Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Avgerðin hjá samgonguni um at skatta inngjadið til eftirlønina, er størsta níðings­ gerð ímóti Havnar Arbeiðs­ manna­felag nakrantíð. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag er bæði keddur og illur um av­gerðina hjá samgonguni um at skatta pensjónir við inn­gjald. Hannn staðfestir, at Havnar Arbeiðsmannafelag breyt upp úr nýggjum, tá ið felagið á sinni setti stovnaði ein eftirlønargrunn til lim­ir­ nar í felagnum. – Síðani hava politikarar kappast um at rósa Havnar Arbeiðsmannafelag til skýggja fyri framskygni og víð­skygni, tí vit stovnaðu ein eftir­lønargrunn, tá eini tíð, har slíkt ikki var vanligt, leggur hann afturat. – Vit hava eisini altíð havt allar okkara pengar heima í Føroyum, sigur Hans Joensen. Hann leggur kortini aftur­ at, at hansara royndir vísa, at tað ber rætt og slætt ikki til at hava álit á politik­arum og tískil hevur hann fleiri ferðir ávarað ímóti, at einaferð fóru teir at leggjast á eftir­lønar­ grunnin hjá felag­num. – Og tað var nettupp jóla­gávan, vit fingu frá sam­gonguni, at hon rændi eftir­lønar­grunnin, sigur for­ mað­urin í Havnar Arbeiðs­ manna­felag. Missa minst 1.000 krónur Hans Joensen sigur, at nú inngjaldið til eftirlønin verð­ ur skattað, heldur enn út­ gjaldið, fer tað, sum frá líð­ur, at kosta einum arbeiðs­manni minst 1000 krónur um mán­ aðin í pensjón. – Útrokningar vísa, at sum frá líður, fer ein arbeiðsmaður at fáa ímillum 1.000 og 1.500 krónur minni í pensjón um mánaðin av tí at inngjaldið verður skattað, sigur Hans Joensen. Tað er sjálvur aktuar­ urin, ella tryggingar­ser­ frøð­ing­urin, hjá felagnum, sum hevur roknað tað út og tísk­il er tað eitt roknistykki, sum for­mað­urin í Havnar Arbeiðs­manna­felag, hevur fult álit á. – Eg havi ikki álit á, at nakar í Fíggjarmálaráðnum er betri førur fyri at meta um hetta enn serfrøðingurin í tryggingini, sum ikki ger annað enn at rokna eftirlønir út, sigur hann. – Og tað er at stroyða salt í sárið, at pengingurin, sum verður tikin frá ar­beiðs­ monnunum, skal brúkast til at fíggja ein skattalætta til tey vælbjargaðu, tí vanlig verka­fólk fáa onku burtur úr honum yvirhøvur, sigur Hans Joensen. – Tí er hetta størsta níð­ ings­gerð ímóti okkara felag, leggur hann afturat. Royndi sítt Hann sigur, at ímeðan Løg­ tingið viðgjørdi málið, var hann at kalla alla tíðina í løg­ tinginum ella rundanum. – Eg bað og bønaði sam­ gonguna um at bíða við ætl­ anini at skatta inngjaldið til eftirlønir í eitt hálvt ár, so at vit kundu fáa fult yvirlit yvir avleiðingarnar og so at vit fingu høvi til at finna eina semju um eina framtíðar ætlan. – Tað var sum at sletta vatn á gás, tí tað varð bara sópað av borðinum. Men tað er munur á fólki, tí so fór ríkisumboðsmaðurin á tings­ins røðarapall í nakrar min­uttir og so var leyst og liðugt hjá teimum, sum hava eftirlønir í donskum grunn­ um, tí tað varð útsett. Legði trýst á Formaðurin í Havnar Ar­ beiðsmananfelag fýlist eisini á, at løgmaður legði trýst á samgonguna í einum so álvar­sligum máli og ikki læt hvønn tinglim atkvøða eftir síni sannføring. – Ístaðin fyri at fylgja stýris­skipanini og lata hvønn tinglim atkvøða eftir síni sannføring í einum so álvarsligum máli, hótti hann við at tveita tey úr sam­ gonguni, sum ikki aktaðu harra­boðini. Tað er merkisvert, at tá ið tað snýr seg um, hvørja úthurð, Rúsan skal brúka, fær hvør tinglimur frælsi at atkvøða eftir síni sannføring, men í einum álvarsmáli, sum stjelur 1000-1500 krónur frá hvørjum pensjóneraðum ar­ beiðs­manni um mánaðin, so leingi hann livir, verður kraft, at tinglimir makka rætt. – Eg hevði aldrin kunna verið politikari undir treyt­ um sum hesum, ásannar Hans Joensen. Niðurgerðandi Hans Joensen er púra iva­ leysir í, at politikarar hava ikki yvirlit yvir avleiðingarar av avgerðini at skatta inn­ gjaldið til eftirlønir. – Onnur mál taka fleiri ár at verða avgreidd, men hetta var ein politskur rossa­ handin, sum skuldi skundast ígjøgnum, uttan at hava fult yvirlit yvir avleiðingarnar. Hann gevur heldur ikki nógv fyri útsøgnina hjá ting­ limum í samgonguni um, at ætlanin er ikki at økja um stættar­munin. – Tað er beinleiðis niður­ gerðandi at borðreiða við slíkum, tí sjálvandi veksur stættar­munurin, tá ið fólk við lágari og miðalinntøkum ongan skattalætta fáa, men fólk við høgum inntøkum fáa fleiri túsund krónur í skatta­ lætta um mánaðin. – Við hesum skatta­lætta­ num hevur samgongan gjørt gjónna ímillum rík og fátæk í Føroyum nógv størri, sigur Hans Joensen. aki@sosialurin.fo NÍÐINGSGERÐ Eg havi ávarað ímóti hesum fleiri ferðir og nú hendi tað, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs­mannafelag Tað er merkisvert, at tá ið tað snýr seg um, hvørja úthurð, Rúsan skal brúka, fær hvør tinglimur frælsi at atkvøða eftir síni sannføring, men í einum álvarsmáli, sum stjelur 1000-1500 krónur frá hvørjum pensjóneraðum arbeiðsmanni um mánaðin, verður kraft, at tinglimir makka rætt Tað var sum at sletta vatn á gás, tí tað varð bara sópað av borðinum Tað var sum at sletta vatn á gás, tí tað varð bara sópað av borðinum Ein arbeiðs­ maður missir 1000 krónur um mánaðin 1000 krónur Ein arbeiðs­ maður missir