Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Fakfeløgini gjørdu ikki nóg mikið fyri at steðga ætlanini hjá samgonguni at skatta inngjaldið til eftirlønir. Hans Joensen, for­ maður í Havnar Arbeiðs­ mannafelag, dylir ikki fyri, at hann er vón­ brotin av, at føroyska fak­felags­rørslan ikki legði meiri fyri í royndini eftir at steðga ætlanini. Hann heldur, at fak­ feløgini vóru alt ov veik. – Tað er so lítið saman­hald ímillum fak­feløg­ini, at tað er synd­ar­ligt, leggur hann afturat. Hann vísir á, at í fyrst­uni vóru næstan 80 fakfeløg við í mót­ mælinum. – Men tá ið avtornaði, og málini vórðu avgreidd í Løgtinginum, vóru nøk­ ur heilt fá tandur úr fýra ella fimm feløgum eftir í mótmælinum. Nyttar lítið Hans Joensen heldur, at hetta er ómetaliga keðiligt, tí tá ið fak­fel­ øgini ikki kláraðu at standa saman í einum álvarsmáli sum hesum, er tað eini greið boð til politikarnar um, at teir kunnu gera akkurát hvat teir vilja fyri fak­ felagsrørsluni. – Eg havi ført fram, at tað nyttar ov lítið bara at ganga og larma við karamellublikkum og grýtu­lokum, tí skulu mót­mæli hjá fakfeløgum gera nakran veruligan mun, er tað neyðugt at taka heilt álvarslig stig. – Og at fakfeløgini ikki tóku álvarsligari stig í hesum føri, er ógvuliga stuttskygd, tí eftir mín­ um tykki, er hetta ein ólukka fyri okkum. Hann vil ikki siga, hvat hann hugsar um, tí nú kann tað verða tað sama, í hvussu so er á hes­um sinni. Spara sær ómakin Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vil heldur ikki skera øll fak­feløg yvir ein kamb, verri enn so, tí fleiri fel­ øg løgdu rættiliga nógv fyri. – Men at fáa alla fak­ felagsrørsluna at semj­ ast um nøkur stig, sum veruliga høvdu gjørt mun, bar so ikki til. – Hinvegin er av­leið­ ingin, at í framtíðini kunnu fakfeløgini spara sær ómakin at mótmæla upp á hendan mátan, tí ong­in lurtar eftir okkum, fyrr­enn vit fara at brúka nógv sterkari lút. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag undrast eisini stór­liga á, at sjálvur løg­mað­ur átalaði á ting­sins røðara­ palli, at mótmælis­fólk stóðu uttanfyri Ting­ hús­ið og larmaðu við kara­mellu­blikkum og grýtu­lokum. – Løgmaður skal prísa seg lukkuligan fyri, at føroyingar eru so góðir í sær. Hann skal vera glaður fyri, at hetta ikki er í onkrum landi í Mið- ella Suðurevropa, tí so høvdu fakfeløgini verið munandi meiri ágang­ andi og mótmælini mun­ andi harðligari. – Ella heldur løg­mað­ ur í fullum álvara, at vit skulu bara tig­andi góð­ taka alt, sum fyri­ferst, uttan at mótmæla?, spyr Hans Joensen. – Tað er ikki tryggingin, sum fer við pengunum í okk­ara eftirlønargrunni. Tað staðfestir Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs­mannafelag. Nú Samgongan samtykti at skatta inngjaldið til eftir­ lønir, hava summir politik­ arar fýlst á, at fak­feløgini heldur vilja hava pengarnar standandi í trygg­ingar­ feløgunum, heldur enn í lands­kassanum, sum øll eiga. Í hesum sambandi hava politikarar undrast á, hví fakfeløg heldur vilja lata Tryggingina fáa frið at goyma skattapengarnar at keypa bankar og annað fyri, heldur enn at lata teir fara í landskassan til okkara felags besta. Í veruleikanum mót­ mæla fakfeløgini sær sjálv­um, tá ið tey ikki vilja góð­taka, at inngjaldið til eftir­lønina verður skattað, held­ur enn útgjaldið. Men hetta vil for­ maðurin í Havnar Arbeiðs­ mannafelag ikki kennast við. – Tað er LÍV, sum umsitur okkara eftirlønargrunn fyri eitt umsitingargjald, sum vit halda vera ógvuliga sámuligt. – Men pengarnir standa í eftirlønargrunninum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, har teir eru markaðir til hvønn einstakan arbeiðs­ mann. – Tað er eisini Havnar Ar­beiðsmananfelag, sum hevur meirilutan í nevndini fyri eftirlønargrunnin. – Veruleikin er, at pengarnir verða ognar­ røktir saman við bankunum og sostatt eru tað ikki tryggingar­feløgini, sum hava okkara pengar at brúka, sigur Hans Joensen. Hann leggur afturat, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur fleiri ferðir fingið tilboð frá donskum bankum um at sleppa at ognarrøkta okkara eftirlønargrunn. – Men vit hava alla tíð­ ina víst tilboðunum aftur, tí vit vilja hava, at peng­ ar­nir skulu gera nyttu í Føroyum. aki@sosialurin.fo Vit vóru alt ov veik VÓNBROTIN Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag er vónbrotin av leiklutinum hjá fakfeløgunum í sambandi við ætlanina at skatta inngjaldið til eftirlønir Vit mótmæla ikki okkum sjálvum Bað og bønaði – Hóast eg bað og bønaði samgonguna um at steðga á, varð alt sópað av borðinum, sigur Hans Joensen, sum er bæði keddur og illur inn á samgonguna og vónbrotin av fakfelagsrørluni Løgmaður skal prísa seg lukkuligan fyri, at føroyingar eru so góðir í sær Tað er at stroyða salt í sárið, at pengingurin, sum verður tikin frá arbeiðsmonnunum, skal brúkast til at fíggja ein skattalætta til tey vælbjargaðu