Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 einsa­mallir um uppgávuna, og mugu taka støðu til alt sjálvir. Har er ongin at sparra við um børn­ini, pengamál ella annað, sum fólk vanliga eru tvey um í einum parlagi. Tí er tað gott at hitta onnur, sum eru í somu støðu, greiðir hon frá. – Fólk duga illa at ímynda sær, hvussu tað er vera einsamøll við ábyrgdini 360 dagar um ári, 24 tím­ar um samdøgri. Tú kanst ong­an­tíð fara oman í kioskina at keypa mjólk ella renna tær ein túr, eftir at børnini eru sovnað, forklárar ein onnur, meðan hon tekur lítla sonin upp á fangið. Hann er troyttur, suttan gongur kyk og mamman kínur honum varliga um ennið. Orkar ikki longur Yviri við endan situr ein onnur ung kvinna við barni á fanginum. Brád­liga letur uppgevandi, men erliga, úr henni: – Eg eri so deyðamóð. Púrasta útlúgvað. Eg orki slett, slett ikki meira! Hinar tiga eina løtu. Skilja álv­ aran í røddini. Lofta henni. – Tú kundi kanska vent tær til Barnaverndartænastuna. Tað gjørdi eg sjálv, tá mínir vóru so smáir, og eg næstan hevði givið upp. Tú mást minnast til, at tal­an er um eina tænastu, sum er har fyri at hjálpa børnunum. Ikki at taka tey frá foreldrunum. Góð­ asta bið tey um hjálp. Har er heilt vist okkurt tilboð, tú kanst brúka, greiðir ein royndari mamma frá. Og tær tosa um at fáa ungu mammuni ein hjásita, sum kann fara við at tosa við Barna­vernd­ ar­tænastuna. Soleiðis gongur kvøldið. Frá klokkan 18, har saman­skots­mat­ urin varð etin, til einaferð við 22-tíðina, tá tey fara hvør til sítt. Við føtum og suttum og bams­um og taskum. Næsta fríggja­kvølds­ gildið er longu avtalað. men tó ikki eina um Netverkið fyri stakar uppihaldarar Netverkið hevði sítt fyrsta tiltak í juni 2010. Endamálið er, at: • varpa ljós á og at bøta um korini hjá bólkinum. • at geva ráð og vegleiðing, moralskan og kensluligan stuðul og praktiska hjálp. Hetta kann eitt nú vera matklubbur, klædnaumbýti og barnaansing. • at byggja nýggj netverk upp við at knýta bond við fólk í somu støðu. Tær, sum tóku stig til netverkið vóru: Barbara Berg, Anna Hansen, Ingrid Jacobsen og Jóanna Djurhuus. Netverkið fær ókeypis innivist í Mettustovu hjá Kvinnufelagnum í Havn. Fakta Visti tú? ... stakir uppihaldarar kunnu fáa 500 skattafríar krónur mánaðarliga frá landinum. Í løtuni fáa 710 stakir uppihaldarar hetta serliga barnagjald. Av hesum eru 643 stakar mammur og 67 stakir pápar, sum tilsamans uppihalda 1.122 børnum. . .. lesandi við børnum fáa barnastudning á 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesandi stakir uppihaldarar fáa 1.500 kr. um mánaðin umframt. Vilt tú við? Finn netverkið á Facebook undir "Netverk fyri stakar uppihaldarar"