,
fortelur ein ung mamma, sum ný
liga er flutt upp til Føroyar við
barninum. Hon fortelur søguna,
hinar lurta, onkrar bróta inn við
hvørt. Fleiri halda, at lógirnar eru
ikki nóg góðar.
Allar hava tær sína søgu. Nógv
av tosinum snýr seg um foreldra
myndugleika,
samverurætt
og
Ríkisumboðið. Um munin millum
Føroyar og Danmark. Um støð
urnar, har partarnir ikki kunnu
semjast, og um hepnari málini,
har samstarvið fer fyrimyndarliga
fram.
Einu løtuna bresta allar út úr
at flenna. Næstu sita tær tigandi
og lurta eftir einari syrgiligari
lagnu. Geva góð ráð, kjakast um
dýrar matvørur, bústaðarmarkn
að, føroyingar og Føroyar, troysta
eitt barn, sum er dottið, og flenna
aftur í kíki.
Ætlan um fleiri tiltøk
Men hvat fer fram annars í Net
verkinum fyri stakar uppihald
arar, spyrji eg tær.
Tær forklára, at tær fyrst og
fremst hittast her í Mettustovu til
samanskot við børnunum fríggja
kvøld fimtu hvørja viku. Í hesum
'staka'-umhvørvinum er heimurin
býttur sundur í stakar og óstakar
vikur, tí tær avgera, nær man hev
ur børnini.
Ætlanin er eisini at skipa fyri
øðrum, eitt nú klædna- og leiku
býti, útferðum og arbeiðsbólkum,
sum kunnu arbeiða við politiskum
málum. Eisini er ynski um at
stovna ein bólk við eykaommum
og -abbum.
– Kanska kann hetta menna
seg til eitt datingstað, sigur ein
knappliga, og allar flenna..
– Ja, kanst tú ikki seta eina
datingmynd av hvørjari í blaðið,
skoytir ein uppí, og tær eru um at
detta av stólunum í látri.
Einsamøll við ábyrgdini
Tosið fer automatiskt yvir á næsta
spurning, har eg hevði ætlað at
spurt, hví tær hava valt at hittast
á hendan hátt.
Ein tekur orðið og greiðir frá, at
nógv er, sum tú ikki fært tosað við
‘kjarnufamiljufólkini’ um, tí tey
skilja ikki støðuna til fulnar.
– Stakir uppihaldarar eru so
Í Føroyum eru omanfyri 700 stakir
uppihaldarar við omanfyri 1.100 børnum.
Nøkur teirra hittast javnan til sosiala
samveru úti á Reyni í Havn. Við børnum og
leikum og føtum og søgum og einari trongd
eftir at sleppa at práta við onnur vaksin
um hetta: At vera einsamøll við børnum.
"Initiativið er sprottið úr kjakinum
um stakar uppihaldarar. Gongdin tey
seinastu árini hevur verið, at nógvir stakir
uppihaldarar eru fluttir uttanlands, tí tað
hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka
saman her heima.
Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at
stakir uppihaldarar og børn teirra í ein
ávísan mun verða rikin av landinum, og at
barnafamiljur í Føroyum liva í relativum
fátækradømi. Hetta er dýrabart tilfeingi,
sum vit missa."
"Í øðrum londum hava tey góðar royndir
við tílíkum tiltøkum. Eg havi verið í
samband við eitt netverk fyri stakar
uppihaldarar í Egedal kommune í Danmark.
Tey eru 14 vaksin og 18 børn og hittast
3. hvønn fríggjadag kl. 17 og hava
samanskotsgildið. Orsøkin til, at tað er 3.
hvørja viku er, at so kunnu tey koma við og
uttan børn, tí tey flestu hava børnini aðru
hvørja viku. Teirra netverk verður í stóran
mun brúkt til sosiala samveru, tey hava
summar- og jólaveitslu, fara til konsertir
, útferðir og loppumarknað saman, men
hjálpa eisini hvørjum øðrum við praktiskum
uppgávum, so sum viðlíkahald av húsinum
og vísa umsorgan um onkur hevur
trupulleikar."
Tey eru aleina, m
Brot úr setanarrøðu hjá Barbaru Berg,
tá Netverkið varð stovnað: